Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir [...] møguleika til mál vísti seg at vera kostnaðarmikið í seinna hálvleiki. Miðvallarin Óli Eyðsteinsson Poulsen legði beinanvegin EB/Streym á odda eftir deyðbólt og upplegg frá miðverjanum Laurits Norby, og sum [...] tað at skora sigursmálið. Eftir horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda