klára at fáa okkurt stigið, og um so er, haldi eg, at vit skulu vera nøgdar. Hetta er so tað sum vit ætla, og vit skulu so nokk gera okkara, fyri at røkka hesum máli, sigur landsliðsmálverjin at enda. [...] royna seg í undankappingini, sigur Fríða, at hon hevur heilt góðar vónir. - Vit hava eitt ungt lið, og her má eg siga, at eg haldi tað vera ein stóran fyrimun, at alt liðið flytir upp í senn. Sjálvandi eru [...] Um tað fer at eydnast føroysku kvinnunum at røkka málinum, fæst ikki at vita, fyrr enn kappingin er lokin. Sum nevnt aðra staðni á síðuni fer liðið avstað 30. mei, og verða tær aftur í Føroyum tann 5
r eiga at sýna dansinum ans og teir eiga at stuðla tí virksemi, sum verður avrikað í dansifeløgunum kring landið. Ein av røðarunum á stevnuni nevndi, at tað er dansifeløgunum fyri at takka, at dansinum [...] eitt stórt arbeiði fyri at varðveita føroyska dansin. Men tað trýtur við áhuganum hjá teimum ungu og næsta takið hjá dansifeløgunum eigur at vera eitt álvarsamt átak til tess at økja um áhugan fyri føroyskum [...] v, eins og íslendsku fornsøgurnar eru íslendska íkastið. Hetta er ein av mongum orsøkum til, at vit eiga at halda lív í føroyska dansinum. Hann hevur ikki bert týdning fyri okkum, men fyri umheimin uttan
siga, at føroyska 1. deild í dag er somikið seriøs, at eg ikki dugi at síggja hetta sum nakran trupulleika. Spurdur, um hann lat seg ávirka av støðuni, sum hann var í undan dystinum, sigur Petur, at tað [...] vit eftir dystin fingu orðið á Petur, helt hann ikki, at hetta hevði verið nakar trupulleiki. - Eg haldi, at forholdini í Føroyum eru somikið smá, at ein slík støða altíð vil íkoma. So er tað líkamikið, [...] men tað ávirkaði meg ikki. Sjálvur haldi eg eisini, at tað gekk hampuliga væl at døma, so eg eri bara nøgdur um tað. Tað er helst eisini ein sannroynd, at dómaraavrikið sunnudagin var av teimum heilt frægu
haldi, at vit hava fingið eitt gott skip. Ein av teimum, sum hevur verið í projektbólkinum, sum hevur fyrireikað nýggja vaktarskipið, er Kristin Rasmussen. Men hann sigur, at var ein trupul uppgáva at fáa [...] fáa Brimil at lúka øll tey krøvini, sum vóru sett til tað nýggja skipið. Hann sigur, at eitt, sum hevur gjørt uppgávuna so trupla, er at skipið skuldi vera so fjølbroytt og skuldi lúka so nógvar uppgávur [...] skal eisini kunna taka lut í uppkláringum aftaná at vanlukkur eru hendar, tvs. at tað skal kunna taka upp aftaná vanlukkur. Tað er eisini hugsað um, at skipið skal kunna seta veðurmátarar, eitt nú aldumátarar
áhuga í at fáa framt sínar ætlanir, sum menn hava. Eg veit væl at umberingarnar eru nógvar, og kunnu eisini tykjast góðar. Men eru tær haldgóðar. Ilt er at fáa eygað á nakað, sum er meira týðandi enn at hava [...] líka stóran áhuga fyri, sum menn, hví tær ikki eisini royna at fáa líka stóra ávirkan, sum teir, er at undrast á. Tað kann ikki vera so galið, at kvinnur í tí Harrans ári 2000 sita heima, tí tær ikki tora [...] áhugavert at fingið uppspurt. Hví fara so fá á kommunuval? Tað snýr seg hóast alt um stýringina av nærumhvørvi hins einstaka. Her verður trivnaðurin hjá húskjunum avgjørdur, so ein skuldi væntað, at kvinnur
