arstovur annars veita. Elin í Haraldsstovu hevur verið bæði í Fugloy, Svínoy og í Skúvoy og arbeitt, og tað gekk upp á stás, sigur hon. - Hví valdi tú at gerast sjálvstøðug - við ongari hárfríðkanarstovu [...] eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men um kvøldið fór eg ofta út til fólk, sum onkusvegna ikki kundu koma til okkara, eitt nú fólk, sum liggja á sjúkrahúsi og aðrastaðni, sigur Elin [...] í privatheim, ella um fólk á smábygdunum taka seg saman og biða meg koma ein ávísan dag, tá tey hava stundir at fara til frisør, sigur Elin í Haraldsstovu. Hon fer bert út á bygdir, har eingin hárfríð
vildar, kunnu kajakkir leigast til rógving á Sandsvatni, og her kann farast á vøtnini við sílatráðu. Kunningarleiðarin vísir á, at nógv søga er í oynni, og á Visit Sandoy vilja tey altíð vera góð í ráðum [...] summarhús saman við familju, vinfólki ella bindiklubba. Rúni Arge Mortensen, kunningarleiðari á Visit Sandoy, vísir á, at í sýsluni eru bæði matvøruhandlar, og her eru veitarar, sum eitt nú bjóða heimablídni [...] summarhús til leigu kring um í Sandoynni, og vit hava eisini summarhús til leigu í Skúvoy. Bæði í Sandoynni og í Skúvoy eru veitarar við heimablídni, um fólk ynskja sær okkurt gott til matna, meðan tey
hann umborð á Dúgvuni, sum røkir farleiðina millum Leirvík og Klaksvík. Hvussu leingi hevur tú siglt hjá Strandferðsluni? Eg havi siglt við Strandferðsluni í 20 ár. Og eg havi faktiskt siglt á øllum farleiðunum [...] burtur úr. Tó ynski eg at heilsa teimum, sum eg hitti á goymslunum kring landið hjá Føroya Bjór, meðan eg sigldi har tey í Skálavík, Leirvík, Havn og á Tvøroyri. [...] farleiðunum kring oyggjarnar, uttan millum Sand og Skúvoy. Hvussu er Dúgvan sum skip? Dúgvan er eitt gott sjóskip. Hon er behagilig, og er sera vinarlig sinnað mótvegis ferðafólkum, bilum og manningini. Hvussu
Borgarstjórin vísir á, at trý starvsfólk hjá Strandfaraskipum Landsins vóru í Skúvoy nakað fyri jól og tosaðu um ymiskt í samband við Sildberan. - Tá hesi vóru á veg umborð á Sildberan Úti í Støð á Sandi, kom maður [...] parkeringsviðurskiftini á havnalagnum. - Her er eingin avmerking og eingi skelti. Tí eru fólk eitt sindur í iva, tá tey skulu seta bilar frá sær. Harry Jensen vísir á, at manningin á Sildberanum hevur fingið [...] sleipaður burtur, tá tey komu aftur úr Skúvoy. Harry Jensen heldur, at um borgarstjórin í Sands kommunu sigur hetta ikki vera sætt, ger hann tað, sum ikki er loyvt at gera á tingsins røðarapalli. - Brandur Sandoy
skipum til lívs. Heimafriður vísir á eina kunngerð hjá Umhvørvisstovuni frá 2017, sum sigur, at skip ikki hava loyvi at órrógva fugl við Ramsaroyggjarnar - Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Bannið er galdandi fram [...] ein hóttan mótvegis trivnaðinum og "heimafriði" hjá fugli, sigur Heimafriður. Men felagið undrast tó á, hvussu tað kann bera til, at ein kunngerð, sum verjir fólk í Føroyum ímóti larmi frá skipum, ikki er [...] erndarlógina, sum letur upp fyri, at kunngerðin kann setast í verk. - Heimafriður heitir staðiliga á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um eisini at seta í gildi kunngerðina, sum skal
