spurt ráðfrúnna, hvussu loftferðsluøkið kann dagførast við atliti at einari møguligari fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta. Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið [...] nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslum [...] ndugleika upp so líðandi. Føroyar og Danmark skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið
Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir m [...] Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi [...] men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar hendur kunnu vit reagera skjótari og tryggja, at lóggávan fylgir við menningini
virkisætlanir (strategiir) eru, siga 71 prosent av fyritøkunum, at fokus á nøgdsemi hjá verandi kundum hevur stóran týdning. Meira enn helvtin siga, at bjóða vørur og tænastur av bestu góðsku (quality leadership) [...] Granskingarráðið skrivar, at meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum. Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova [...] Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti. Ein
komandi árini. Jóhannis Joensen heldur, at tað er umráðandi, at ein nýggjur fíggingarleistur ikki økir um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar. Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøku [...] Endamálið hevði verið at tryggja kommununum eitt javnari inntøkugrundarlag og harvið eisini javnari fortreytir fyri at veita vælferðartænastur kring landið. Hann ásannar samstundis, at ein slík skipan kann [...] hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari skipan. Hann vil eisini hava at vita, um ein útjavningarskipan
veitara. Felagið sigur, at umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður stigvíst skiftur út við stór smolt frá egnari framleiðslu, og Bakkafrost væntar, at hetta fer at geva betri fiskaheilsu [...] væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026, móti 165.000 tonsum í fyrru metingini. Bakkafrost hevur eisini stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært felagnum væntast goymslurnar at røkka [...] røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum nú hækka meira enn felagið áður hevur sæð. Bakkafrost heldur fast við væntaðu
leiðsla, fyrisiting og venjaramenning at styrkjast, og betri møguleikar eiga at vera hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Harumframt verður mælt til at styrkja gransking og vitanardeiling [...] professara emeritus á Birkbeck, University of London. Teir staðfesta, at sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og evnini at laga seg hava havt stóran týdning fyri føroysku úrslitini. Men føroyska [...] hevur fleiri ítøkilig tilmæli. Millum annað verður mælt til at tryggja úrvalsítróttinum størri og meira støðuga fígging yvir fleiri ár og at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og s
møguligar rentuhækkingar eru fyri framman, so hava vit ongar ábendingar um, at okkara kundar ikki klára ella fara at klára at svara sínum skyldum, men hinvegin hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu” [...] hækkaðar, hóast hvørki prísir ella gjøld eru hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri [...] somuleiðis síggja vit, at fleiri og fleiri gera íløgur í netbankanum. Netbankin er ókeypis fyri allar privatkundar og gevur samstundis atgongd til framkomna íløgupallin, har tað er lætt at keypa og selja virðisbrøv
september at boða frá, um tey stuðlaðu verkætlanini. Stuðlaðu tey uppskotinum, vóru útlit til fleiri íløgupengar frá FIFA. Eftir fund millum limalondini boðaði UEFA frá, at sambandið var til reiðar at boykotta [...] Gianni Infantino, forseti í FIFA, hevur svikið álitið við sviki í málinum um ætlanina at selja privatum íleggjarum part av kappingunum hjá FIFA. Tað siga evropeiska UEFA, asiatiska AFC og Concacaf fyri [...] og Infantino fram ætlanina um eitt nýtt handilsligt felag, Fifa Forward Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum hjá FIFA. Hetta elvdi til stóra ónøgd, serliga í Evropa
skemti siga, at í kvøld hittust høvdingar á Cáfé Tvørá. Todi fekk nevniliga vitjan av tveimum fótbóltslegendum av Tvøroyri. Kendir og fyrrverandi TB leikarar vitjaðu innar á Café Tvørá at heilsa uppá Toda
nakrantíð havi verið vitni til, skrivar hann. Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum fyri at ríka seg sjálvan og sínar vinir, ikki hevur nakra framtíð í altjóða [...] dið, Uefa, sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið [...] fara, skrivar Figo. Fifa hevur verið fyri hørðum atfinningum seinastu dagarnar eftir eitt uppskot um at selja ein part av rættindunum til kappingarnar hjá Fifa til privatar íleggjarar. Hóast uppskotið seinni