spent upp á túrin hjá Ova Joensen, og hvussu mong eisini trúðu upp á Ova tá, sigur Birgir Andreasen. Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie [...] skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen [...] enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi. Ove Joensen hevði eitt óvanligt dirvi, ein ósvikaligan vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt
umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir [...] at troyta. Størri skipabólkar hava í fleiri førum fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi, á Flemish Cap og á øðrum leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum. Ein prosentvís
ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni [...] ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at hanga skelti upp við skúlar við áheitan um at vísa ansni. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Ráðið fyri [...] eina bók. Vit mæla tí til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna
síni skapandi evni. Við stuðli frá Betri-samtakinum og Tórshavnar kvøldskúla er Filmsfimi nú vorðið veruleiki. „Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari [...] leiðari í Filmshúsinum. Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august. Nærri kunning fæst á heimasíðuni filmsfimi.fo og á sosialu miðlunum. [...] toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir
í fleiri ymiskar diagnosur. – Vit eru vorðin nógv klókari um autismu. Hon fevnir um eitt breitt spektrum, har summi klára seg væl við lítlum stuðli, meðan onnur hava tørv á umfatandi hjálp alt lívið, sigur [...] tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera ymiskum tørvi og avbjóðingum. – Tað eru mørk fyri [...] fyri, hvat eitt spektrum kann fevna um. Í øðrum endanum eru fólk uttan mál og við tørvi á hjálp alt samdøgrið, meðan onnur taka hægri útbúgvingar og halda, at autisma bert er eitt náttúrligt brigdi í menniskjum
Ivi er nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar [...] er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt hjá ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi [...] at rulla lógina aftur, meðan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum hevur talað fyri broytingum. Nú bendir nógv á, at heldur ikki Javnaðarflokkurin hevur eina greiða felags støðu. Ben Arabo segði í tinginum
spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum. Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini [...] stigum. Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi. Skrivar FSF. [...] skrivar: - Nú ber til at atkvøða um, hvør skal verða kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt
Frá 2021 til 2025 eru brúktar góðar 11 milliónir krónur til umvælingar har. Næstur á listanum er prestagarðurin í Hvalvík, har umleið 5,7 milliónir krónur eru brúktar. Bispur vísir á, at nógv av húsunum [...] Tølini eru komin fram í einari grein hjá Frihedsbrevet , sum hevur fingið innlit í útreiðslurnar hjá Fólkakirkjuni. Bispur, Jógvan Fríðriksson, heldur tó fast um, at prestagarðarnir eru ein týðandi partur [...] eiga at vera í góðum standi. – Prestagarðarnir eru í sínum uppruna fyrisitingarligar skrivstovur og tænastubústaðir í nærumhvørvinum. Prestagarðarnir eru til fyri, at kirkjuliðið, so vítt til ber, kann
- Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús í Fløtuvegi 71 seinnapartin sunnudagin. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, og hetta er kunning til [...] Komið inn á gólvið millum klokkan 15 og 17 og fáið eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku. Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í [...] kommununi vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú. - Neyðugt er, at fólk ansa eftir plantunum sjálvi. Og lagt verður aftrat: - So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi
út í bygninginum. - Tað eru roykavarar inni í bygninginum, sum syrgja fyri og tryggja, at øll eru komin út. Átaksleiðarin, Øystein Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin [...] grannabygningi. NRK, sum skrivar um hendingina, veit at siga, at fýra børn eru send við sjúkrabili á Levanger sjúkrahúsið. - Tey eru innløgd til iltviðgerð og eftirlit, verður lagt aftrat. Sagt verður, at [...] tað, tey rópa klorgass. - Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig Lunde, vaktleiðari á 110-miðstøðini. Hann sigur, at í løtuni er óvist, hvussu umfatandi