Amerikanski CIA-leiðarin, John Ratcliffe, kunnaði ikki ES um vitjan sína í Russlandi týsdagin. Tað veit talsfólkið hjá ES-nevndini, Paula Pinho, at siga. Tá eitt amerikanskt hernaðarflogfar lendi í Moskva [...] ikki greitt, hvør samanhangurin var. Seinni vistu fleiri útlendskir miðlar at siga, at CIA-leiðarin, John Ratcliffe, var í flogfarinum, og týskvøldið frættist eisini, at flogfarið varð farið avstað aftur [...] aftur úr Russlandi. Hetta var eftir øllum at døma fyrsta ferðin hjá CIA-leiðaranum, sum tók við í januar í fjør. Í november í 2021 fór táverandi CIA-leiðarin, William Burn, til Russlands at hitta russiska forsetan