breyð í hesum umfarinum, eins og kantinurnar á báðum flakavirkjunum í oynni. Í Skúvoy er ein handil, og fær hann breyð frá Anfinni eina ferð um vikuna. Árla á fótum Men dagurin hjá einum bakara byrjar langt [...] hjá einum bakara á Sandi í øllum førum. Gott lív Hóast hann hevur verið einsamallur í øll hesi 34 árini, so hevur tað ikki tikið hugin frá bakara-yrkinum frá honum. - At eg havi hildið á so leingi, tað er [...] ein siga. Áðrenn vanlig fólk eru byrjað at hugsa um dagsins mongu uppgávur, hevur hann longu verið á fótum í fleiri tímar. - Eg plagi vanliga at fara upp um 4-tíðina, kanska onkutíð um hálvgum fimm-tíðina
íkast í drúgva fyrireikingararbeiðið at tilnevna Nólsoy, Mykines og Skúvoy sum altjóða RAMSAR-øki vegna ríka fuglalívið. Anni á Hædd vísti á, at norðurlendsku heiðurslønina hevur Jens-Kjeld Jensen partvíst [...] eisini tann, sum minnir okkum á, at okkum vantar meira nútímans karmar at fyribyrgja innrás av invasivum sløgum og at verja okkara náttúrumargfeldið. Hon vísti eisini á, at á politiska vígvøllinum mugu vit [...] til. Vegna landsstýrismannin ynskti Anni á Hædd Jens-Kjeld Jensen hjartaliga tillukku við stóra norðurlendska heiðrinum, sum so dyggiliga er uppiborin. Hon vísti á, at sum sjálvlærdur vísindamaður hevur
segði Margretha drotning á tíðindafundinum. Skilligt var, at tey ið hava fyrireikað vitjanina hava gjørt eitt framúr gott arbeiði. Tí, sum Margretha tók til: - Hvør dagur hevur verið á tremur við góðum upplivingum [...] hyggja fólk upp og tey hyggja eisini frameftir, legði hon dent á. Drotningahjúnini harmaðust um, at tey ikki kundu vitja í Stóru Dímun og Skúvoy í gjár, orsakað av vánaligum veðurlíkindum. Tað verður so kanska [...] Margretha á. Eftir tíðindafundinum í gjár at døma fara tað ikki at ganga fimm ár, til tey aftur fara at vitja kring oyggjarnar. Tey vitjaðu her seinast í 2005. Beinini Drotningahjúnini vóru mikudagin á vitjan
Skúvoy Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum um, at ein maður í Skúvoy, ið áður hevur siglt sum navigatørur, hevur gjørt av at geva Skúvoyar bygdarfelag eina peningagávu á 200.000 krónur. Nú hevur endurstovnaða [...] felagnum ein kekk á 10.000 krónur. Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at kekkurin varð handaður í Skúvoy seinasta leyardag, tá byggifelagið saman við familjum teirra var á útferð í oynni [...] stórum blíðskapi í oynni, nú teir hava bygt okkum vatnreinsiverk her úti, sigur Harry Jensen. Hann vísir á, at Skúvoyar bygdarfelag ikki hevur ligið púra lamið øll tey seinast árini, men nú verður so roynt at
klára bæði at geva okkum øllum morgunmat og síðan døgurða á hesi ferðini. Tað sigur stjórin í Articon, Jón Danielsen, sum eisini var við. Hann vísir á, at tey øll høvdu ein sera góðan túr – úr enda í annan [...] familjum teirra. Articon hevur annars bygt vatnreinsiverk í Skúvoy, og í hesum sambandi hava menn hjá fyritøkuni – fleiri og færri – arbeitt í Skúvoy nú í summar. Undirveitarar til vatnreinsiverkið eru Nomatek [...] Útferð Hetta er tíðin, tá útferðarhugur kemur á fólk og familjur. Í góðveðrinum seinasta leygardag gjørdi byggifelagið Articon eina starvsfólka-og familjuútferð til Skúvoyar, har eini 94-96 fólk vóru við