sigur hann. Tað er við blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú. – Tað er eitt sindur [...] Hans Østerø er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa [...] sum kappast við Eysturlon, næstu tvey árini. Tað merkir tó ikki, at hann ætlar sær at leggja arbeiðslívið heilt á hillina. – Men eg sleppi at arbeiða. Tað stendur í sáttmálanum, sigur Jógvan Hans Østerø
til móðurina. Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur, og sjálvur haldi eg, at hetta er ein týdningarmikil søga, at siga. Hóast filmurin snýr seg um kærleikan millum tveir menn, so er søgan samstundis universel [...] aksepterað sum tað, tey eru, og flestu okkara kenna ólukkuligan ella í minsta lagi torføran kærleika, sigur leikstjórin Kasper Kalle. Les alla samrøðuna við leikstjóran, Kaspar Kalle, her: - Hetta er ein ógvuliga
Hann heldur, at staðbundnu kirkjurnar eiga at fáa størri fíggjarligt og umsitingarligt ræði. Tað hevði gjørt tað lættari at laga virksemið eftir tørvinum í einstøku kirkjusóknini og at skipa fyri sosialum [...] byggifrøðingi, arkitektum, Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Tjóðsavninum. – Ein slík skipan er alt ov stirvin. Hon tekur alt ov langa tíð og drepur hugin hjá kirkjuráðunum at arbeiða, skrivar hann [...] Málið eigur sambært honum at vera ein verulig fólkakirkja, har kirkjufólkið á staðnum – so langt tað ber til – stýrir síni egnu kirkju. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni. Viðareiðistunnilin varð liðugur í 2016, men sambært land [...] landsstýrismanninum hevur eingin játtan verið til at fáa útvarpssamband í tunnilin fyrr enn í ár. Arbeiðið er nú í gongd og verður eftir tíðarætlanini handað 22. september. Tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum
ningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 11,8 prosent. Hagstovan skrivar, at útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað. Ú [...] uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan 22 túsund tons, ella 22 prosent. Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar [...] Útflutta nøgdin er vaksin við 3,4 prosentum. Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, "Asia annars", "Afrika annars" og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina,
7. flokki. Týskt er í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum. Men broytingar í upptøkukrøvunum til miðnám kunnu fáa avleiðingar fyri, hvussu nógvir næmingar velja týskt. Tað heldur Astrið Breckmann [...] ætlanin er, at týskt skal verða kravd lærugrein í 7. flokki og síðani vallærugrein í 8. og 9. flokki. Astrið Breckmann vil tí eisini vita, um landsstýrismaðurin hevur mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa [...] til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt. Bakgrundin er millum annað upptøkukravið til hugvísindabreytina á miðnámi. Í dag skulu næmingar, sum søkja á hug
Longu fyrsta dagin, Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, er komið undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga [...] ynskir at broyta lógina. Sambært Fólkaflokkinum hevur lógin tikið ognarrætt frá bóndunum, og tí eiga tað aftur at vera jarðareigararnir, sum einsamallir gera av, hvør hevur atgongd til jørðina. Men Samba [...] okkin, sigur, at hann kennir einki til nakra samgonguavtalu um at broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella
arbeiða, stroyma og samskifta á netinum undir ferðini. – At vera á netinum er vorðið ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og tað broytist ikki, tá vit fara umborð á eitt flogfar, sigur Paul Verhagen, [...] umborð. SAS hevur sett fylgisveinanetið Starlink í øll tey 81 Airbus A320neo-flogførini hjá felagnum. Tað eru flogførini, sum vanliga verða nýtt á Føroyarutuni hjá SAS. Flúgvingin SK1777 úr Keypmannahavn til
Suðuroynni. Og tað tók bara fimm minuttir, so hevði Ítróttaháskúlin fingið 250 umsóknir. Pláss er í dag fyri 48 næmingum á hvørjum skeiði. Hóast hetta kann tykjast sum langtíðarætlan, so er tað so, at áhugin [...] áhugin fyri at sleppa á skúlan, ið er staðsettur í Vági, er sera stórur, og ætlar ein sær á Ítróttaháskúlan, so er neyðugt at vera í góðari tíð. -Tá eftirspurningurin er so stórur, eigur politiska skipanin [...] avmarkaðan part av teimum ungu, sum ynskja at koma á Ítróttaháskúlan. Tað er ikki manglandi áhugi, sum forðar okkum í at taka fleiri inn – tað er okkara kapasitetur, sigur Miriam J. Norðberg. Vit síggja hvønn
kring Vestara áarbakka. Stongingin er bert galdandi fyri ísraelar og ikki fyri palestinar, undirstrikar herurin. Ein talsmaður fyri IDF sigur sambært Reuters, at Taybeh er lýst sum stongt hernaðarøki vegna [...] vegna harðskapsálop, ið ísraelar hava framt í økinum. Taybeh er ein av fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk móti ísraelskum niður [...] palestinar. Í juni forðaðu ísraelsk niðursetufólk palestinum í at sløkkja ein stóran eld nærindis Taybeh. Tað upplýsti palestinska tilbúgvingartænastan. Ein prestur á staðnum hevur lýst støðuna sum eitt støðugt