plássið á landsliðnum er hørð. -Tað er ein kappingarstøða. Gilli hevur spælt lítið og verið skaddur. Tað er ikki altíð so rættvíst, men hesa ferð hava vit René Shaki Joensen, sum vit kenna frá hasum plássinum [...] Norra og Albania, sum verða 16. novembur og 20. novembur. Tað vakti ans, at Teitur M. Gestsson ikki var við. Ein annar av teimum, sum plagar at verða listanum er Gilli Rólantsson, sum spælir við Vejle BK [...] spælir hatta plássið fyri KÍ í Evropa og Hanus Sørensen, sum vann steypakappingina á hasum plássunum. Eg vil hava Gilla at spæla og verða í form, og hann er ikki við tí hann ikki spælir, sigur Håkan Ericson
Fyrst Javnaðarflokkurin og nú løgmaður ynskja eina leiðslu fyri øll sjúkrahúsini. Tað kemur ikki uppá tal. Tað er ikki her trupulleikin er. Vænti ikki at succes'in í heilsuverkinum verður at niðurleggja leiðslurnar [...] tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi osv. Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin skal altíð hoyrast [...] gloymið ikki, tað eru politikarnir, sum taka avgerðirnar. Tað eru vit vald til. Tað er okkara ábyrgd. Serfrøðin ofta ósamd Eins og politikkarar, so eru serfrøðingar sanniliga eisini ósamdir. Um talan er um
fram. Tá vit kenna hvønn annan so væl, er tað umráðandi, at hin sleppur at leita sær nakrar leiðir, sum tað í roynd og veru ikki er dekningur fyri, tí gátuførið skal sum sagt endurskapast. Tá tey bæði, Anton [...] tað, sum eg veit um Maritu frammanundan. Eg kenni í nógvum førum kenslur hennara og hendingar, sum hava verið okkum fyri. Kortini skulu vit ikki gloyma týdningin av, at leikarar hava loynidómar fyri við [...] Tað at venja ein leik er sum at velta sálina. Tú grópar alla moldina upp, vendur bøkkunum og morlar teir sundur, fyri síðani at slætta aftur og til endans at leggja flag á. Tá er figururin og samanspælið
m hjá Andstøðuni. Somuleiðis er Fountain House ikki nevnt við einum orði í fíggjarlógini og tey einastu, sum hava gjørt nakað við málið er andstøðan. Men tað steðgar ikki her. Hanus Samró sigur, at hann [...] eina loysn saman við andstøðuni. Hanus er samsekur Hóast Hanus Samró roynir at renna undan ábyrgd, so er hann samsekur í at fella tvey uppskot, sum vóru til frama fyri eitt Fountain House. Tað fyrra uppskotið [...] hansara trúðvirðið er = 0 í míni verð. Tvey sjálvmál aftrat Hanus Samró sigur seg framhaldandi vilja arbeiða fyri einum Fountain House, men fyri at nýta orðið "framhaldandi", so er mann noydd/ur at hava
og 2. jóladag verða tey heima í Miðvági. - Vit eta altíð dunnu jólaaftan. Tað er vorðið ein siðvenja, sum eisini børnunum dáma væl. Hinar dagarnar er ræst kjøt og annað gott á skránni. Nýggi kringvarpsstjórin [...] jólini hava stóran týdning. Hetta er tíðin, tá familjan er savnað, og har serliga børnini eru í miðdeplinum. - Mær dámar eisini væl siðvenjuna og allan hugnan, sum er knýttur at jólunum. Tað hevur týdning [...] so alt ikki verður innantóm materialisma. Hvussu hevur 2018 verið fyri teg? - 2018 hevur sum heild verið eitt gott ár. Størsta hendingin var, at konan og børnini fluttu heim úr Danmark. Tað er gott at
áhuga, at tað kemur fyri rættin, so er ein tilburður fyrst meldaður, ber ikki til at taka málið aftur Maðurin, sum sló var dømdur 30 dagar í geglið, men av tí, at allir vóru skít og av tí, at maðurin aldrin [...] Maðurin, sum varð sligin bleiv óður og breyt ein komfýr og ein roykhettu, umframt ein hurðakarm, men tað hevði hann stutt eftir goldið eigaranum 12000 krónur í endurgjaldi fyri. Maðurin, sum varð sligin [...] Hann varð meldaður fyri harðskap og hóast tann álopni ætlaði at taka málið aftur, varð ov seint. Tað varð niðurstøðan á einum rættarfundi í morgun, har ein maður varð ákærdur fyri harðskap. Tað var í
ing snýr seg ikki um at missa teritorium mótvegis hvør øðrum, men sum øki at vinna land, sum vit hava mist undir verandi skipan. Spurningurin er so um vit lokalt í økinum eru bangin fyri hvat fólkið hevði [...] Hetta ber ikki júst brá av at skipanin hevur gagnað økinum. Tað er lætt at finna argumentini fyri hví vit eiga at vera ein felagskommuna, men higartil hava sera fá argumentir verið frammi fyri, hví vit [...] kommunu. Eg vænti ikki at kommunusamanlegging eina kemur at venda gongdini í økinum, tí tað skal munandi sterkari lútur til. Men kommunusamanleggingar er ein fortreyt fyri, at vit sum øki kunnu gera okkum
breytir á fleiri skúlum er m. a., at næmingarnir sleppa at fara út á skúlarnar og spæla konsertir fyri hvørjum øðrum, og tað er jú spennandi at fara á konsertferð! Og eisini er tað spennandi at hitta hvønn [...] til eitt serligt høvi. Tað er altíð gott at hava onkran at síggja upp til – hevur man eina tónleikabreyt á hvørjum skúla, eggjar man teimum yngru til at byrja at spæla og ikki minst halda áfram. Tað ger [...] verða gjørd, minni persónlig blíva tey, og ger man tingini ov stór er lættari at missa intensitetin. Í tónleiki og sum í øllum ørðum er tað umráðandi at halda spenningin og gleðina koyrandi!
Tilhaldið í Tórshavn er virkið tilhald fyri eldri og hevur m.a. sum aðalmál at varðveita og menna heilsuna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu. Í dag høvdu tey skipað fyri eini útferð til Klaksvíkar [...] hava borðreitt fyri okkum, legði Eilif afturat. Eyðun takkaði fyri á vísti til, at vit eiga at bera bryðarnar hvør hjá øðrum – og tað er tað, vit m.a. royna at gera í dag. Tit eru altíð vælkomin legði [...] Boðar tú til allar tjóðir og Stór er tín trúfesti. Eilif Samuelsen takkaði fyri vegna tey vitjandi og vóru tey fegin um høvið at síggja prýðiliga og vakra bygningin, sum hann tók til. Tó at tit eina mest
og ítalusett sum ynski frá kvinnunum, men tað er tað ikki altíð, sigur Erika Hayfield. - Man kann sjálvandi siga, at um tað er tað, sum folk vilja, mugu tey sjálvi um tað. Vandi er bara fyri, at tað sær [...] út sum eitt frívilligt val, men er tað ikki. Kyn er ein sera sterkur partur av okkara samleika, og tað er lætt, at vit knýta ymisk viðurskiftið á tað kyn vit hava. Eitt nú, er tað fatanin, at tað er náttúrligt [...] eisini: Fleiri forðingar fyri, at kvinnur arbeiða fulla tíð - Um tað eru uppgávur, sum liggja á familjuni, og tað liggur í luftini, at tað er kvinnan, sum skal taka sær av tí, er tað kanska upplagt at velja