tilbúgving til slíkar støður sum hesa, sigur stjórin. Studio 4 er eitt eittmansstudio. Tað er einfalt at brúka, og ivast nakar í onkrum, so liggur ein leiðbeining um, hvussu ein ger líka frá tí at tendra [...] Hann hevur drúgvar royndir sum tíðindamaður, og nú sæst eisini ein endi á hesi arbeiðsósemjuni. Stjórin hevur sitið so eina á tíðindavaktini í eina viku. Gongst soleiðis sum tíðindini nú ljóða, koma s [...] sofu, har smærri fundir kunnu haldast. Skrivaraborðið er á tremur við alskyns pappírum og málum, sum ein stjóri til eina og hvørja tíð má og skal taka støðu til. Her er nógv at halda skil á. Hjá einum stjóra
Ósemjan liggur tó í um hann fer at halda sær á høgum støði, ella um hann fer at fara niður aftur um t.d. 5 ár. Verðins mest handlaða vøra Olja er verðins mest handlaða vøra. Eingin onnur vøra hevur eins stóran [...] meðan USA, sum brúkar 25% av allari verðinsoljuni, hevur havt hækkandi nýtslu. Metingarnar í dag eru, at sjálvt um eftirspurningurin úr USA møguliga minkar nakað, orsakað av fíggjarkreppuni sum er í løtuni [...] brúka júst olju – tvs. sum flutningsorka og til kemikaliir. Møguleikin fyri at skifta til aðrar orkukeldur í komandi árum er tí ógvuliga avmarkaður. Fyri Føroyar er støðan tó ein onnur, tí her verður bæði
Fólkaflokkinum, at vit hava ein veljaraskara, har ein partur heldur tað gongur ov seint, og ein annar partur heldur tað gongur ov skjótt. Tað er at kunna finna hesa javnvág, sum hevur verið trupulleiki okkara [...] viðurkenna, eru hansara úttalilsi rætt endurgivin og tulkað, liggur ein møguleiki í prinsippinum at samráðast um øll mál uttan tey, sum hava beinleiðis við suverenitetin at gera, tvs. at tú sær burtur frá [...] byrja fyrr enn tað, sum nú er í gongd, er liðugt, nevniliga at vit hava yvirtikið øll málsøki og gjalda fyri tey, hava fingið ein sjálvberandi føroyskan búskap osfr. Tað einasta, sum tá er eftir, og vit
at fáa sex í nakrar vikur. Ein fær nøkur ting sum gávu spenning og annað, men noyðist eisini at ofra seg og at vera meira fleksibul. Orðini eigur sexologurin, Karin Dahl, sum dagliga fæst við at vegleiða [...] maðurin er burtur: - Tá er tað heldur longsulin og spenningurin, um at maðurin kemur heim aftur skjótt, sum heldur henni uppi. Men hinvegin vil tað ikki siga, at sexlívið altíð er gott, tá maðurin er sjómaður [...] »nonstop«, meðan hann er heima. Hesum ivast Karin í: - Tað ber av praktiskum grundum ikki til, sigur hon. Liggur eitt ávíst trýst ikki á kvinnunum, tá maðurin kemur heim? - Jú, avgjørt. Kvinnan skal bæði liva upp
Gregorio Fuentes, sum tá var 102 ára gamal. Tað eydnaðist eisini, og var eitt rættiliga stórt upplivilsi at sita í stovu við hesum manni, sum hevði livað so tætt saman við Hemingway, og sum fólk úr øllum heiminum [...] bygd víðari á hesa søguna, sum hann greiddi Hemingway frá. Tá filmur varð gjørdur yvir skaldsøguna, har Spencer Tracy hevði høvuðsleiklutin, var tað kortini ein »stand in«, sum fekk fiskin í filminum. Og [...] stórfongi, sum varð vigaður. Jú, hann var errin av at hava verið vinmaður við kenda rithøvundan. Gregorio Fuentes varð føddur á kanarisku oynni Lanzarote í 1897. Men har var so óliviligt, at pápin, sum sigldi
