at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar [...] miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði EB/Streymur fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen skriva undir uppá. Eftir steðgin hevði [...] Bartalsstovu, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, átti uppleggið, men heimamálverjin eigur at iðra seg um, at hann ikki megnaði at halda váta bóltinum, ið datt fyri føturnar á Sølva, sum takkaði fyri og fyri
fór at verða um spenning, tí tá var AB frammanfyri 3-0. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá skoraði Skála tvey mál. Miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg minkaði um munin til 3-1 [...] at tað tvær ferðir síðstu lítlu løtuna eydnaðist at minka um munin kann fara at vísa seg at vera gott fyri moralin. Skráin sigur, at skálamenn um eina viku fara til Runavíkar at spæla kommunuuppgerð. Hon [...] 3-1 eftir 93 minuttir, og miðvallarin Karl Martin Johansen minkaði um munin til 3-2 eftir 95 minuttir. Hóast skálamenn vóru nógv á bóltinum, og hóast gestirnir høvdu fleiri royndir ímóti málinum, enn h
minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið [...] ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt [...] odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt
trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og at meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku [...] Magnus Gaard. Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri mun fór fram úti í náttúruni, har næmingar lærdu um plantur og djór við at síggja og kenna tey. Nú verður nógv av undirvísingini framd við lærubókum og [...] Slíkum upplivingum hava børn brúk fyri, sigur hann. Magnus Gaard heldur eisini, at menniskju eru farin at síggja náttúruna sum nakað mekaniskt, meðan fólk fyrr høvdu størri virðing fyri henni. – Vit eiga
Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er [...] Teir bøta bert um ein part av muninum. Semjan í arbeiðsbólkinum varð sett til viks Tað er rætt, at 20 prosent skerjingin í 2024 varð gjørd eftir einum serligum tilmæli frá Havstovuni um at endurreisa [...] toskastovnin. Men farið varð langt út um meginregluna, sum vinnan og arbeiðsbólkurin høvdu verið við til at gera. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá umsitingarætlanini og 5-prosentregluni.
undir Føroyum – hava neyvt somu endamál: Tað snýr seg um at verja stovnarnir fyri ovurveiði og at tryggja, at stovnarnir kunnu verða gagnnýttir ár um ár, bæði av okkum og av komandi ættarliðum. Umsitingarætlanir [...] men bara langtíðarveiðireglan (helst tí semja ikki fekst um endurbyggingarætlanina). Tá skipanin varð eftirmett í 2024, varð roynt at fáa semju um at fáa inn endurbyggingarætlanin, sum – eins og við sil [...] er niðanfyri eitt ásett vandamark. Men hóast talan er um skipan, sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina.
Ukrainski sendiharrin í USA, Olha Stefanisjyna, er farin úr starvi. Tað sæst í einum forsetakunngerð, skrivar Reuters. Stefanisjyna hevði verið sendikvinna í Washington í nærum eitt ár. Tað hevur tó í [...] "persónligar umstøður". Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað
annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella løgmálaráðharrin stendur á odda. Teir halda, at Trump er farin út um tær heimildir, forsetin hevur sambært lógini. – Hóast Trump hevur tapt í hvørjum einasta rætti [...] eisini hava roynt at fingið tollgjøldini steðgað. Talsmaðurin í Hvítu Húsunum, Kush Desai, heldur fast um, at tollgjøldini eru væl grundað. – Tá eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum
einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at orkuútbyggingin í Føroyum verður framd sum ætlað – og at hon ikki verður seinkað av ósemju, óvissu ella tvídrátti. Ætlanin er farin á glið [...] SEV vann útboðið um longu í 2019, er enn ikki komin upp – kærur og mótstøða hava steðgað verkætlanini – og útbyggingin í Porkeri er eisini seinkað. Tað eru í sær sjálvum ávaringarmerki um, hvussu skjótt [...] sostatt longu farið upp um sítt egna mark, og úrslitið eftir skatt í 2025 var bert 6,9 mió. kr. Umroknað merkir hetta, at "loftið" hjá lánveitarunum – 9 ferðir verandi EBITDA – liggur um 2,75 mia. kr. Tað gevur
framleiðslu. Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir. Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum um vikuskiftið. Konsertin verður