vinnarin av hesari kapping møguleikan at sleppa út í heim at kappast. Miss Galaxy er nevnliga ein altjóða kapping, og vinnarin av kappingini í Føroyum fær høvi at luttaka í bæði EM- og HM høpi, og verða [...] Barcelona og Beijing. Regin Vágadal sigur, at talið á luttakarum væntandi fer at verða millum átta og 10. Talið var annars væl høgri, men tá tað kom fram, at tær eisini skuldu vísa seg í bikini, vóru fleiri [...] nevnt aðrastaðni í hesum síðum, so fara Regin Vágadal og Sámal Jóhannis Joensen at kappast uppi á Hálsi komandi hósdag. Umframt at kappast verður í styrki, so verður eisini ein onnur, og kanska eins spennandi
hjá føroyingum, um so verður, at Føroyar gerast fullveldi, og hin er um, hvat ítøkiligt landsstýrið ætlar at gera, fyri at føroyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska [...] meining at siga nakað meira neyvt um, hvussu viðurskiftini vera á júst hesum økinum, ella á onkrum øðrum øki. ? Málið hjá samgongu og landsstýri hevur ikki verið at fáa felags ríkisborgararætt, men at vit [...] ynskir, at føroyskir sjómenn skulu hava trygg viðurskifti at útinna sítt starv. Tá eitt sáttmálauppskot er liðugt og góðkent millum partarnar, verður gjørligt hjá løgtinginum og øllum veljarum at taka støðu
dyst færri, eru ikki útlit til at tær kunnu forða fyri at enn eitt meistaraheitið fer til Klaksvíkar. Uppiborið Tí er tað heldur eingin loyna, at tað er fult uppiborið, at Mjølnirkvinnurnar um ikki so langa [...] álopsspæl og ikki minst eisini besta verjuspæl. Tí er valla nakar, sum fer at misunna teimum hetta meistaraheitið. At Fleyr fór at taka stig frá Mjølnir var heldur ikki nakar, sum væntaði, serliga við tí [...] eydnaðist heldur ikki Fleyr at leggja Mjølnir forðingar á vegnum móti meistaraheitinum. Um vikuskiftið spældu liðini bæði í Klaksvík og har varð úrslitið ? næstan sum væntað ? at Mjølnir vann ein greiðan
um, at uppritið til uttanlandsnevndina viðvíkjandi samráðingunum við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya er stemplað í trúnaði. Landsstýrið hevur fyrr víst á, at tað er umráðandi, at upprtitið [...] almannakunngjørt beinan vegin. Tó er heilt greitt, at almenningurin um stutta tíð fær at síggja innihaldið í nógv umtalaða loyniliga uppritinum. Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið bert bíðar eftir, nær formaður [...] ? Landsstýrið sær ongan trupulleika í at almannakunngera upprtið. Vit eru samd um, at so opinleikin í málinum um ríkisrættarligu støðuna skal vera so stórur, sum møguligt. Hetta sigur Høgni Hoydal, eftir
fremstu í hvørjum bólkinum at fram í sonevnda cup-skipanini.. Petur vann Eftir at seinastu 16 leikararnir sostatt høvdu stríðst við at sláa hvønn annan úr kappingini, endaði alt við, at Petur Grønagarð úr Argja [...] hægsta útgangin á einum spæli og sum megnaðu at kasta fægst pílar fyri at vinna eitt spæl. Hægsta útgangin hevði Petur Grønagarð, sum nýtti tríggjar ørvar til at broyta 142 til 0, meðan Henrik Pedersen ta [...] ørvar til at enda eitt spæl. Eftir kappingina lat Føroya Bjór steyp og vinningar til teir fýra omanfyrinevndu, og fyrireikararnir kundu líta aftur á eitt sera væl eydnað tiltak. Eingin ivi er um, at hetta