slíka golfbreyt. Tað skal ein so eisini kanna í næstum. Jákup Suni Lauritsen sigur, at kemur ein slík golfbreyt til Sørvágs, so fer hon at hava stóran týdning fyri alt økið. - Hetta fer at fáa stóra ávirkan [...] golfbreytir sum sítt serøki. Hesin vísti á, at lendið er sera gott. Har er góð valling og hóskandi við fleiri heyggjum í økinum, sum fara at geva íðkarunum eitt spennandi og skiftandi stað til hesa ítróttargreinina [...] økið, tí hetta fer at draga nógv ferðafólk til okkum. Á tann hátt kunnu fleiri fáa gagn av hesum ferðafólkunum, sigur hann. Óhugsandi er ikki, at bæði fremmand og føroysk ferðafólk fara at leita sær vestur
spurningur). Velja vit sjálv at danskt skal vera obligatoriskt, so kunnu vit tað. Men tað haldi eg ikki, at vit skulu. Fyri tað fyrsta er tað púra órímiligt at krevja, at t.d. HTX og Fiskivinnuskúlin skulu hava [...] fevnt um, nú tað er greitt, at henda lærugrein ikki longur nýtist at vera obligatorisk. Spurningurin er avgjørt viðkomandi, og tað er gott, at tey, sum varða av donskum, beinanvegin vísa á, at her er ein [...] stóra! - avbjóðing, at gera føroyskt til tað mentanarfak, sum danskt er í dag. Tað skal sanniliga vera pláss fyri donskum - men málið má vera, at føroyskt sum frá líður verður tað mentanarliga høvuðsfakið
Eivind, at tað snýr seg um at gera tað so gott sum man kann og royna at gera eina góða forrætning. Ætlar at stilla upp til Løgtingið Tá prátið fer at snúgva seg um framtíðina, so er óneyðugt at spyrja, [...] nakað serligt at vera á sjónum longur, og hann sá heldur ikki nakra framtíð í at vera sjómaður. Eivind tók HH-prógv í 1995. -Tá man er so gamal, sum eg var tá, so kann man gott hava eina ætlan, og eg ætlaði [...] óivað hansara mongu lesarabrøv. Tað má sigast at vera oftani, at Eivind setur seg aftanfyri knappaborðið og gevur føroya fólki eitt sindur at tyggja uppá. Eivind sigur, at tá hann legðist upp á land, so
minnilutin heldur, at foreldragjaldið eigur ikki at vera hækkað, uttan so at foreldur fáa onkrar aðrar batar fyri at sviðin skal vera so lítil sum gjørligt. Hann heldur, at tað kann gerast við at hækka barna [...] lønir til pedagogar og hjálaprfólk og til starvsfólk annars. ? Sostatt er tað beinanvegin, at lønarhækkingarnar gera raksturin dýrari og fyri at vera fyrivarin, hevur býráðið gjørt av at býta eina væntaða [...] mánaðurin er feria og hann er ókeypis. Fyri frítíðarskúla betala foreldrini í 10 mánaðir. Sostatt fer tað næsta ár at kosta foreldrum 27.500 krónur um árið at hava eitt barn í vøggustovu og tað er 1.100 krónur
700 millum 60 og 70 km/t, 360 millum 70 og 80 km/t og 80 millum 80 og 90 km/t. Samsvarandi oman fyri nevndu donsku royndunum við vegum við miðoyggjum fer ferðin á Hvítanesvegnum ikki at minka stórvegis [...] tíman-, so upp í móti hesum turru tølunum nyttar lítið at Landsverkfrøðingurin »ivast ikki í, at hetta fer at taka ferðina av ferðsluni«. Freistandi er at spyrja, um ikki skeitt verður til slíkar sera álítandi [...] kemur upp á um 50 km/t, og her er tað eisini at ein stórur partur av skúlaungdóminum í Hoydølum skal ferðast. Við øðrum orðum sagt, tá ferðin við vátum vegi fer upp um hesar nevndu 55 og 50 km/t, er stórur
