m parkera nógv fólk har, tá tey fara oman á sandin. Kristian Oskar Henriksen heldur tó ikki, at vanlig bilferðsla er ein stórur trupulleiki. – Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini sleppa [...] kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir at leiðarin [...] leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá
úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein [...] um hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt [...] varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er 6.468 dagar
á Hadsten Skole í Eysturjútlandi er skelkað og stúrið, eftir at tríggir dreingir í dag vórðu skuldsettir fyri at hava ætlað at fremja eitt yvirgangsálop á skúlan. Tað sigur formaðurin í skúlastýrinum, Henrik [...] einum barni í skúlanum, so tað er natúrligt at vera stúrin, sigur hann. Í morgin verður kunningarfundur hildin á skúlanum, har umboð fyri løgregluna, Favrskov kommunu, skúlan og skúlastýrið fara at luttaka [...] lagt ætlanir um at særa ella drepa fleiri fólk á skúlanum. Ætlanirnar skulu hava verið lagdar gjøgnum samskifti á Discord og Telegram. Teir tríggir vórðu handtiknir í morgun, áðrenn nakað álop varð framt.
arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis missa vit
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava vit øll eina felags ábyrgd at skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag. Í Føroyum hava vit allar [...] áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin [...] týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa
kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum
vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við [...] møguleikar. Fyritøkur, ið vilja veksa ella seta á stovn í Føroyum, spyrja í dag fyrst og fremst um atgongd til grøna orku. Kunnu vit ikki veita hana, fara arbeiðspláss og virðisøking onnur staðni. Veitingartrygdin
paringina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at kostnaðir [...] gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og [...] hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] ar í sjófeingislógini. Útróðrarfelagið vísir á, at bólkur 5 er skerdur um 70 prosent í fiskidøgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, uttan at bólkurin hevur fingið onnur fiskirættindi í staðin [...] Sambært felagnum hava 342 bátar í bólki 5 B verið til útróðrar í 2026. Teir hava tilsamans avreitt 1.432,7 tons eftir 3.250 veiðitúrar. Við sama miðalveiðitrýsti fara teir 750 eyka fiskidagarnir at geva