Circle, varð stovnað í 2021, og hevur høvuðssæti í Hollandi og skrivstovur í Stóra Bretlandi, Italia, Grikkalandi og Fraklandi. Felagið tekur sær av at viðlíkahaldi av yvir 700 vindmyllum í Evropa, Norður Amerika [...] hjá Enercon og hava drúgvar royndir við ymsu myllunum hjá Enercon. Í juli hava fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle verið í Føroyum, undir leiðslu av Lauru Collin, fyri at kanna og arbeiða uppá myllurnar [...] hava verið á eini venjingarlegu. - Hetta er eitt gott høvi at læra okkara fólk upp. Tá vit arbeiða í Bretlandi og á evropiska meginlandinum eru fjarstøðurnar øgiligar, og nógv tíð fer við ferðing og koyring
Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági. [...] nemliga el- verkið í Botni í Vági. Ljósfestin í ár er sostatt tann sætta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021. Ljósfestin í ár byrjar longu í kvøld fríggjakvøldið 14. august og endar sunnukvøldið [...] saman við Sev Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum,
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] suðurætt og útsynningur kunnu hinvegin vera harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík. Í Havn byrjar tiltakið kl. [...] i á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54. V
við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um oddaliðini í Føroyum og í Sveis. NSÍ er fremst í Meistaradeildini við 37 stigum, og FC Lugano hevur níggju stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í sveisisku kappingini [...] Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano. FC Lugano vann fyrra dystin 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum [...] kappingini. FC Lugano er einasta liðið í sveisisku Superliguni, ið hevur fult stigatal. FC Lugano fekk eina góða upptakt undan ferðini til Føroya. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli ein knúsandi 5-0 (2-0)
Tað er endamálið við einum uppskoti til kunngerð, sum nú er sent í almenna hoyring. Sambært uppskotinum skulu fjarskiftisfyritøkur í Føroyum skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar, so løgreglan kann [...] rættarsøkt. Í hoyringarbrævinum verður sagt, at endamálið er at geva løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk. Heimildin er í rættargangslógini [...] internetatgongd hjá brúkarum í eitt ár. Uppskotið snýr seg um skráseting og goymslu av upplýsingum um internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum. Uppskotið er nú sent í almenna hoyring. Møgulig
summar. Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. [...] - spældi venjingardyst móti A-landsliðnum hjá Grønlandi, ið enn ikki hevur fingið altjóða limaskap í FIFA ella norður- og millumamerikonsku fótbóltssamgonguni, CONCACAF. Ungu føroysku kvinnurnar vunnu [...] Vøllurin á Dungasandi í Sørvági var seinnapartin ramman um ein landsdyst, ið tó ikki verður nakar altjóða skrásettur landsdystur. Føroyska U19-kvinnulandsliðið - uttan profilarnar sum spæla uttanlands
besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Eftir misjøvnu fyrstu 10 minuttirnar spældi hann seg veruliga upp. Ein rimmar dyst har hann gjørdi heili 12 mál. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, týsdagin [...] fullu í føroyskan lut. Føroyar komu afturum 12-6, men síðani raknaði Boas á Skipagøtu veruliga við og gjørdi 6 mál á rað fyri Føroyar. Føroyar komu innaftur í dystin og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum [...] skrivar: - U18-menn: Stórt comeback í javnleiki Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv
av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar fingu [...] Váðin í føroyska spælinum var eisini tíðum ov høgur, og vóru norðurmakedonar skjótir at revsa í hinum endanum. Norðurmakedonska leiðslan kundi væl verið hægri, men stóð Micah Wardum Ragnarsson væl í málinum [...] málinum og hevði 8 bjargingar í fyrra hálvleiki. Norðurmakedonar vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga