fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka [...] , havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
tað serliga tríggir bólkar í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag sum eru ónøgdir við sáttmálan. Fyri tað fyrsta eru tað dagrøktarmammurnar, sum komu upp í felagið í fjør. Tær eru sera misnøgdar [...] bjóðað fólki, sum eru í starvi sum málsviðgerðarar, at tey kunnu glíða úr 9. lønarflokki upp í 15. lønarflokk. Hetta skal verða treytað av arbeiðstyngd, útbúgving og ábyrgd - fult í tráð við politikkin, [...] Barnið skal koritni vera har - tær kunnu ikki bara lata aftur, verður sagt. Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag sigur hinvegin, at tað er púra burtur við av
skiftast um at vera á vakt aftan á vanliga arbeiðstíð. Í arbeiðstíð er lærlingur til arbeiðis, sum passar telefonina. Leivur Hansen upplýsti í gjár, at brandmeistarin hevði biðið um skrivliga váttan frá [...] brandmenninir koma til arbeiðis, um okkurt er áfatt, men hesa váttan fær hann ikki. Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag og sum eisini er brandmaður, sigur, at sjálvandi [...] ikki vist, at teir rykkja út. Í øllum førum er greitt, at materiell virði fara fyri skeyti, sigur Andreas Poulsen. Men hann leggur samstundis dent á, at tað ikki er nevndin í felagnum, sum er orsøkin til
seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni størstu árabátar í føroyska flotanum. Vit hava frætt, at kappsiglingin hjá Lions verður í ár sunnudagin 24 [...] kappsiglingar í summar. Tann fyrsta verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði sunnudagin 15. juni. Onnur verður á Skálafjarðarstevnuni í Runavík sunnudagin 22. juni, og møguliga verður ein kappsigling í Havn stutt [...] hesum monnum: Formaður Regin Debess, á Toftum tlf. 48587, tiltakslimur Hermann á Líknagøtu, Saltangará tlf. 47266. Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. K
stevnuni í Malmö. Hon tosaði um »Good News« og »Bad News«. Tey góðu tíðindini vóru, at tað nú gongur betur í Suðurafrika og m. a. at flokkurin stóð seg sera væl í veljarakanningunum og liggur í løtuni [...] var tað formaður í eysturríska tjóðartinginum Heinz Fischer. Hann tosaði m. a. um fólkaatkvøðuna, sum verið hevur í Eysturríki um ES-limaskapin. Hann segði, at málini, ið serliga høvdu verið uppi í kjakinum [...] ein svii hevur sex saman við ein um barni í Thailandi, so skal hann kunna dømast í Svøríki eftir svenskari lóg. Ætlanin er at hendan lógin skal koma í gildi í øllum ES-londum, sigur Jóannes Eidesgaard
Á fundinum í Lærarafelagnum var málið um foreldrabólkin, sum er ónøgdur við at Karin Hammer varð settur 1. lærari við skúlan í Kollafirði, viðgjørt. Í bløðunum í gjár var skriv frá foreldrabólkinum, og [...] loysa, sigur Jenny Lydersen. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur eisini, at tað fyrst og fremst er fyrisiting og skúlanevnd, sum eiga at fáa viðurskiftini í Kollafirði í rættlag, og tryggja lærarunum góð viðurskifti [...] og hetta tosaði nevndin um. Jenny Lydersen, formaður, sigur við Sosialin, at Lærarafelagið ikki leggur seg út í kjakið um skrivið hjá foreldrabólkinum, ið hon skilir sum eftirmetingar og grovar skuldsetingar
sleptar, verða bilar og krani flutt. Tað sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen. Hann skjýtur nú upp, at P/F Føroya Fiskavirking í staðin flytir kongafiskalinjurnar á flakavirkinum [...] áhugavert kundi verið at fingið orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi, um hetta við sjálvtekt (sjálvtekt: tú tekur lógina í egnar hendur, blðm.) Formaðurin í Framtíðini vil onga viðmerking gera til tað [...] Fyri nøkrum árum síðani vórðu íløgur gjørdar fyri millum tvær og tríggjar milliónir krónur í flakavirkið í Vági. Hetta vóru íløgur, sum burtur av vórðu framdar til kongafiskaarbeiði. Millum annað varð
tær báðar. Tær báðar eru als ikki í iva. Dagrøktarmammurnar skulu hava somu kor og rættindi, sum hinir limirnir í felagnum, men hesum er leiðslan í býráðnum ikki samd í. Tað einasta, býráðið hevur góðtikið [...] eftir hinum 2/3 av lønini, soleiðis at ein dagrøktarmamma í farloyvi einans fær 80% av hesum - umleið 3-4.000 krónur í dagpeningi, um hon fer í barnsburðarfarloyvi. Eitt annað krav hjá dagrøktarmammunum [...] fáa. Tey kunnu vera heima hjá børnum í tíggju dagar um árið, gerast børnini sjúk. Vit fáa illa tikið frísk børn í heim okkara at ansa, tá vit hava gingið uppi í nætur við okkara egna sjúka barni, siga
hjá landsliðnum og feløgunum, sum í summar fara at taka lut í Europa Cup og Intertoto Cup, fáa vit umrøðu í nógvum av londunum, sum vit selja til, og í londum, sum vit í framtíðini kanska fara at selja til [...] Torleif Sigurðsson, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, hava nú í eitt hálvt ár samráðst við stórfyritøkuna UFA, sum hoyrir heima í Hamburg, um, hvussu skal vera við framtíðar [...] liðug í heyst, og so verða nýggjar samráðingar um treytirnar, teir skulu spæla undir í EM undankappingini, sum byrjar komandi ár. Sigurin á Malta kostaði okkum upp í móti hundrað túsund krónum í dagpengum
aftur til útgangsstøðið í 1984. Nýggja tiltakið hjá Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni í samferðslumálum, vinnur ikki undirtøku allastaðni. Jóannes Eidesgaard, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum [...] Eitt slíkt lyfti frá Sámal Peturi í Grund hevur ikki hevur einki virði í somu løtu hann ongantíð ov skjótt hevur fingið durafjórðingin í Tinganesi, sigur formaður javnaðrfloksins. Studningsvellingur [...] til Skotlands. Tann, sum skal til Skotlands noyðast at gista í Hetlandi og so sigla eitt hálvt samdøgur afturat, ella flúgva, til Skotlands. Í øllum førum er ferðin nógv drúgvari og nógv dýrari, enn tað