vóru so týdningarmikil, at hann ikki kundi handa steypið. Frágreiðingin er, at systir konu hansara giftist sama kvøld, sum finalan varð leikt. – Um tað verður sæð sum at misrøkja sítt embæti, so kann eg [...] afturat: Hann skal handa løgmanssteypið hjá kvinnum 19. september. – Um limirnir í Stjórnini so fegnir vilja síggja meg handa steyp, so verður møguleikin tá, skrivar løgmaður.
Tilhaldinum í Nólsoy Av tí at hesi viðurskifti økja um vandan fyri álvarligum avleiðingum, um ringasta støðan skuldi komið í, verður staðiliga heitt á kommununa um at loysa hesi viðurskifti skjótast gjørligt. [...] tey eldru, tá talan var um tey tilboð kommunan hevði til tey. Støðini, sum Eldraráðið vitjaði vóru røktarheim, sambýlir, tilhald og heimarøktin í kommununi. Vitjanirnar fóru fram í tíðarskeiðnum febr. – [...] viðurskifti, sum blivu nevnd á vitjanunum snúgva seg um trygd hjá brúkarum/búfólkum. M.a. vóru hesi nevnd: Nýggjari brúkaravinarligari úthurð á URD Girðingar so búfólkini á Sambýlinum við Mattalág, frítt kunnu
leygardegnum og til mánadagin, og so varð hann spældur í dag. Næstbesta liðið hjá Víkingi var seinnapartin í Trongisvági, og teir í Eysturkommunu høvdu øll stigini við sær aftur um Suðuroyarfjørð, tí Víkingur [...] fyrra hálvleik. Úrslitið ber við sær, at Víkingur er á øðrum plássi við 51 stigum. Tað eru fimm stig fram til toppliðið B71, og tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. TB er á fimta [...] ið Víkingur legði seg á odda 2-1 og 3-1. Samudeen Musah javnaði til 1-1, og Aron Arnholdsson minkaði um munin til 3-2.
og at hetta fer at raka tænastuna. Í sendingini varð kjakast um fígging, ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og møguleikan fyri útjavning, so borgarar kunnu fáa eina nøktandi tænastu uttan mun til, hvar [...] r eisini vórðu lýstir. Kjakast varð í stóran mun um, hvussu vit kunnu fíggja og manna eldraøkið eftir verandi leisti. Vit eiga samstundis at spyrja, um vit kunnu skipa tænastuna øðrvísi og betri. T ø kni [...] tryggleika, virðileika og røkt; varðveita kravið um formliga góðkenning, tá persónurin mótmælir, ella tøknin er serliga inntrívandi; áseta greiðar reglur um kunning, dátuvernd, eftirlit og regluliga endurmeting
landsstýrismanninum verður láturkópastovnurin mettur at vera um 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í árunum 2018–2021 og aftur í 2026. Í nýggjastu [...] Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3 [...] fyrisitingina fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu. Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning um kópastovnin undir Føroyum og møguleikan
neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslumyndugleika upp so líðandi. Føroyar og Danmark skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í [...] Grønland kann yvirtaka loftferðsluøkið frá Danmark, um grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá [...] hjá Fólkatinginum. Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast stigvíst. Qarsoq Høegh-Dam, fólkatingsmaður fyri grønlendska flokkin Naleraq, hevur spurt ráðfrúnna
gerandisdegnum. Málið er, at tann einstaki kann endurvinna so stórt sjálvbjargni og so góða lívsgóðsku sum gjørligt. Men heilatilburður er bara eitt dømi um eitt nógv størri arbeiðsøki. Fysioterapeutar arbeiða [...] og kann millum annað minka um váðan fyri hjarta- og æðrasjúku, høgum blóðtrýsti, diabetes og heilatilburði. Ársins evni á altjóða fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu [...] staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa fólki og meta um øktar váðar fyri sjúku, og vegleiða teimum í, hvussu rørsla
tíggju prosentstig fleiri næmingar komnir í bólkin, sum ikki hevur virkisført lesføri. – Ábendingar eru um, at tað serliga eru dreingirnir, sum hava havt stórt afturstig í lesing, stendur í frágreiðingini. [...] eru lutfalsliga fáir føroyskir næmingar millum teir bestu. Munurin millum Føroyar og OECD er ikki so stórur millum næmingarnar við teimum lægstu úrslitunum. Hinvegin er munurin nógv størri millum næmingarnar [...] seg best. Høvuðsniðurstøðan er tí, at føroyskir næmingar hava staðið í stað ella tikið seg eitt vet fram í støddfrøði og náttúruvísindum, men lesiførleikin er fallin nógv. Alt ov nógvir næmingar røkka ikki
tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru [...] Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta. Tilmældar koppsetingar Heilsustýrið [...] Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi
vit tí ikki um somu vinnu, sum vit droymdu um í 1990’unum. Vit tosa um íløgur, sum skulu bera seg í fleiri áratíggju, í einum heimi har veðurlagsreglur verða strangari, og har spurningurin um ábyrgd fyri [...] og etiska spurningin um, hvønn heim vit vilja lata frá okkum. Ótíðarhóskandi politiskir dreymar Í seinastuni hava føroyskir politikarar nærmast staðið í kø fyri at tosa um dreymin um føroyska olju og gass [...] sjálvandi ikki tað sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr seg eisini um skyldurnar, lond