annað, um týskt skal gerast til kravda lærugrein longu í 7. flokki. Týskt er í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum. Men broytingar í upptøkukrøvunum til miðnám kunnu fáa avleiðingar fyri [...] sum í dag hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning. Hon spyr fyrst, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við undirvísingini í fremmandamálum í fól [...] fólkaskúlanum, um upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur. Fyrispurningurin varð settur í Løgtinginum í dag, 21. august.
tikin 24. august 2026 klokkan 00.49 UTC. Á henni sæst stóra skýskipanin snara rundan um miðjuna á ódnini. Saudel er flokkað sum ein ódn í fjórða bólki. Sambært frágreiðingum var støðugi vindurin upp í umleið [...] umleið 200 kilometrar um tíman. Ódnin fór 24. august tvørtur um Filipsoyggjahavið. Hon fór í ein útsynning úr japansku oynni Iwo To og helt leiðina ímóti Okinawa. Fylgisveinurin, sum tók myndina, er partur [...] Copernicus-fylgisveinunum verða millum annað nýttar til at fylgja tropiskum ódnum og stuðla tilbúgvingini í oyggja- og strandarøkjum. Kelda: Copernicus/EU Space
Leygardagin 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan [...] Ísland kann fáa. Samráðingarnar steðgaðu í 2013 Ísland søkti um ES-limaskap í 2009 eftir íslendsku bankakreppuna. Samráðingarnar byrjaðu árið eftir, men vórðu steðgaðar í 2013 eftir stjórnarskifti. Ísland er [...] ES og setur stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata fólkið
um limaskap í ES uppaftur. Tað skrivar Morgunblaðið í dag. Sambært blaðnum er tó ikki bara talan um vælvild mótvegis íslendingum. Írar hava sjálvir stór áhugamál í, at Ísland kemur upp í ES, og serliga [...] leingi ynskt broytingar í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Kemur Ísland inn í samveldið við sínum stóra fiskivinnusektori, kann tað geva írum ein sterkan samgongufelaga í royndunum at fáa broytingar [...] Íslendingar skulu 29. august taka støðu til, um samráðingarnar við ES skulu takast uppaftur. Verður úrslitið ja, hevur íslendska stjórnin sagt, at samráðingarnar kunnu byrja aftur longu í ár. Ísland søkti um
Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri í føroyskum ítrótti, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast gjøgnum [...] Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran. Móttøkan verður fríggjadagin tann 14. august frá klokkan 15.00 til 18.00 í ÍSF húsinum
Fridrikka Clementsen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV spældu móti liðnum úr Garðabær, Stjarnan á Hásteinnsvøllinum í Heimey. Tað eydnaðist ÍBV at vinna dystin 3-2 aftaná tríggjar dystir [...] Allison Grace Lowrey skoraðu longu í 14. og 15. minutti. Men tað gingu bert sjey minuttir, so hevði Stjarnan minkað um munin. Allison Grace Lowrey økti til 3-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Stjarnan megnaði [...] var eftir av dystinum. ÍBV er triðfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. FH og Breiðablik eru fremst við 33 stigum hvør. Fríggjakvøldið 21. august hevur ÍBV aftur dyst á heimavølli. Tá kemur
norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið [...] Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi [...] størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023
spæla í deildini. Í Evropa hevur eisini gingið illa. Mjällby vann samlað á Lincoln Red Imps í øðrum undanumfarinum í Champions League. Men Mjällby tapti báðar dystirnar fyri Slovan Bratislava í triðja [...] Agnarssyni, Mjällby er í tungum sjógvi í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan. Seinastu 11 dystirnir hava bert givið sjey stig. Talan er um ein sigur, fýra javnleikir og seks tap í hesum 11 dystunum [...] inum, og teir taptu báðar dystirnar fyri Salzburg í røkk støkk umfarinum til deildarspælið í Europa League. Mjällby hevur tó bjargað sær deildarspæl í Conference League. Mjällby eru verandi meistarar og
Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk- [...] hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga [...] orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar. Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd. Russiska
kongur í Noregi í 1991. Seinastu árini var heilsan viknað, og hann varð fleiri ferðir innlagdur. Í 2024 fekk hann millum annað ein pacemakara eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia [...] Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur [...] Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Hann gjørdist 89 ára gamal. Meðan hann var innlagdur, varð hann viðgjørdur fyri