trý korter at halda StÍF frá at kalla øllum, og tó at Alina Olaru sær sjálvum líkt megnaði nøkur gjøgnumbrot, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið. Og í álopspartinum sýndi Kyndil eisini, at felagið her [...] her hevur nakað at hava framtíðar vánirnar í. Tó at tær enn ikki eiga berandi leiklut á liðnum, so sýndu Randi Wardum og Hildur Mikkelsen í løtum, at tær eiga eina bjarta framtíð á liðnum, og hendan hóttanin [...] øllum førum kennast sum eitt stórt stig rætta vegin, at tær hesaferð vóru somikið nær við at fáa stig burturúr dystinum. Megna tær í komandi dystunum at halda fast í grundhugsjónini í spælinum og so sleppa
tora ikki at stíga fram av ótta fyri, at SvF bankar uppá. Spurningurin er, at um SvF hevur loyvi til at gera, sum gjørt verður. Í lógini um kringvarp verður sagt, at »ongum húski kann verða álagt at rinda [...] onga meining, at vit skulu rinda fyri trý. Sjónvarp Føroya er frammanundan einki at reypa av, og slapp eg undan at rinda tær 2000 krónurnar, so gjørdi eg eisini tað. Tað má eg liva við, men at rinda trífalt [...] av nýggja innkrevjingarháttinum hjá Sjónvarpi Føroya. Tað er ikki meira enn eitt ár síðan, at øði stóðst av, at sjónvarpsgjaldið hækkaði úr 1600 upp í 2000 krónur. Nú vóru so aftur boð eftir fólki. Sjónvarp
mótburðinum at vit skulu vísa okkara styrki og okkara samanhald. Tað er jú lætt at stuðla, tá tað gongur við. Og lætt at vera ímóti, tá tað gongur verri. Men eg havi góðar vónir um, at tað fer at eydnast okkum [...] Tí eigur hon at verða ein saltvatnsinnspræning til øll tjóðveldisfólk og øll tjóðveldishugað í valstríðnum. Veljarakanningin er ein greið ábending um, at tað fer at krevja eitt ódnartak at halda fast um [...] Tjóðveldisflokkin, um vit skulu forða fyri, at menningin í føroyska samfelagnum støðgar upp og vit fara at detta aftur í fortíðina. Skulu ganga við røttum ryggi Vit eiga at ganga við røttum ryggi. Tjóðveldisflokkurin
rættiliga ivasamt, um tað fer at eydnast at bjarga teimum mongu fiskunum. Nógvi hitin hevur gjørt, at eitt hol er komið í akvariumið, og tí er óttið fyri, at rúturin ikki fer at halda ímóti stóra vatntrýstinum [...] vatntrýstinum. Poul H. Pedersen, stjóri á Norðsjóvarsavninum sigur við BT, at hann óttast, at stóra akvariumið ikki fer at halda, og tískil fara tey mongu fiskasløgini í akvariuminum fyri skeytið. Tað er um 1000 [...] framvegis ikki komin inn í bygningin, og tí bar ikki til at siga nágreiniliga, hvussu stórur skaðin á Norðsjóvarsavnið er. Tað er kortini greitt, at stórur partur av savninum er oyðilagdur av eldinum. Størsta
lesarunum tvs. Føroya fólki frá, at alt langt frá fór rætt fram í málinum á sinni. Teir siga seg eisini hava fingið nýggj prógv á borðið, sum eru so avdúkandi, at tey eiga at fáa avleiðingar fyri løgmann. [...] er tað, sum stendur um, at Anfinnur Kallsberg skal sjálvur hava rættað í tølunum, tá hann varð bókhaldari. Eitt er tað, at tú lænir av kassanum og leggur ein seðil í og sigur, at tú hevur lænt av kassanum [...] bókhaldara, um tað er sætt, at tað er rættað í tølunum. Tað verður sagt, at formansskapurin í tinginum tók hetta málið fram í 93, men spurningurin er, um hann hevur vitað, at tað vóru so graverandi umstøður
helst væntað fleiri fólk, men tað tyktist sum at Vestanstevnan og kanska ein mótvilji ímóti at gjalda fyri at koma við til eitt politiskt tiltak gjørdi, at áhoyrararnir ikki gjørdust so øgiliga nógvir í [...] var tað nokkso synd, at ikki fleiri fólk nyttu høvið at sita á sandinum hetta veðurgóða leygarkvøldið. Styggir fólk Men hinvegin er tað væl skiljandi at onkur hevur aftrað seg við at fara til tiltakið. Tí [...] Og eitt er at hoyra nøkur orð um hvussu góðar Føroyar eru og hvussu lætt tað er at standa á egnum beinum, hvussu danir útnytta okkara kæra føðiland og so framvegis. Men tað hevur víst seg, at fyri hvørt
varð undan kappingini, at nú skuldi eitt nýtt lið byggjast upp, og at hetta fór at taka sína tíð, men sjálvt ikki tey mest svartskygdu høvdu roknað við einum botnsessi, eftir at øll liðini høvdu hitst [...] tykist nú vera um at koma fyri seg aftur. Ikki leikbannaður Hjá teimum, sum hava hugt at seinastu dystunum hjá Kyndli, kemur tað kanska ikki heilt óvart á, at Bárður nú aftur verður at síggja á vøllinum [...] kappingarárinum avgjørt at rokna millum teirra, sum skuldu vera bulurin á liðnum, sum nýggir leikarar skuldu stuðla seg uppat, men tá hesir eru skaddir, er einki at siga til, at úrslitini ikki eru av teimum
greitt frá, at hann helt seg ikki hava nóg góða venjing. Eftir at hava roynt seg eftir krákunum, setti hann nakrar plastikfløskur á ein garð og fór at skjóta eftir teimum. Men hann var so óheppin, at eitt av [...] Eingin hólmgonga Ein irakskur varaforseti heldur, at Irak og USA eiga at avgera stríðið landanna millum við at lata teir báðar forsetarnar, Saddam Hussein og George W. Bush, fara í hólmgongu - við skammbyrsu [...] Múrurin uttan um Tempulplássið í Jerusalem er so illa farin, at hann kann rapa, og tað kann hava við sær, at tann kenda moskan, Al-Aqsa, fer at detta niður. Tað stendur í einari frágreiðing, sum ísraelskir
fyrstu ferð, at Jóannes Jakobsen hevur roynt at staðið sum venjari hjá føroyameistarum, og tí var løtan kanska eitt sindur serlig hjá honum sunnudagin. - Tað er tó ikki heilt ókent hjá mær at vinna. Eg havi [...] einki Tað er sjálvandi munur á, at HB nú fer til Tvøroyr sum meistarar, heldur enn at skula spæla fyri meistaraheitinum, men tað er kortini nakað, sum tú ikki fært venjarin at viðganga. - Nei. Tað kann gera [...] gera tað sama fyri okkum. Eg havi alla tíðina sagt, at Kári og eg gjørdu eina avtalu við leikararnar um, at vit skuldu royna at vinna seks teir seinastu dystirnar, og tað er fyrst og fremst hesa, sum vit
ein lítlan skaða í lærið, og tað varð sagt at vera orsøkin til, at Todi ikki var við í Viborg. At tað gongur upp og niður í fótbólti, og at tað ofta kemur fyri, at ein spælari, sum hevur verið ímillum teir [...] ÚTISETAFELAG Alt bendir á, at tað verður FCK, sum fer at halda vetrarfrí á ovasta plássinum í superliguni. Í fjør var Brøndby fremst, tá farið varð í vetrarfrí. FCK nýtti alt várið at fáa fatur á grannunum [...] varð ikki mettur at vera styrkur, heldur varð tosað um skeiva íløgu. Men í heyst hevur Peter Møller staðiliga víst, at tað framvegis eru mál í honum. Peter Møller hevur verið sera ágrýtin. At hann hevur havt