in hjá ÍF ímóti EB/Streymi fyrr í dag. Fyri Karl og liðfelagarnar hevði tað sera stóran týdning at koma á slóðina aftur, aftaná stórtapini ímóti B36 og NSÍ fyri stuttum. Karl fegnast eisini um, at álopið [...] hjá ÍF, sum so nógvar vónir vóru til riggaði optimalt í dag. ÍF fer nú at stríðast fyri at gera ein góðan figur í teimum dystunum, sum eru eftir og fara at royna at ota seg so langt upp eftir stigatalvuni
samlaða arbeiðsloysi fyri arbeiðsføru fjøldina 3.3 prosent. Av teimum arbeiðsleysu eru 358 mannfólk og sostatt eru ikki færri enn 540 kvinnur skrásettar at vera arbeiðsleysar. Forkvinnan fyri Javnstøðunevndina [...] Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni fyri arbeiðsmarknaðin staðfestir, at 898 føroyingar vóru arbeiðsleysir í desember. Hetta eru 48 fleiri enn í november mánaði í fjør, men hinvegin er talið 273 fólk lægri
sýna sína leirframførslu fyri teimum. Leirframførslan var fyrstu fer sýnd fram í samband við tiltaki »Hamskifti«, sum Kjartan Hansen saman við eitt nú Gutta Winther skipaðu fyri við fyritøkuni Eventmálaráðið [...] Í morgin letur »Chr. 4 Bryghus« á Slotsholmen upp fyri almenninginum, har størsta savnið av stein- og gipsfigurum í norðurevropa verður víst fram. Í samband við upplatingina verða m. a. drotningin og danski
Hetta var ein prinsipiellur spurningur, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fòlkaflokkin, reisti í Løgtinginum í dag, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar. Jákup Mikkelsen nam við eldrarøktina, sum [...] fíggjarligar játtanir. Men tingmaðurin spurdi, hvør tað í veruleikanum er, sum skal hava ábyrgdina fyri teimum eldru. Hann spurdi um øll ábygdin skal leggjast á tað almenna. - Ella er tað rætt at krevja, at
summi av teimum, sum hava kontu í bankanum, var tað at fara ov langt. Tí hevur Javnaðarflokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at forbjóða bankunum at krevja ómaksgjald frá fólki, bara fyri at umsita [...] umsita lønarkontu hjá fólki og fyri at lata fólk taka pengar av eini lønarkontu. Les eisini: Lurta eftir skilagóðum grundgevingum Og hóast bankin nú hevur strikað ómaksgjaldið, heldur Rigmor Dam framvegis
Bárður leikt 147 dystir og skorað 9 mál fyri besta lið Víkings. Bárður Hansen er »uppvaksin« í felagnum og er ein av teimum leikarum, ið hevur leikt flestar dystir fyri Víking í vaksnamannadeildini ( 197 dystir; [...] dystir; 31 mál ). Hann hevur somuleiðis leikt 19 dystir fyri fleiri av U-landsliðum Føroya. – Víkingur fegnast um at hava longt við Bárð Hansen og ynskir honum góða eydnu í komandi kappingarárið, skrivar
Tvey umboð fyri MAN-verksmiðjuna eru í hesum døgum í Føroyum og hyggja at einum av teimum fýra høvuðsmotorunum á Smyrli, sum hevur fingið umfatandi skaða. Greitt er, at motorurin heilt ella partvíst má [...] má skiftast út, men umboðini fyri MAN skulu royna at fáa yvirlit yvir skaðan, so finnast kann fram til eina manngongd fyri, hvussu farast skal fram. – Smyril siglir nú bara við trimum motorum, og tað kann
Islamistar eru undir illgruna fyri at hava beint fyri 15 kristnum í bygdini Musari, sum er í landnyrðingspartinum av Nigeria. Hjálparfelagsskapir, sum eru virknir í økinum, siga frá fólki í bygdini, at [...] at ókendir menn fóru inn í nøkur útvald hús á náttartíð og myrdu tey 15, sum búðu í teimum húsunum. Í Musari eru tey ikki í iva um, at drápsmenninir eru úr tí sera víðgongda islamistafelagsskapinum Boko [...] Musari er tætt við Maiduguri, ið verður mett at vera høvuðsstøðin hjá Boko Harem, sum hevur skipað fyri nógvum og sera ógvusligum álopum á tey kristnu í Nigeria.
fingið skaða. Í fleiri evropeiskum londum eru fakfeløg í verkfalli í dag fyri at mótmæla tí stóra arbeiðsloysinum í fleiri londum og teimum almennu sparingunum. Tað byrjaði í Spania, Portugal, Grikkalandi, Fraklandi [...] londum sum Týsklandi, Belgia og Noregi. -Vit hava lagt arbeiðið niður fyri at mótmæla sjálvmorðspolitikkinum, sigur eitt umboð fyri spanska fakfelagið UGT við Reuters.
Tá Muammar Gaddafi rádi fyri borgum, stóð Khamis á odda fyri teimum servandu hermonnunum hjá libyska herinum. Teir blivu umrøddir sum Khamis-deildin, og hermenninir bóru orð fyri at vera sera harðrendir