53 ára gamla Marjun í Kálvalíð í gjár bleiv innsett sum prestur í Norðstreymoy og Vágum. Tað var dómpróstur, Uni Næs, ið skipaði Marjuna í Kálvalíð í kallið. Marjun í Kálvalíð, ið bleiv prestvígd í dómkirkjuni [...] móttikna, sigur Marjun í Kálvalíð, ið er ættað úr Miðvági og hevur starvast sum sosialráðgevi, áðrenn hon fór at lesa gudfrøði. Kendi meg væl Til gudstænastuna í gjár helt Marjun í Kálvalíð sína fyrstu prædiku [...] eg gleði meg at verða partur av, sigur Marjun í Kálvalíð. Sóknarkirkjan er í Vestmanna, har Marjun í Kálvalíð býr, men hon skal eisini til aðrar kirkjur í sóknini. - Eg síggi fram til at koma út til tey
páskirnar í fjør í Ísrael. Í grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av1996 eisini. Hon fór til Ísraels 21. august í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi hon í bíbl [...] ein av teimum, sum í fjør helt eini heilt øðrvísi páskir í mun til, hvat hon hevur verið von við - páskir á staðnum, har tað hendi. Yvirlit ? Tað er so nógv øðrvísi í mun til her í Føroyum. Størsti munurin [...] var tó ikki í fjør, tá ið tær jødisku páskirnar fullu umleið tvær vikur áðrenn tær kristnu. ? Tær jødisku páskirnar ganga mest fyri seg inni í heimunum og í synagogunum. Sjálv hátíðin varir í heilar sjey
tað er, at slík stig hava undirtøku í fólkinum, soleiðis at fólkið ikki skilir seg í tveir líka stórar partar í hesum spurningi. - Eg haldi, at allir politiskir flokkar í dag ynskja, at føroyingar kunnu standa [...] arbeiðir í tí stilla, men eg haldi, at hann hevur rokkið góðum úrslitum sum landsstýrismaður. Kári vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin, so hóvligur hann er, hevur havt stóran týdning í føroyskum politikki í nærum [...] fólk at skilja, at Sjálvstýrisflokkurin, sum er tann hóvligi flokkurin í miðjuni, er besta boð í føroyskum politikki. Okkara leiklutur í framtíðar politikki er eins týdningarmikil, og hann hevur verið farnu
menniskjað í menniskjanum, og ikki forblinda seg í sjúkuni og tøknini hjá hesum 14 ára gamla miðvágsdronginum. Fyri ein ókunnugan kann tykjast, sum eru tað tøknin og maskinan, ið stýra øllum í lívi hansara [...] Jón. Vit hittu hann og móður hansara í heiminum hjá ommuni og abbanum í Miðvági fyrradagin. Klokkan var meiri enn farin av níggju, men tað forðar honum kortini ikki í at hava verið árla á fótum. Jødar og [...] og føroyingar Dagurin, tá Jón var borin í heim í 1993 var sum einhvør annar dagur í oktober mánaði í Danmark. Eftir at sonurin Sigurd var føddur árið fyri, var ikki annað hjá Mariannu og Erhardi at gera
Ólavi Heilaga. Kirkjan í Kirkjubø - eisini nevnd Ólavskirkjan - er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Miðskeiðis í nítiárunum var [...] stovn í 1903, men árið fyri, altso í 1902, vóru nakrir tónleikarar - 13 í tali - sum komu saman til regluliga venjingar, og síðst í apríl hetta árið, hevði orkestrið sína fyrstu almennu framførslu í gym [...] til Estlands, saman við Tórshavnar Manskóri, sum fór konsertferð í Baltalondunum. Í høvuðsstaðnum í Estlandi, Tallinn, er Olevista kirkjan, sum er uppkallað eftir Ólavi Heilaga, og her helt Tórshavnar Manskór
serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi [...] gátt. Listaframsýningin í Gamla Skúla, har listafólk úr Vágoynni fara at framsýna verk síni, er opin allar stevnudagarnar. Innan og uttan Ein skal ikki hava gingið leingi innanveggja í heiminum hjá Petur Jacobi [...] hann nýtir tíðina til. Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa. Í einum vindeyga í kjallaranum standa fleiri
ættað úr Miðvági, sum saman við trimum gentum, 15, 20 og 22 ár, býr til leigu á Skipanesi. Hon hevur altíð verið løtt upp á sporið og skjót í vendingini, men í dag liggur hon nógv í seingini við pínu í kroppinum [...] Fiskavirkinum í Gøtu, og seinasta árið hevur hon gingið á kokkaskúla í Klaksvík. Eftir at hava klárað royndir og praktikktíð, noyddist hon at gevast á kokkaskúlanum fyrst í apríl mánaði í ár. - Vit eru [...] at fara í, men her verður trongligt hjá okkum fýra. Eg noyðist í hvussu er at koyra hina 20 ára gomlu til seinastu royndirnar á Kambsdali, eins og hin 15 ára gamla eisini skal gera seg lidna í Runavík
javnstøðu í øllum liðum í samfelagnum. Hví síggjast vunnu rættindini ikki aftur í kirkjuni? - Kirkjan er framvegis patriarkalsk, tað vil siga stýrd av monnum og øll bíbliugransking var áður í mannfólkahondum [...] fasta støðu í málinum. - Í dag stendur øllum í boði, kvinnum og monnum, at nema sær útbúgving, uttan mun til hvørja útbúgving talan er um. Tí hava eisini øll sama rætt at brúka útbúgvingina í verki. Øll [...] eru nóg góðar at boða kristnitrúnna í heidningalondum, men ikki at vera prestar í okkara egnu kirkjum. Hvussu vit koma diskriminasjónini til lívs, hevur forkvinnan í Kvinnufelagasamskipan Føroya onga loysn
at klokkaraembætið í Havnar kirkju gekk í arv í Geilafamiljuni í nøkur ættarlið – helst tí at klokkan skuldi hoyrast út um allar geilar, høhøhø. Havnin var jú nógv minni í 1923 enn í dag. Hóast býurin ikki [...] kirkjugarðin. Júst hendan kirkjuklokkan hevur ljómað í Suðurstreymi og í tí gomlu sóknini í mong ár, í øllum førum í mong ár áðrenn 1895, tá ið hon klovnaði og tískil varð send niður til umstoypingar. Fram [...] kirkjuklokkan í Føroyum og er heilt øgiliga stór til so lítla kirkju), so man tann gamla klokkan hava hoyrst rímiliga væl, í øllum førum í miðbýnum. Danmarks Radio gjørdi eina sending um ólavsøkuna í 1948, og
Jacop um kundarnar í Miðvági. Men tørvurin hjá kundunum broytist sjálvandi, og er tað alsamt meira vanligt, at fólk keypa stórt í stórum handlum. - Eg hugsi, at handlarnir eru so stórir í dag, at ongin tímir [...] Handilin hjá Haraldsen í Miðvági lukkaði í síðstu viku, og nú eru hølini tóm. Tað er 80-ára gamli Petur Jacop Haraldsen, handilsmaður, sum hevur gjørt av, at nú er tíð at gevast. Handilsvirksemið hjá Haraldsen [...] síðani hann tók yvir eftir pápanum í 1958. - Nógvir menn tola ikki politikk, so teir sleppa ikki at tosa um politikk um diskin í mínum handli. Ofta eru teir so illir í politikki, sigur Petur Jacop, sum