og skapa smidligar leiðir inn í úrvalsítróttin. Høvuðstilmæli IDAN mælir millum annað til: at hækka og tryggja fígging til úrvalsítrótt í fleiri ár at stovna føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og [...] Klaus Nielsen, professari emeritus á Birkbeck, University of London, hava gjørt greiningina. Frá góðum úrslitum til eina sterkari skipan Sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og eftirlagingarføri [...] kappingarumhvørvið ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Fráfallið í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Í einum so lítlum samfelagi hevur
eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til 3,8 milliónir krónur. [...] sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið, fáa vegleiðing [...] broytingini, og hvørji framvegis detta ímillum. Felagsskapurin nevnir millum annað børn hjá foreldrum, sum eru lesandi, sjúk, farin frá hvørjum øðrum ella rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum.
part av muninum. Semjan í arbeiðsbólkinum varð sett til viks Tað er rætt, at 20 prosent skerjingin í 2024 varð gjørd eftir einum serligum tilmæli frá Havstovuni um at endurreisa toskastovnin. Men farið [...] og arbeiðsbólkurin høvdu verið við til at gera. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá umsitingarætlanini og 5-prosentregluni. Kortini varð ætlanin sett til viks. Tá ein umsitingarætlan kann verða [...] Tí ber ikki uttan víðari til at siga, at fleiri fiskidagar til bólk 5 geva eina samsvarandi stóra øking í veiðitrýstinum. Vit mugu hyggja at veruligu veiðuni – ikki bara einum tali av døgum. Smáfiskur
rekrutterarar. Pengarnir frá virkseminum vórðu sambært Europol hvítvaskaðir gjøgnum eina sokallaða hawala-skipan, har pengar verða fluttir uttan vanligar bankaflytingar við hjálp frá einum neti av óformligum [...] samband við fleiri onnur lógarbrot, millum annað rán, avpressing, frælsisrán og hvítvasking av pengum. Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og [...] millum annað sokallaðum "spøkilsisspeedbátum", sum eru bannaðir í Spania vegna stóru motormegina og drúgvu siglingarlongdina. Løgreglan hevur lagt hald á 18 slík før. Bátarnir vórðu brúktir til at flyta
eigur umsitingarskipanin at verða rullað aftur til semjuna í arbeiðsbólkinum frá 2021, til ein nýggj og breið semja er gjørd. 4. Tú stendur sjá lvur til at f á a ein ágóð a av uppskotinum, t í báturin [...] velja burturúr og laga tilfarið til ein frammanundan valdan vinkul. Niðanfyri verða spurningarnir frá Frihedsbrevet og míni svar endurgivin orð fyri orð. Spurningar frá Frihedsbrevet og svar m íni 1. Ynskir [...] undirritaða og spurningin um fleiri fiskidagar til bólk 5B. Greinin endurgevur tó ikki okkara samskifti í síni heild. Tí loyvi eg mær at leggja allar spurningarnar frá Frihedsbrevet og øll míni svar fram, so
bókini greiðir Charles Spencer millum annað frá uppvøkstrinum saman við Dianu. Tey vóru yngstu børnini í Spencer-familjuni og vóru sera nær knýtt. Tey kallaðu hvørt annað loyniliga fyri »Duch« og »Carlos« [...] hann sá systur sína brúka støðu sína til at varpa ljós á fólk, sum annars ofta vórðu gloymd, samstundis sum hon sjálv livdi undir einum støðugt vaksandi trýsti frá miðlunum. Diana doyði 36 ára gomul í [...] og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði. Charles Spencer sigur, at nú 30
virksemi verður í Føroyum, sigur hann. Ikki bara Jeppe Bruus hevur tosað um eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska [...] havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt, at vit fegin vilja [...] føroyski landsstýrismaðurin vóru vorðnir samdir um at styrkja verjusamstarvið. Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum. Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki
liðugt uppskot um, hvussu eitt bann skal setast í verk. Spurningurin er millum annað, um bannið bert skal fevna um brillur frá Meta ella um allar brillur og onnur tól, sum kunnu taka upp myndir og ljóð, uttan [...] snýr seg tí eisini um, hvørt galdandi reglur eru nóg góðar, og um tað ber til at handhevja tær, tá myndatólið er fjalt í einum luti, sum líkist vanligum brillum. Enhedslisten heldur, at lóggávan eigur [...] myndatóli gerast vanligari. Málið hevur eisini elvt til kjak í Týsklandi. Har hevur dátuverndarmyndugleikin í Hamburg ávarað um, at brillurnar kunnu brúkast til loyniliga upptøku, og at eitt bann kann gerast
á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur sostatt á leið sama fólkatal sum ein miðalstór føroysk bygd. Tá bygdartølini frá januar 2025 verða samanborin við tey [...] Karlamagnusarbreyt, vóru millum annað Trongisvágur, Syðrugøta, Sandur, Skopun og Glyvrar. Nýggjastu bygdartølini hjá Hagstovuni eru frá juni 2026. Síðan uppgerðina frá januar 2025 er Sandur vaksin upp
víða. Fyrst Norðurlandahúsið og síðan verður farið til Íslands - annað heimið hjá Eivør - har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá [...] ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn [...] enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum, og vit kunnu gleða okkum til meira, tí longu tann 19. august kemur triðja staklagið út. Síggj video her: Healer: https://www.youtube.com/watch?v=RXkDNKS9q5k