heldur Magnus H. Olsen ikki, at NSÍ haltaði aftanfyri mótstøðuliðið, og hann staðfestir, at NSÍ kom í góðar støður, sum tíverri ikki góvu mál. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen [...] skuldi verða brotsspørk í teimum báðum støðunum, sum førdi til bæði málini hjá Shakhtyor Soligorsk, tá NSÍ tapti 0-2 á Svangaskarði á Toftum fyrr í kvøld. Magnus H. Olsen hevur eisini ringt við at síggja, at
umfari legði B71 rygg til 5-0 tap á Toftum. Síðani hevur hilnast betri, tá ið B71 hevur vitjað í Eysturoy. Í Fuglafirði endaði tað 1-1, og tá ið B71 vitjaði í Gøtu, endaði tað málleyst. Fyri B71 var tað stórt [...] NSÍ er rættuliga komið fyri seg, og teir í Runavík mugu finna seg í, at teir verða roknaðir at vera størstu favorittarnir ídag. B71 er niðarlaga á stigatalvuni, men kortini hava sandoyingar víst, at tað [...] Sandi í yvirtíðini skoraði til 3-2. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku við málmuninum 13-2! Um tað eydnast NSÍ at vinna, so er stórur møguleiki fyri, at teir gulu fara at taka seg
vóru skjótari, kroppsterkari og stinnari við bóltinum, og tað var einki forgjørt í tí, tá ið tær miðskeiðis í 1. hálvleiki og eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og fram løgdu seg framum. Eftir [...] hálvrunnin vórðu fyrst Eyðvør Klakstein og síðani Lív Arge settar á vøllin. Sum tað leið, vísti føroysku kvinnurnar alt størri vilja og dirvi í at søkja at mótstøðumálinum, og eftir fínt einmansavrik eydnaðist [...] tað innskiftu Eyðvør Klakstein ellivu minuttir undan leikloki við rimmar skoti og umvegis tvørræið at senda bóltin í málið og harvið at javna til 1-1. Tá ið sveisiski dómarin, Simona Ghisletta bríkslaði
ferðina og umstøðurnar annars, tá ið man er fluttur frá Fremad Amager, sum var botnlið í 1. deild, og so til eitt superligufelag, sigur Jógvan Martin Olsen, sum sunnudagin var í Fredericia og sá AaB við Jón [...] Róa Jacobsen og Súna Olsen á liðnum spæla: - Tað er stór kapping um plássini, og tað sigur ikki so lítið, at bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hesa ferð vóru ímillum teir fyrstu ellivu. AaB venjarin, Erik [...] fýra í aftastu AaB ketuni sunnudagin. Jón Rói tykist vera rættuliga væl fyri. Og hvat sigur tú um Súna Olsen? - Hann var á vøllinum inntil í 68. minutti. Súni vísti fínan hugburð, og eg ivist onga løtu
harðari kapping við GÍ, HB, EB/Streym, KÍ og B36 eydnaðist tað í dag smápiltunum hjá NSÍ at gerðast føroyameistari í seinasta umfarinum á Eiði. Hetta er fyrsta ferð, NSÍ hevur vunnið hesa deildina. Nummar tvey
meistaraheitið verður vunnið. Undan 22. umfari er HB tíggju stig og betri málmun frammanfyri KÍ og trettan stig og betri málmun frammanfyri NSÍ. KÍ riggar til at fara út á Skála, har tað ofta hevur verið rættiliga [...] ímóti Malta á heimavølli og Kosovo á útivølli. Í dag og næstu tríggjar sunnudagarnar verður landskappingini á skránni. So verður steðgur eitt vikuskifti, tá ið landsdystir vera, og so verður rundað av við [...] rættiliga strevið hjá klaksvíkingum. Steypavinnararnir í B36 eru á veg vestur til Sørvágs. 07 Vestur og B36 spæla næstu smáu tvær vikurnar tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Útsetti ólavsøkudysturin verður
NSÍ 3 bóltar EB/Streymur 3 bóltar Tað var støðugt tætt og spennandi, og tá ið fíni dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um, at báðir partar kundu liva við 1-1. Bæði NSÍ og EB/Streymur [...] bóltin í mótsatta síðunetið, og tað var væl skiljandi, at teir á heimaliðnum sóu sera harmir út. NSÍ legði bragdliga fyri. Ferð eftir ferð spældu teir seg ígjøgnum í vinstru, og tað stóðust fleiri vandamiklar [...] var lægri eftir steðgin, og eksplosiviteturin og hugflogið vóru einki at rópa hurrá fyri. Heimaliðið hevði trupulleikar, tí miðvallararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðrum, og tí álopsspælararnir –
Veðrið var fínt, og í Sarpugerði vóru tað gestirnir í gulum og svørtum, sum undan dystinum larmaðu mest á áskoðaraplássunum. Fult stigatal í landskappingini eftir fýra umfør og millum annað 3-0 sigur í [...] fjórðingsfinalu á heimavølli ímóti Skála. Víkingur vann 3-1, og tað er søtt avrik og úrslit at hava við sær til Klaksvíkar leygarkvøldið, tá ið KÍ og Víkingur fara at spæla landskappingardyst. Aron Knundsen [...] bríksli, legði beinanvegin NSÍ á odda. Tað var eftir innlegg úr høgru og aftanfyri handara stólpa, at hann sendi bóltin við góðum fluktara í handara síðunetið. So var 1-0 til NSÍ, sum næstu løtuna fleiri
í B36 fyri tørni, og harvið er gyltur møguleiki hjá Trygva Mortensen og hansara monnum at gera upp við veruleikan, sum tað í fjør aftur og aftur varð víst til: -Vit eru framúr nøgdir við avrikini og úrslitini [...] Magnus H. Olsen og Andras Frederiksberg eru eftir skaðasteðg um at koma fyri seg. Jákup á Borg, B36 liðformaðurin, vónar, at tað fer at hanga betri saman hjá honum og hansara monnum ímóti NSÍ, enn tað gjørdi [...] verið darvaður av hesum. Gestur B. Dam loysti Jónas av, og hann stóð seg væl. Um tað eydnast NSÍ at fara úr Gundadali við øllum, so verður fjarstøðan frá meistarunum og fram til toppin sjey stig. Tí er
Klokkan 15 spæla TB og KÍ, og klokkan 19 verður dystur við Løkin í Runavík millum NSÍ og EB/Streym. Bæði NSÍ og EB/Streymur hava fingið nýtt lív í seinastuni. Runavíkingar við at vinna 4-2 á B36 í tí, sum líkist [...] knænum og spælir ikki aftur í ár. Pætur Hentze venur heldur ikki enn, men spælarar sum Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen eru á vøllinum aftur. Gestirnir eru nakað tunnir nú Gestur B. Dam og Fannard [...] Olsen (leikbann), Gestur B. Dam og Fannhard Skoradal eru báðir niðri í lestrarørindum og spæla ikki aftur í ár. Betri deildin menn 20. umfar: Leygardagin: TB-KÍ (15.00) NSÍ-EB/Steymur (19.00) Beinleiðis