Jósup fer eisini at sigla nú seinnapartin. Hóast líkindini á landi eru av teimum fagrastu og tað er gott í sjónum at sigla, so er tað so mikið brimligt við Eiðið, at har ber ikki til at leggja at. Tí verður [...] siglt út í víkina. Tað ber við sær, at tað eru meiri enn tveir tímar frá tí, at Ritan fer úr Hvannasundi, og til hon er aftur í Hvannasundi. Strandferðslan hevur í vikuni lýst við, at tað verður siglt í kvøld [...] kvøld verður bál, og tá fer Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sum er nógv í Svínoy, at halda røðu. Ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í allan dag og í kvøld. Líkindini eru av teimum fagrastu, og ein rúgva av fólki
orðini um, hvussu gott tað er at vera í Føroyum. - Vit fáa øgiliga oftani fyrispurningar um at spæla ymsastaðni. Tá vit vórðu spurdir um at koma til Føroya, so ivaðust vit í roynd og veru als ikki. Hetta [...] at tað eru fýrsini og rokkurin, fólk eru komin eftir. Og tað kemur á ongan hátt óvart á manningina í Europe, og teir spæla eisini fegnir tónleikin frá áttatiárunum. - Vit kunnu ikki rýma undan fýrsunum [...] tann sangurin, ið flest øll kenna best. Tað er somuleiðis eisini a hesari útgávuni, at sangurin Carrie og Rock the night eru at finna. Carrie var mest seljandi og best umtókti sangurin hjá Europe í USA
niðurflytingarstríðnum. Og í løtuni er nógv, sum bendir á, at liðið framhaldandi fer at toyggja seg upp eftir á stigatalvuni. Komandi dystirnir eru ímóti ávíkavist KÍ og FS Vágum, og uttan at seta niður á nakran [...] heimaliðið ikki at hóra undan hesum. Heldur enn at royna at spæla seg burtur úr trýstinum, varð í nógvum førum bara valt at sparka burtur, og tí var aloftast lag á manni hjá gestunum at seta nýtt álop ígongd [...] hevði lisið hann av, og eftir at vera komin ímillum sendi hann inn um verjuna, har Sorin Anghel gjørdi skjótt av, og legði heimamenninar framum. Hóast skelkin, so var tað tó skjótt, at árstalsfelagið svaraði
dagar eftir, at tað frættist, at heimasíðan fullveldi.fo fór í søguna, vórðu framherjarnir báðir í fullveldislandsstýrinum, Anfinn og Høgni, valdir á fólkating Tað er við sterkari manning, at føroyingar [...] áhaldni og íhaldni. Føroyski veljarin er sera besnissaður og sjálvmedvitin. Vit sóu longu á kommunu- og løgtingsvalunum seinast, at veljarin vil hava politikarar at røkja álitisstørv síni væl og virðiliga [...] gjørt sítt. Tað ringasta fyri ein flokk er at liggja á odda í seinastu veljarakanningini. Miðlarnir skrivaðu, at javnaðurin fór at vinna, og sambandið tapa. Í veruleikanum vísti kanningin, at tríggir teir
í fjør, og sluppu tí at vera við á ólavsøkukonsertini eisini. ? Ætlanin við Faroe Teens var at hava ein ungdómsbólk, sum dugdi at syngja og spæla væl. Eg haldi sjálvur, at tað var sera gott at spæla saman [...] meira við tað, og læra meg at spæla ordiliga, soleiðis, at eg kann syngja og spæla í senn, sigur Brandur, sum leggur afturat, at tað er gott at hava eitt akkord-ljóðføri, sum tú kanst vísa teimum tú arbeiðir [...] stjørnustatus bæði millum ungar gentur og dreingir í Føroyum. Men hvat sigur Brandur sjálvur til at vera ein stjørna? ? Eg haldi, tað er stuttligt, og eg njóti tað so leingi tað varðar, sigur Brandur. Enn er skúlin