Føroya fluttu tvey fólk til Múla í juni. Tann 1. juli vóru tey skrásett at búgva í bygdini. Hetta er fyrstu ferð í góð tólv ár, at Landsfólkayvirlitið vísir fastbúgvandi fólk í Múla. Múli liggur norðast á [...] eystursíðuni á Borðoynni og er partur av Hvannasunds kommunu. Bygdin fekk vegasamband í 1989, men hevur í nógv ár verið uttan fastar íbúgvar. Við teimum báðum nýggju íbúgvunum er Múli ikki longur millum [...] bygdirnar við ongum fólki. Framvegis er eingin skrásettur at búgva í eitt nú Víkarbyrgi, Koltri og Nesvík. Tað samlaða fólkatalið í Hvannasunds kommunu minkaði tó við 12 fólkum seinasta árið. Minkingin stavar