FSF skrivar: - Tað verður Heini Viðoy, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19. —————— Nógvur steypafótbóltur verður á Tórsvølli næstu dagarnar [...] Løgmanssteypið hjá monnum, sum – aftur í ár – verður ímillum Víking og KÍ. Dómari í finaluni verður Heini Viðoy, og at hjálpa sær fær hann Jørleif Djurhuus og Djóna Jacobsen, og fjórði dómari verður Dagfinn [...] Dagfinn Forná. Dómaraeygleiðari verður Regin Egholm, og eyka fjórði dómari verður Marner Forná Olsen. Atgongumerki til steypafinaluna hjá monnum og ungdómsfinalurnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo