broytingar gjørdar í endaspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum —————— Fyrr í ár varð avgjørt at geva ovasta liðnum í 1. deild hjá kvinnum møguleikan at flyta upp í niðara bólk í endaspælinum í MeistaraDeildini [...] Skála flytur úr niðara bólkinum og upp í ovara bólk í endaspælinum og tekur harvið plássið hjá NSÍ. Samstundis flytur FC Suðuroy upp úr 1. deild og í niðara bólk í endaspælinum, har felagið tekur plássið [...] Við hesum verður talið av liðum varðveitt bæði í ovara og niðara bólkinum í endaspælinum, og kappingin kann halda fram sum upprunaliga ætlað. Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni um eina
FAB LAB í Vági stendur á odda fyri. Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti. FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst ávís tøkni, og í hesum sambandi [...] skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan. Fab Lab Vágur er eitt skapandi og burðardygt prototypaLab í Suðuroy, har øll kunnu koma inn at brúka tøkni, so sum 3D-prent, laserskerara, CNC-maskinur og aðra talgilda [...] fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði. Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab
vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við [...] væl, at vindmyllulundir vekja kenslur – eisini í Klivaløkshaga, har umráðandi fuglaøki eru í grannalagnum. Náttúruatlit skulu takast í álvara, og treytirnar í umhvørvisgóðkenningunum skulu haldast og eftirkannast
spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt —————— Komandi sunnudag verður farið undir endaspælið í Meist [...] midnátt. HB byrjar annars fremst í ovara bólki í endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi við 31 stigum. Víkingur hevur 24 stig, og Skála, sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur [...] hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju stigum. Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða
B36. Heini Guttesen hevur skorað fýra mál í 1. deild í ár, og 16 ára gamli Filip Laursen var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild. Hinir dystirnir í 18. umfari vera leygardagin NSÍ – Víkingur: [...] ngina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um hálvan triðja mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meistaradeildini. Í kvøld spældi [...] B71, FC Suðuroy og ÍF, sum kunnu flyta upp. Á liðnum hjá B71 eru fleiri ungir danskir spælarar, og tað vóru tveir teirra, sum í kvøld skoraðu málini. Jonathan Nielsen og Lucas Ørneborg skoraðu í fyrra hálvleiki
Víkingur Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. Skrivar [...] heimasíðuna hjá FSF. Hópurin Bjørk Akselsen, 07 Vestur Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur Naomi Hansen, 07 Vestur Lilja Debess av [...] U19-landsliðið við gentum forkunnuga vitjan, tá grønlendska A-landsliðið kemur á vitjan á Dungasandi í Sørvági – Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin
byrjar dysturin í 1. deild millum FC Hoyvík og FC Suðuroy á Hoyvíksvøllinum. 3. mai vann FC Suðuroy á heimavølli 6-2 á FC Hoyvík. FC Hoyvík er næstniðast í deildini við 16 stigum. FC Suðuroy er triðfremst [...] triðfremst við 35 stigum. FC Suðuroy hevur eina stóra favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til FC Hoyvík liggja millum 9,00 og 10,50. Oddsini upp á javnleik [...] javnleik liggja millum 6,50 og 6,90. Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 1,15 og 1,19. HER eru oddsini: ##med2##
savna fólk í øllum aldri. - Tí vóna vit, at bæði ung og eldri taka sær eitt headsett og royna hesa stuttligu upplivingina. Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at tiltakið er fyriskipað av FC Suðuroy og VB og [...] Í ár verður eitt nýtt, spennandi og ókeypis tiltak á Ljósfestini í Vági. Hetta verður fríggjakvøldið frá klokkan 22 til midnátt. - Tá verður Silent Disco á økinum frammanfyri pallin, har øll eru vælkomin [...] tónleikauppliving. Í Vágs kommunu vísa tey á, at við einum tráðleysum headsetti kanst tú velja millum ymiskar tónleikastøðir og dansa saman við øðrum – hvør við sínum lag, men kortini í sama felagsskapi
til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. Um tvær vikur verður toppuppgerð, tá ið B71 fær vitjan av Víkingi. Jarnskor er eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri [...] fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli Fríði Gertsson Jarnskor, sum legði Víking á odda, og Fríði var aftur upp á spæl [...] spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár. Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum um munin til 2-0, og
til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað endaði við, [...] nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið 17 ára gamla Markusi Johansen í FC Hoyvík málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at [...] vinna uppflyting. Fyri FC Suðuroy var talan um stórt vónbrot, tí tspið ber við sær, at uppflytingarplássið ikki er so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við