Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
Í dag byrja fyrstu lesandi á nýggju politiútbúgvingini í Danmark. Nýggja útbúgvingin varir í trý ár og kemur í staðin fyri gomlu grundútbúgvingina, sum vardi tvey ár og fýra mánaðir. Tilsamans 120 lesandi [...] lesandi byrja á Politiskúlanum í Vejle og Brøndby. Sambært danska løgmálaráðharranum, Nicolai Wammen, er endamálið at fyrireika framtíðar politistar betri til brotsverkið, sum gerst alsamt meira torgreidd [...] Síðani fáa tey løn, sum er umleið 29.200 danskar krónur um mánaðin, tey seinastu tvey árini. Formaðurin í danska Politifelagnum, Heino Kegel, heldur, at nýggja skipanin fer at gera tað lættari hjá fólki við
fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági. [...] nemliga el- verkið í Botni í Vági. Ljósfestin í ár er sostatt tann sætta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021. Ljósfestin í ár byrjar longu í kvøld fríggjakvøldið 14. august og endar sunnukvøldið [...] 2026 Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har
fullu í føroyskan lut. Føroyar komu afturum 12-6, men síðani raknaði Boas á Skipagøtu veruliga við og gjørdi 6 mál á rað fyri Føroyar. Føroyar komu innaftur í dystin og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum [...] skrivar: - U18-menn: Stórt comeback í javnleiki Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv [...] tað ógvuliga avgerandi, tá Boas á Skipagøtu var jarðlagdur í púra fríari støðu. Dómararnir lótu tó ikki við seg koma, og Boas skuldi út at sita í trý álop fyri at hava verið tilsæddur á vøllinum. Ein lítil
tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku liðunum, Danmark og Spania [...] endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum í Serbia 35-41 fyri Póllandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-18. Frá støðuni 27-27 gjørdi [...] mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál. Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen
seinna miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt [...] byrjan, har Danmark legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan [...] tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum. Danmark var á odda 16-13, og teir megnaðu at halda eina frástøðu allan seinna hálvleik. Danmark fekk eisini væl
tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice . Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland [...] týdning fyri USA. – Grønland er sera týdningarmikið úr okkara sjónarhorni – ikki úr sjónarhorninum hjá Danmark, segði Trump. Donald Trump hevur fleiri ferðir fyrr sagt, at USA eigur at yvirtaka Grønland. Útsagnirnar
Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður [...] økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum [...] venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum. Í verandi trygdarpolitiska landslagnum
stendur m.a. soleiðis í dag: Skótaliðið Royndin fyllir 86 ár í dag Í 1940 var avgjørt at gera eina ‘Roynd’ at seta skótar á stovn í Vági. Og sigast má, at hendan ‘Royndin’ hevur eydnast væl í heili 86 ár. Á in [...] upprunan soleiðis: Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági. Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir [...] at gera eina roynd við hesum. - Skótaliðið Royndin er enn virkið og skipar fyri, tá ymisk tiltøk eru í Vági, t.d. á grækarismessu og á flaggdegi.
mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár. Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. S [...] Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum