Sum skal minnast til detaljurnar, og skal hanga í telefonini tá ein broyting er ella okkurt óvæntað hendir. Men nú er Svipp komið fyri at lætta um júst tað. Onki hóvasták, døgntænasta og persónlig uppfylging [...] uppfylging, so tit bara skulu gleða tykkum og hugna tykkum á ferðini. Tað eru tveir royndir harrar í ferðaskrivstovuvinnuni, sum hava sæð hendan tørvin – og nú nøkta hann. Teir eru Brian Nielsen og Bergur [...] eiga og reka annars Sensen Travel, sum er ætlað vinnuferðing. Nú teir hava fingið vinnuferðavinnuna í eina trygga og góða legu, eru tað bólkaferðirnar, sum skulu njóta teirra ekspertisu. Bindiklubbar,
alskyns rættindi. Í heiminum, á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og í parlagnum. Í okkara grannalondum er fosturtøka vorðin ein sjálvsagdur partur av júst hesum somu kvinnurættindunum. Í sambandi við lóg [...] vikur og Íslandi 22 vikur. Í Føroyum verða óføddu børnini lógliga menniskju í viku 22. Um foreldur missa eitt barn í viku 22, so hava tey rætt til barsil, barnið fær p-tal osfr. Í lógaruppskotinum sum fyriliggur [...] framíhjárættur at standa her saman við tykkum øllum í dag, tí vit standa saman um og fyri tí týdningarmesta í okkara samfelag. Vit standa fyri lívi. Í okkara demokratiska samfelag, hava vit eina rúgvu av
sjálvandi setti gongd í lógvabrestirnar – sjálvt um fótafetini tóktust eitt sindur tyngri. Eg fekk mín iva væl og virðiliga beindan av vegnum, tá vit hoyrdu væl leikandi bólkin spæla í ymsu sjangrunum, tí [...] merkja hvussu væl hesir vóru samanspældir og tað riggaði bara. Røddin hjá Bjørn er júst tann sama, so tá hann nevndi í sendingini, at hann hevur nógv eftir at bera okkum, so er tað ikki røddin, ið er nøkur [...] søgu afturat, tí tað er so nógv í sjáttuni hjá hesum garvaða persóninum, sum hann vildi deila við okkum. Hann dugdi eisini hetta við at seta ein ávísan humor inn, tí í stilla mátanum at vera til staðar
so fór hann í land aftur og fór í málaralæru. Eg plagdi at siga skemtiliga við Áku, at tað var ítrótturin sum dróg. Og satt at siga, so varð Áku ein fongur hjá ÍF at fáa, tí hann gekk upp í ítróttin við [...] klintraðu á luftbrúnni og spældu í sandrúgvuni, ið Grabbarin hevði lagt upp , og so varð partur av kaiini nýttur at spæla fótbólt á ta ljósu tíðina av árinum, og júst har kundu dreingirnir hjá Palmu og [...] og Einari vísa, hvør dugur var í teimum. Góðar summardagar varð farið niðan í gamla svimjihylin at svimja, og eisini tað megnaðu teir til lítar. Jú sanniliga dugdu vit at fáa tíðina at ganga, tvørturímóti
15-11. Tá hevði ÍF vunnið 19-17 í fimta setti í seinna finaludystinum, sum útloysti gullsett. 2021: SÍ – Dráttur, kvinnur: 17-15. Tá hevði Dráttur vunnið 15-12 í fimta setti í seinna finaludystinum. 2022: [...] FM-finalur í 2010, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. Verður tað øðrvísi í ár? -------- Fyrstu ferð føroyameistaraheitið varð avgjørt við finalum, var í 2010. [...] men tað varð broytt í 2016, tá farið varð undir núverandi skipan, har spældir verða tveir finaludystir. Vinna liðini hvør sín dyst, so fellur avgerðin í gullsetti, sum gongur upp í 15. Og brúk var fyri
vóru leiktir av dystinum. John Frederiksen fekk 10 minuttir á vøllinum í kvøld. Talan er um fyrsta kappingarsigurin hjá Thisted í 2024. Í teimum undanfarnu dystunum hevur talan verið um tveir javnleikir og [...] frá dystarbyrjan saman við Heina Fossdalsá gjørdist sigursmálskjútti hjá Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld. Thisted vann 1-0 á Skive. Daniel skoraði sigursmálið við einum væl plasseraðum [...] Daniel. Við sigrinum vann Thisted seg av aftasta plássinum og upp á næstaftasta plássið í niðara endaspælinum í triðbestu deildini. Thisted hevur 20 stig, sama stigatal sum FA 2000, ið tó er frammanfyri
borið í heim. Og tað heilsar okum veittrandi á seinastu ferð okra heim í kirkjugarðin. Tað er við í gleði og í sorg. Á merkisdøgum, til veitslur, til summarstevnur og í ítrótti. Tað er við okum úti í heimi [...] sum áttu lívið í áhaldandi virkseminum í Føroyum – fyri teir hevði at ómetaliga stóran týdning at tað var Merkið, ið var málað á loringina. Okur eru føroyingar, í parti við teimum sameindu, í samstarvi við [...] Merkið verður vundið í húnarhátt, og allar røddir okra samfelt syngja: „Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! Á vetri so randhvít, á sumri við logn“. Tá fái eg í øllum førum ein klump í hálsin. Um tað nakrantíð
gamalt hugskot og ynski í bygdini at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban, og í 2023 varð standmyndin eftir Hans Paula Olsen avdúkað. Nú Runavíkar kommuna í hesum døgum skipar fyri [...] Umframt at royna seg í ymiskum víkingaleikum so sum longdarlopi, spjótkasti, togtogan og árataki, ber eisini til at síggja eldsmiðin og aðrar handverkarar arbeiða. Sunnudagin verður júst saman tiltak sum leygardag [...] Víkingarnir seta tjøld upp mitt í bygdini beint við skúlan, ið eisini er opin til høvið, har kaffi o.a. verður at fáa. Tiltakið er, sum nevnt, partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og opið verður
niðursetuhúsini í Rituvík. Greinarnar fara í allar ættir í Føroyum. Lesarin av hesi bók upplivir, at byrjað verður í Rituvík, og knappliga eru vit vesturi í Vágum, á Skála, í Havn, á Toftum, í Fuglafirði, [...] átta niðursetuhúsini í Rituvík. Úr bókini: Í 2023 vóru 150 ár liðin, síðani fyrstu fólkini settu búgv í Rituvík. Føðingardagurin er ikki farin aftur við borðinum í gloymsku. Ársdagurin í 2023 hevur verið hildin [...] settu búgv í Rituvík jólaaftan í 1873. Nú kemur so enn ein varði á hátíðarleiðini, henda bók um fólk og hús í Rituvík, frá niðursetu til okkara tíð. Bókin kemur út í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík
Johannesen og Aron Reinert Hansen. Fríði í Túni Petersen var vongverji í høgru, og Hanus Højgaard, sum annars hevur verið í meiri framrættaðum leiklutum, var vongverji í vinstru, nú Bárður Ó. Jensen, Fríði [...] Gundur E. Petersen var í 10ara plássinum. Í høgru var Jóhann J. Højbro, og Tonni Thomasen var í vinstru. Í fyrra hálvleiki var Uros Stojanov fremsti maður. Hann var ikki á vøllinum í seinna hálvleiki, tá [...] at hetta vóru tvey lið, sum í landskappingini hava hóttanina av niðurflyting at hugsa um. Í góðveðrinum seinnapartin var oyggjauppgerð á Svangaskarði, har B68 í fyrsta umfari í steypakappingini hevði vitjan