fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi, á fíggjar- og búskaparøkinum og vit góðtóku harafrat bindingar uttaneftir um eina framtíðar oljuvinnu undir Føroyum. Politiska støðan og gongdin í landinum kundi lýsast [...] samfelagsliga og leikluti tess í samband við ta politisku og umsitingarligu skipanina og vinnulívið. Støða verður í næstum tikin til, nær og í hvørjum líki uppkastið til løgtingslóg um kolvetnisvirksemi verður [...] ni og fall tí burtur. Tað verður lagt framaftur í heyst. Tá verða uppskot um automatisering av sjálvuppgávu og ognaruppgerð, uppskot um álíkningarmyndugleika og kærunevnd, rættartrygd borgaranna og aðrar
niðurundir komin fíggjarliga. Eftir nýggju lógini verður lok lagt á, meðan málið verður viðgjørt, og ikki fyrr enn eftir at allir møguleikar eru troyttir og endalig avgerð fallin, krevur skattavaldið peningin [...] í umrøðuni av fiskimannaskattinum. Og tað er spell. Rættiliga umfatandi og kollveltandi Veruleikin er jú tann, at henda nýggja skattalógin er rættiliga umfatandi og í høvuðsheitinum ávirkar so at siga [...] einasta skattaborgara í landinum. Fyrst og fremst kemur vanligi skattgjaldarin at merkja broytingina við at nú verður ikki longur neyðugt við sjálvuppgávu og ognaruppgerð. Og hetta verður helst ein stórur lætti
fjálga og heita dýnu, lá gentan og ristist. Hon kendi seg ikki kalda, og kendist heldur ikki køld. Knappliga var tað tó, sum hon stívnaði og kølnaði. Tey ungu vistu ikki síni livandi ráð, men so við og við [...] ið var fallin um av møði og kulda, og politiið noktaði fyri at hjálpa teimum. Til alla lukku kom tá ein bilur framvið, og fólkini í hesum bilinum varnaðust, at okkurt var áfatt. Steðgað var, og tá greiða [...] tvey-tvey tíðina brast hann á við kavaroki, og eftir stuttari løtu var alt hvítt. Hetta órógvaði tó ikki tey ungu inni í dansistovuni, tí har var sjálvandi lýtt og fjálgt. Ikki fyrr enn farast skuldi aftur
Fremad, líkist einum álopssamstarvi millum Toda og Thorninger. Avgerðin næstan fallin FCK-spælarar og leiðarar vóru vónbrotnir eftir tapið móti Brøndby, og teir vóru mest sum á einum máli um, at nú er næsta [...] hesaferð við 100 monnum umframt tey 180 varktarfólkini hjá FCK og Brøndby. Og tað var eisini friður á áskoðaraplássunum undir dystinum, og eftir dystin var heldur eingin ófriður. Átta fólk vórðu handtikin [...] jan og niður í málhornið. Málið minsti nógv um tað, sum Todi Jónsson gjørdi móti júst Brøndby í fyrsta dystinum millum liðini í ár. Eftir hetta málið kom órógv á FCK-spælið, og ikki fyrr enn eftir steðgin
gunum. Og soleiðis skikkaði róðurin sær eisini. Svanur av Skála legði seg skjótt í oddin. Ørnin lá fram við, men har manglaði tað síðsta, áðrenn tær komu heilt fram. Tætt var millum bátarnar og einu løtuna [...] Báran úr Hvalvík og Streymnesi lá væl fyri einu løtuna, men orkan gekk undan tá tær av álvara fóru at nærkast málinum. Tá raknaði Ørnin við. Tá einir tvey hundrað metrar vóru eftir á mál, kom stígur í [...] sekundi vóru á muni millum Ørnina og Svan og tað merkir, at tað bert vóru fáir sentimetrar, sum Ørnin var frammanfyri. Men róðurin var so sera spennandi, tað er vist og tað skulu manningarnar eiga stóra
