punkt sær, verður sett í skránna. -Hetta er eiitt mál millum formansskapin í tinginum og Landsstýrið. - Tað er tó skeiv adressa at seta løgmanni henda spurningin. Tað er formansskapurin, sum ger av, hvussu [...] gestin. Tað sluppu tingfólkini heldur ikki tá David Oddsson, forseti í Íslandi, vitjaði. Tað fanst Henrik Old, tingmaður, harðliga at í munnligum fyrispurningi til Edmund Joensen mikudagin. - Tað er løgið [...] hesum máli, og gav Henrik Old rætt. Tað hevði hægst kostað einar 10 - 20 sodavatn eyka, um tingfólkið var boðið við. Jógvan I. Olsen, tingformaður, tók samanum og greiddi frá mannagongdini viðvíkjandi almennum
spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur forfjónaður út um lítlu áskoðarafjøldina. Men eg mátti geva andlitsbrái hansara rætt: Tað er óluksáliga synd, at tá ið tað endiliga [...] teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett. Humor Kanska 40 fólk í hesum stóra salinum - og harav ein fittur partur baltar, sum hoyrdu til ferðalagið, men tað kendist [...] sjálvir greiddu frá, so høvdu teir í sambandi við mentanarvikuna sett saman eina skrá av tónleiki við uppruna í baltiskari og norðurlendskari mentan. Men teir høvdu ikki meira enn sett á tað, so sleptu teir
also. Færri og færri fáa útgjald frá ALS, men hagtølini avdúka, at tað nú finst ein stórur bólkur av arbeiðsleysum, sum ikki fær frá ALS. Tey livað bara av forsorgarhjálp frá Almannastovuni. Hesi fólk eru [...] hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn arbeiðsleysar. Tað er ikki nýtt, at arbeiðsleysu kvinnurnar eru í meirluta. 1. november í fjør stóðu [...] Tað er í flestu bygdum, at fleiri fólk nú aftur eru í vinnu. Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti. Men tølini yvir arbeiðsleys hava
medvitandi um, at tað eisini finst ein heimur uttanfyri. Við hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava luttikið í sendingum hansara, hevur Birgir Kruse greitt lurtarunum frá tí týdnin [...] árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi á fundi mikudagin [...] kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta er fyrsta ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku
ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum serliga teimum ungu at gerast partvís yrkisspælarar. Men fyri meg, hava tað ongantíð [...] um? Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. Og skuldi tað gjørst neyðugt [...] professionellum rammum er møguleiki fyri einum góðum kappingarári. Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ein framúr góður og professionellur venjari, vit fáa næsta ár, og tað ger tað meiri spennandi at vera
sær at svimja, og bygdin fer á gos, tí hvørjum líkist tað? Hendan kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast [...] Andreassen er »Hotel Heyst« frá 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í [...] eitur søga, sum í stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey hvør í sínum lagi leita eftir lukku
teimum ráðum, tú kundi fáa frá honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan [...] lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum. Bjarni [...] onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga í sjálvt
skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri [...] Sunnudagin skipaði Judosamband Føroya fyri dómaraskeiði í Havn. Slík dómaraskeið verða fyriskipað á hvørjum ári fyri at halda vitanina hjá dómarunum við líka og at læra upp nýggjar dómarar. Judosambandið hevur
Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja [...] Atgongumerkið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat. [...] Niels Arge, Akkuleya, Trónd Hansen, Daniella, Fótbúni, Sóljan, Salong Ása og Salong Tóta. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir
at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið »Bíbliu-panorama« ger«. Áhugavert er at blaða gjøgnum bókina [...] fororðunum lesa vit: »Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir [...] undir dóm Guds. Frelsuætlan Guds broytist ikki frá einum tíðarhúshaldi til annað. Gud er náðiríkur móti menniskjanum undir øllum tíðarhúshaldunum, og frelsan er á øllum tíðum ? í fortíð eins og í framtíð