reglurnar bara skulu galda í ávísum økjum, til dømis í miðbýum ella einstøkum bygdum. Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til [...] og Framsókn og hava lagt fram uppskot um eina nýggja lóg, sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum. Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar áseta, hvussu nógvar dagar
sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi [...] sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi [...] fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum
Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru, skrivar vestmanna.fo. Vestmannadagarnir [...] sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til, skrivar vestmanna.fo.
áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin inn í Gazageiran, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas varð gjørd í oktober 2025 [...] – Bretar eru farnir um mark. Jødahatrið hjá stjórn teirra kennir eingi mørk og tekur ikki atlit at veruleikanum, skrivaði Mike Huckabee leygardagin á sosiala miðlinum X. Útsøgnin kemur eftir, at bretski [...] uttanríkisráðharrin, Ed Miliband, hevur almannakunngjørt eina upptøku, har hann lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági
gunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og [...] dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar. Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar í árinum [...] Vit taka tað flest øll fyri givið, at guðstænasta er í Vestmanna kirkju hvønn sunnudag, at til ber at hava barnadópar og vígslur, tá ið tað passar inn í okkara skema, og at jarðarferðir eru væl fyriskipaðar
bóltin í handara stólpan. Tað reið støðugt um snarið. Gestirnir vóru í løtum meiri á bóltinum, og KÍ var í løtum meiri á bóltinum. Í trimum førum høvdu gestirnir góðar royndir, men Mark F. Jensen í KÍ málinum [...] Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í UEFA Conference League í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um [...] um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt bólkaspæl. Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina eftir javnleikin í kvøld, sum ber eitt stig við sær til europeiska roknskapin
Heilsutrygd ætlar í september at søkja eftir kommunulækna til nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen [...] heilsuøki 3, sum eisini fevnir um Sørvágs, Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur umframt Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir í Tórshavnar kommunu. Í heilsuøki 3 eru í løtuni seks kommunulæknaviðtalur. Ein [...] kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði. Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt eisini møguleika at velja ein kvinnuligan
og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað [...] kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð regulering [...] vita, hvør trupulleikin er – og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum eftir at hava verið í summarfrí. - Pauli Magnussen og hini dugnaligu [...] verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt. - Hildið verður tó fast í summum tiltøkum, eitt nú vælumtókta pannukøkuhóskvøldinum og tónleikatýskvøldinum, har til ber at fáa frálæru í tónleiki og
kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir, verður roknað millum tíggju tær bestu í Europa. Sera tepra tapið ber við sær, at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa [...] Tellechea í kroystari støðu tók skeiva avgerð. Lech Poznan álopsspælarin slapp púra leysur, og tá ið Mark F. Jensen skuldi leypa fram úr málinum til avgerandi tvídystin, var hann óheppin og gleið. Mark F. Jensen [...] Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara úr stuttari