borg men slaka og royna at sættast við afturhaldið, so gera vit krøv og sjónarmið teirra stovubær og góðtakilig. Tá sópa vit sjálvi munin burtur millum vinstra og høgra, millum samhaldsfesti og sjálvsøkni [...] heimlig og altjóða viðurskifti. Síðani síðst í sekstiárunum høvdu rørslur og felagsskapir tikið seg fram, fyri øktum rættindum hjá verkafólki, fyri ungdómsrættindum og kvinnufrígering, fyri andaligum og sa [...] fólkum og tjóðum, fyri heimsumfatandi avdubbing og friði. Afturímóti vaks ein sonn mcCartyistisk afturhaldsøsing upp gjøgnum 70-ini í Føroyum, har man royndi at ræða og terrorisera fólk til at tiga og geva
útgangsstøðu og kundi klára seg við javnleiki fyri at vinna bólkin, og tá so B36 spældi á heimavølli, var tað náttúrligt teir, sum høvdu bóltin mest, meðan útiliðið meira lá og bíðaði eftir einum útspæli [...] millum B36 og NSÍ í seinna dystinum í Gundadali sunnudagin. Liðið, ið vann, vann eisini bólkin og fekk sostatt rætt til heimavøll í fjórðingsfinaluni. Fyrr í kappingini høvdu liðini spælt í Runavík, og tann [...] høgru lið, men bólturin sníkti seg inn undir hann og fór í málið umvegis stongina. Hetta var júst byrjanin, havnarliðið hevði hugsað sær, og løturnar eftir leiðslumálið spældu bronsuvinnararnir frá í fjør
framat, og so var hol komi? á byldina. Ta? hildu gøtumenn í øllum førum, og beint aftaná mundu teir økt til 2-0, tá stongin bjarga?i B71. Men ta? kom illa vi?, tá Kári Sørensen bert f?ra minuttir eftir lei [...] komnir nor?ur eftir, var nú aftur í eygsjón. Máli? til 1-1 kom í 58. minutti, og ta? tók GÍ ein hálvan tíma at fáa sigursmáli?, teir høvdu so hart brúk fyri. Máli? var eitt sindur heppi?. Eftir áhaldandi GÍ [...] sandoyingar, sum júst eru komnir upp aftur úr 2. deild. Og ta? var eisini um reppi?, at uppflytararnir fingu eitt stig su?ur vi? sær aftur eftir ein dyst, sum heimali?i? sat fullkomiliga á allar 90 minuttirnar
Thorsteinsson, sum krøkti Øssur, og so var brotsspark. Jan Petersen sendi brotssparkið á stongina og í netið, og sostatt var stongin ikki í parti við B36 hesaferð, eins og hon var í steypadystinum móti VB [...] B68 og B36 ongantíð nøkur serlig fótbóltsuppliving. Tað hava sjáldan verið so nógv fríspørk innan 90 minuttir, sum tað vóru á Svangaskarði sunnudagin, og tí var langt millum samanhangandi spælið og mál [...] hann innaftur í spenningi. Serliga í løtunum eftir at B68 hevði minkað um munin tíðliga í seinna hálvleiki, lá dysturin á vippuni. Toftamenn vóru naskir, og teir fingu eisini eitt mál afturat beint aftaná
einsamallar Bob Woodward og Carl Bernstein arbeiddu saman næstu árini, og teir vístu slíkt áhaldni og slíkan treystleika sum sjáldan sæst. Teir fylgdu øllum slóðunum, teir ringdu aftur og aftur til fólk sum [...] um øll hugsandi og óhugsandi viðurskifti, útvaldir mans royndu at oyðileggja herferðir, fundir og annað virksemi hjá demokratunum, pengar vóru savnaðir og nýttir í stríð við lógina, og sum heild var talan [...] fólki, og í einari beinleiðis sjónvarpsrøðu almannagjørdi hann sína avgerð um at leggja frá sær. Dagin eftir gekk hann tungu fetini eftir grasplenuni í Hvítu Húsunum, umborð á eina hernaðartyrlu, og fleyg