ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra ferðin var 6. apríl, tá ið 07 Vestur tapti 2-0 á Argjum. Ta ferðina avloysti Sámal á Steig tíggju minuttir eftir steðgin Sebastian Wille. Úrslitið [...] sínar eftir skjót mótálop. Sum seinni hálvleikur leið, kendu heimamenninir seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn
til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri. Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland [...] sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+. Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi
upplýsingar úr ættargranskingardátugrunnum fyri at eyðmerkja møguligar familjusambindingar. Málið hevur verið óloyst í meira enn 20 ár, men nýggja DNA-háttalagið hevur nú ført til, at ákæra er reist móti [...] Málið kemur fyri rættin 17. august, upplýsir ákærin Hanna Flordal sambært svenska tíðindastovuni TT. Maðurin er funnin við hjálp av DNA-grundaðari ættargransking, har DNA-spor verða samanborin við upplýsingar
hava týdning fyri marknaðaratgongdina og serliga fyri virking og útflutning av ávísum fiskasløgum. Men MSC má ikki brúkast sum eitt generelt nei-argument móti einari og hvørjari tillaging fyri bólk 5. Um [...] millum ár. Hjá bólki 5 eru túsundavís av tillutaðum fiskidøgum farnir fyri skeytið gjøgnum árini. Ein avmarkað skipan varð gjørd fyri bólk 5 í 2025, men dagarnir vórðu tillutaðir so seint, at teir ikki kundu [...] Og lat okkum síðani rætta tann grundleggjandi órættin, sum bólkur 5 hevur verið fyri. Fróði Magnussen løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
ímóti Viborg FF í dysti í donsku superliguni. Viborg vann dystin 3-2. Í steðginum var útiliðið á odda 2-0. Kelvin Ehibhatiomhan fekk spenning í dystin aftur, tá tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki [...] kanónskoti, men nærri kom heimaliðið ikki einum stigi. Adrian fekk 72 minuttir á vøllinum í kvøld. Fyri leikliga avrikið í kvøld fær Adrian karakterin: 6,6 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Frá Soccerstand [...] Soccerstand fær Adrian karakterin: 6,3. AC Horsens er á sætta plássinum, har teir hava sjey stig fyri seks dystir. Týsdagin klokkan 17 spælir AC Horsens dyst á útivølli í donsku steypakappingini. Mótstøðuliðið
at halda AfD uttan fyri politiska ávirkan bæði í landspørtum og á samveldisstigi. AfD varð stovnaður í 2013. Á týska samveldisvalinum í 2025 gjørdist flokkurin næststørstur við góðum 20 prosentum av atkvøðunum [...] Fær flokkurin reinan meiriluta, kann hann fyri fyrstu ferð fáa valdið í einum týskum landsparti. Eitt søguligt val kann vera á veg í Týsklandi í dag. Veljararnir í Sachsen-Anhalt fara á val, og veljar [...] Flokkurin stendur til meira enn 40 prosent av atkvøðunum. Fær AfD reinan meiriluta, kann flokkurin fyri fyrstu ferð í sínari søgu fáa valdið í einum týskum samlandi. Tað hevði samstundis verið fyrstu ferð
allir bátar, ið lúka somu treytir í bólki 5B, kunnu brúka. Hetta er sostatt ein almenn politisk avgerð fyri ein heilan bólk og ikki ein serstøk tillutan til mín. At ein politikari, eins og onnur í samfelagnum [...] et velur á henda hátt at gera ein møguligan persónligan fyrimun til høvuðsvinkulin. Tað má standa fyri teirra rokning. Tá ið Frihedsbrevet leggur so stóran dent á persónlig sambond og møgulig áhugamál [...] lesarunum um, at Barbara Holm (ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo) er systir Dennis Holm, sum stóð fyri skerjingum í fiskidøgum, ið nú verða umrøddar, og at mamma greinahøvundans í morgun tók lut í orð
Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna – tilsamans 8,2 prosentstig aftan fyri andstøðuna. Í seinasta parti av kanningartíðarskeiðnum var munurin tó bara góð seks prosentstig. Ein [...] ivamálunum er Liberalerna. Flokkurin hevur nærum alt valskeiðið ligið undir 4-prosent markinum, sum krevst fyri at fáa umboð í Ríkisdagin. Í nýggjastu SVT/Verian-kanningini fær Liberalerna 3,0 prosent. Tað er ein [...] Sverigedemokraterna eru næststørsti flokkurin í fleiri av kanningunum og hava havt stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann
í Vika á Argjum. Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda plássi, áðrenn dysturin millum B68 og 07 Vestur er [...] royndir ímóti málinum, enn heimamenninir høvdu, so var tað AB, sum undan steðginum legði seg á odda 2-0. Tað fyrra málið skoraði Ragnar Skála beinanvegin, og tað seinna málið skoraði Bjarki C. Nielsen við [...] AB málið, og so sá alt út til at vera avgjørt, tá ið dómarin eitt korter undan leikloki bríkslaði fyri enn einum AB brotssparki, sum liðformaðurin Bjarki C. Nielsen setti í netið. 3-0 til AB, og so sá
plássinum í deildini. Enn er leikskráin fyri endaspælið ikki komin. Í oddinum er Víkingur Reykjavík fremst við 53 stigum. Fram er næstfremst við 45 stigum. Nógv talar fyri, at Gunnar Vatnhamar fær eitt gull [...] legði ÍBV á odda tíðliga í dystinum, og tá 70 minuttir vóru leiktir økti Alex Freyr Hilmarsson til 2-0. Heimaliðið megnaði tó at skjóta tvey mál innanfyri tríggjar minuttir, og so lá eitt stig eftir í Garðabær [...] Garðabær. Ari hevði níggju bjargingar, og Sofascore gevur Ara karakterin: 10 av 10 møguligum fyri leikliga avrikið. Soccerstand eru meira pírnir og geva Ara karakterin: 7,7. ÍBV er aftast við 18 stigum