og eldurin varð sløktur rímuliga skjótt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann sigur, at eldur helst hevur fest í av einum glóðum frá einum vinkulslípara, og at hann ikki hevði so nógv uppá seg [...] seinasta samdøgrið verið sera friðarligt hjá løgregluni, sum einki hevur havt at gjørt í sambandi við náttarlívið í nátt.
myndir av íbúðarbygningum, sum eldur var í, og har bjargingarfólk vóru í holt við at bjarga og hjálpa fólki í leivdunum. Eldur var eisini í einum handli og fleiri bilum í økinum, vístu myndirnar, sum g [...] sum í morgun upplýsa um russiska álopið í nátt og kelda er guvernørurin í økinum, Oleksandr Ganzha. Hann skrivar um álopið á Telegram. Tíðliga í nátt segði guvernørurin, at sjey fólk vóru særd í russiska [...] myndugleikarnir siga í morgun, at tvey fólk eru dripin og átta eru særd í russiskum álopum á Dnipro. Dnipro liggur við Dnipro-ánna har eysturi í Ukraina, og hóast russiski herurin í nøkur ár hevur staðið
Sløkkiliðið í Ålesund sigur, at eldur er í einum lutfalsliga stórum øki í Ålesund í Noregi. - Vit hava hvørki tamarhald ella fult yvirlit við støðuni beint nú, sigur átaksleiðarin í Ålesund, Sindre Egenes [...] tað er sera turt í økinum. - Vit hava allar tøkar menn á staðnum ella á veg á staðið, og arbeiðið at sløkkja er í gongd, sigur Sindre Egenes. Í einari dagføring skrivar átaksleiðarin í løgregluøkinum, Møre [...] lk hava lagt út slangur fyri at væta turra lendið. Í norskum miðlum seinnapartin verður tosað um lendiseld - ella skógareld - sum herjar í Ålesund í løtuni. Dagføring: Stutt fyri klokkan 18, norska tíð
Í gjárkvøldið raktu russiskar dronur havnina í býnum, Izmail, sum liggur í Odessa-regiónini har suðuri í Ukraina. Tað er var eitt skip við flaggi úr Panama, sum varð rakt. Hetta skrivar varaforsætisráðharrin [...] ðharrin í Ukraina, Oleksij Kuleba, á Telegram. Oleksij Kuleba sigur, at eingi mannalív vóru mist í álopinum, men bæði útgerð og undirstøðukervi kring havnalagið fingu skaðar. - Eldur stóðst av einari av [...] skjótt sløktur, og hóast undirstøðukervið varð rakt, er alt í gongd kortini. Varaforsætisráðharrin leggur aftrat, at neyðumvælingararbeiðið fór í gongd stutt eftir russiska álopið.
Ein maður er deyður í einum ukrainskum dronuálopi í russisku marknaðregiónini, Belgorod, í nátt. Tað skrivar guvernørurin í økinum, Vjatsjeslav Gladkov, á Telegram. Hann vísir á, at tvey dronuálop komu [...] álopinum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun. Næst síðstu nátt leyp Ukraina á eitt stórt russiskt oljureinsiverk í russiska býnum, Yaroslavl, sum liggur í ein landnyrðing úr Moskva. Hetta visti t [...] tíðindastovan, Reuters, at siga, og her verður sagt, at eldur var í russiska oljureinsiverkinum.
guvernørurin í økinum mánadagin á boðtænastuni Telegram. – Ein brennievnistangi fekk skaða í havnini í Primorsk, og eldur festi í, skrivar Aleksandr Drozdenko, guvernørur í Leningrad-landslutinum í vestur Russlandi [...] Russlandi. Havnin í Primorsk verður mett at hava týdning fyri útflutningin av russiskari ráolju. Ukrainska herurin hevur tikið ábyrgdina av álopinum. Hann segði í dag, at tey høvdu "rakt lykla brennievnis- [...] brennievnis- og orkuinfrakervisverk" í Russlandi, eisini í Primorsk. Ritzau/AFP
tað er skakandi, at hetta kann hava funnið stað í lívitíðini hjá mongum, sum eru á lívi í dag. Her greiðir Hanna fyrst frá, hvussu tað var at vera barn í hesi tíðini, og hvussu børnini vóru happað bara [...] eydnaðist tó beiggjunum at sleppa av landinum. Hanna var innløgd á sjúkrahús í Berlin, men varð seinni flutt á sjúkrahús í Theresienstadt í Tjekkslovakínum. Ein dagin fær hon eini skrivlig ferðaboð, at hon ein [...] tokinum, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hesa ótrúligu søguna hava vit í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið í dag, og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við hald
hvørki USA ella Qatar vóru við í loftálopinum, sambært amerikanska forsetanum. Álopið fekk Iran at svara aftur við at bumba eitt stórt gassverk í Katar, sum eldur er komin í. - USA visti einki um hetta ávísa [...] bumba orkuverkini í Qatar. Tað gjørdi hann hóskvøldið á egna sosiala miðlinum hjá Trump, Truth Social. Sambært Trump var tað Ísrael einsamalt, sum mikudagin leyp á eina iranska gasskeldu í Persaflógvanum [...] sum liggur í Persaflógvanum, við Katar. Tann iranski parturin eitur South Pars og telur umleið ein triðing, meðan restin hoyrir til Katar og eitur North Dome ella North Field, skrivar ABC í Avstralia.
Talan er um russiska skipið, Arctic Metagaz, sum eldur kom í hin 3. mars í ár. Russar halda uppá, at eldur kom í skipið í altjóða sjógvi sunnanfyri Malta í einum ukrainskum álopi við sjódronu. Sagt verður [...] tangarnir í skipinum, sum hava diesen og gass higartil eru heilir, men nú verður stúrt fyri, at veðrið á leiðini kann føra mannleysa skipið nærindis italsku oyggjunum, Linosa og Lampedusa, sum liggja í ein útsynning [...] hava myndugleikarnir í Italia kallað inn bæði sjóverju, marinu, orkumálaráð og verju til fundar, og eitt umboð fyri italska uttanríkisráðið heldur, at skipið er ein "tikkandi bumba". Í russiska uttanríkisráðnum
rakettum og dronum, sum Iran sendir eftir málum í nátt. Fyrr í kvøld frættist, at eldur er í einum stórum olju-og gassøki nærindis Abu Dhabi. Men, álopið, sum Reuters nú umrøður við verjumálaráði landsins [...] er eftir øllum at døma eitt nýtt álop úr Iran. Lesið eisini - Eldur í olju-og gassøki í Abu Dhabi - https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-olju-og-gassoeki-i-abu-dhabi [...] Aftur í nátt hevur Iran skotið rakettir og dronur eftir málum í Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað upplýsir verjumálaráðið í landinum sambært Reuters. Loftverjan er virkin og roynir at byrgja uppfyri rakettum