Flaggið, sum sæst á myndini omanfyri, er júst tað ítøkiliga flaggið, sum varð góðkent sum føroyskt flagg á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen tann 25. apríl í 1940. Valdemar Lützen, handilsmaður í Havn, [...] á flagginum, sum soleiðis fær heiðurin at verða júst tað ítøkiliga flaggið, sum var modell fyri avgerðini um flagg føroyinga. Meira kann lesast um flaggið í Vikuskiftis-Sosialinum, sum eisini kann keypast [...] flaggið varð góðkent. Føroyingar ynsktu at fáa føroyska flaggið frá 1919 góðkent sum føroyskt flagg. Politikkur kom uppí – og ein meiriluti í landsnevndini hjá Løgtinginum, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin
seg sum einstaklingur, sum familja, eins og tað ber til hjá fyritøkum at tekna seg sum lim í felagnum »Bygdarhús«. Kenenth Rasmussen heldur ikki, at navnið, brúkt verður, er so heppið. Tað er ein leivd [...] ikki nýggjar, greiðir ein av nevndarlimunum í nýggja felagnum, Kenneth Rasmussen, frá. Fundurin flaggdagin var í grundini ein fundur til endurstovnan av felagnum »Bygdarhús«, sum varð stovnað í 1975 og [...] børnunum upp til pensionistarnar. ?Eitt hús, sum skal brúkast og vera livandi, sigur Kennth Rasmussen. Ein arbeiðsbólkur skal setast at fyrireika eina byggiætlan, eins og kostnaðarmeting skal gerast, sigur hann
lagt størstan dent á í sínum arbeiði. - Vit hava havt ein arbeiðssetning at ganga eftir, og har hava vit sett fokus á allar teir liðir, sum ein sjúkratilgongd hevur hjá krabbameinssjúklingum. Tað ræður [...] av nýggjum tilburðum av krabbameini – í Føroyum eru so lágir, sum teir eru. Deyðiligheitin hinvegin liggur á sama støði sum í grannalondunum, so taka vit lutfallið millum staðfestar tilburðir og deyðiligheit [...] settur av til ein nýggjan MR-scannara og mammografisk tól, og har eru 10 milliónir settar av til ein CD-scannara á komandi fíggjarlóg. Síðani verða aðrar 10 milliónir settar av í 2011 til ein nýggja MR-scannara
bangin Tað er ein óvanliga róligur maður, sum vit fáa orðið á úti á Amager nakrar fáar dagar undan fráferðini til Irak. Atburður hansara boðar ikki frá, at gerandisdagur hansara brátt fær ein heilt annan [...] róðrið í hes??um akfarinum. Saman við sær í akfarinum hevur hann ein gunnara, ið situr við skotvápninum, ið er ein 12,7 mm maskinbyrsa, og ein bólkaleiðara. Vanliga koyra teir saman í bólkum við seks hermonnum [...] upptøkuroynd til politi?skúlan. Kári hevur kastað seg útí nakað, sum tey allarfæstu høvdu havt dirvi til. Hetta ber boð eisini um ein mann, sum ikki er bangin fyri at ferðast á markinum, har tann grái massin
Miðvág, sum verður vertur fyri eina ta seinastu summarstevnuna í ár. Tað er ikki løgið, at yrkjarin er góður við hesa hugnaligu og vøkru gomlu bygdina, sum longu varð bygd í landnámstíð. Bygdin liggur vakurt [...] bygd einans her tú finnur ta trygd, sum sløkkja hjartans longslu kann, sum tær eymt í bamri brann Soleiðis kvøður yrkjarin Jens Eli Ellefsen um heimbygd sína Miðvág, sum verður vertur fyri eina ta seinastu [...] bjørgum og fyri stuttum er model av Nýggjaberg, sum fórst undir krígnum og nøvnini á manningini, sett upp í forkirkjuni. Miðvágur hevur altið verið ein framburðsbygd. Hon hevur átt og eigur framvegis framskygd