hevur tað týdning fyri teg at arbeiða sum NLP-ráðgevi? - Tað gevur mær nógv persónliga, tí eg veit, at eg geri nakað, ið hevur veruligan týdning. Tað er ein fragd fyri meg at uppliva, at fólk fáa tað betri [...] trupulleikin er. Men tað eri ikki eg, sum sigi, hvat er rættast og best fyri hvønn einstakan. Tað eru tey sum gera arbeiðið sjálvi. Eg vísi teimum ein máta at gera tað uppá, so tey fáa tað betri, sigur Gunnleyg [...] sum tað ikki eigur at vera. Varhugin ella tað tú kennir á tær skalt tú ikki skúgva til viks, tí mínar royndir eru, at jú meiri tú arbeiðir í samsvari við tí, tú kennir á tær, jú betri fært tú tað. Tú skalt
fekk, og tað vildu vit útnytta, áðrenn tær rættiliga komu sær yvir skelkin. Og sigast má, at tað eisini eydnaðist væl, tí VÍF tók seg upp á 19-11. Men so steðgaðu tær upp. ? Rutinan á liðnum var stutt og [...] á liðnum, men eg eri inni á strikuni og kann tí ikki rópa so nógv, sigur Randi um tann partin av dystinum, har StÍF hótti við at strúka avstað við sigrinum. Men javnleikur var tað nærmasta, StÍF kom, og [...] ? Hatta var ótrúliga stuttligt og vit høvdu eisini harðliga brúk fyri hasum úrslitinum. Tað sigur Randi Kúrberg, sum í ár hevur spælt á strikuni hjá VÍF, eftir at hon í fjør bleiv føroyameistari sum málverji
hálvleiki, tí alt ljósið inni í høllini fór. Sjónvarpið var væl mannað á staðnum, og onkur helt, at tað var SvF, sum fór við ov nógvum streymi til, at høllin megnaði at bera tað. Tað var óheppið, at dysturin [...] royndirnar, tá tað veruliga stóð á. VÍF vann dystin 24-23, og aftaná helt onkur, at tað meira vóru strandingar sum taptu, enn tað var VÍF, sum vann. Tað er rætt, at StÍF helst hevur víst tað besta spælið [...] og tað er eisini rætt, at StÍF ongantíð hevur vunnið nakað serligt, meðan tað neyvan fer eitt ár afturum, uttan at VÍF ikki vinnur okkurt. Men hinvegin er tað so spurningurin, um tað ikki var tað betra
Brasilia? Nei, tað havi eg ikki verið, og tað ætli eg mær ikki at vera. Eg ynski heldur ikki at dylja, hví eg ikki eri uppií har yviri. Tað er stutt sagt, tí mutrið er so stórt har, at tað ber ikki til at [...] Tað er stórt lop úr Rio de Janeiro og á Svangaskarð ella í Sarpisgerði, og tað er tað á so mongum økjum. Fótbóltsmenninir úr Brasila eru 27 ára gamli Moisés og 26 ára gamli Robson, sum eru í Gøtu, og 26 [...] Brasila nøkur ár herfyri til Miðeysturs og Afrika, men tað var skjótt liðugt við tí. Okkara spælarar rista kross fyri seg, tá teir fara á vøllin, men tað varð ikki góðtikið í londunum, har muslimska trúgvin
helst, at tað var nú ella ongantíð, og tað var tað væl eisini. Í Leirvík eins væl og í Vestmanna er fiskivinnan lívæðrin í bygdini, og tað má kommunan fyrst hugsa um. Meðan gamla ferjulegan enn var í nýtslu [...] gerast har eisini. Ternan I, sum tá røkti siglingina um Leirvíksfjørð, skuldi kunna venda inni í havnini. Kommunan var ikki nøgd við verkætlanina og vildi hava tvørgarðin at liggja væl ytri fyri at fáa eina [...] skuldi venda inni í havnini, gjørdust umstøðurnar heilt út av lagi. Eingin kann lasta kommunustýrið fyri, at teir nýttu møguleikan at fáa nýggja ferjuhavn, tá bergholið fór í gerð, og alt tað grótið kundi
Nøkur valskeið í seksti- og sjeytiárunum var hann næstformaður á tingi. - Tað kemur uttan iva fyri á tingi, at orðaskiftið fer heldur langt burtur frá tí tað snýr seg um, men eg rokni ikki við, at føroyskir [...] stórvegis annað við síðuna av fer tað at síggjast aftur í orðaskiftinum. Trupulleikin er, at tá ið tingfólk hava hálvt ella 3/4 starv við síðuna av, knípir tað við at lesa alt tað sum lesast skal. Sum er hava [...] leringin, tað at farið verður eftir manninum ístaðin fyri málinum, er sjálvsagt ikki gott og sakligt. Eftir førimuni roynir formansskapurin at halda stýr á tí og gera vart við tað, tá ið tað kemur fyri
Drátt. Hildu kósina Skilið var tað sama í øðrum settið. Dráttur helt kósina - har var jú eingin orsøk at broyta hana - og tað sá út til at ganga sum fótur í hosu. Fleyr var um møguligt, enn verri fyri [...] framman. Og tí var tað kanska ikki so løgið kortini, at tær hildu á. Skilið var tað sama í seinasta settinum. Dráttur fekk ikki spælið hjá sær, frá teimum báðum fyrstu settunum at virka og tað varð revsað [...] í partin hjá Fleyr a, og sigurin var í hús. Úrslitið var, sum verða man 3-2 og tað er einki yvir at dylja, at Fleyrkvinnurnar vóru meiri enn fegnar um sigurin. Tað var ikki sørt av eini uppreisn fyri Fleyr
oljumálum við Sosialin, at arbeitt verður við at fáa oljumálini í eitt serstakt aðalstýri. Tað ljóðaði sum tað bara var ein spurningur um tíð til hetta er komið uppá pláss. Eisini formaðurin í tingbólkinum [...] góvu eitt kraftigt signal, tá samgongan varð skipað og vit settu ein oljumálaráðharra, og tað er líkasum, at tað fánar burtur, fær landsstýrismaðurin ikki arbeitt út frá sínum egna stýri. Fyri mær fær hann [...] Sámal Petur í Grund sigur, at hann sjálvur hevur roynt eina skipan, har tað eru tveir landsstýrismenn, sum referera til sama stýri, og tað ber ikki til. Nú marknatrætan tykist nær eini loysn, so fer tørvurin
siga, at talan var um ein sera vælleiktan finaludyst. Einastu ferð Holte veruliga gjørdi um seg var í øðrum setti í fyrra hálvleiki, og tað settið vann Holte eisini. Eftir tað vóru tað fjónbúgvar, við [...] uni og tað var so sanniliga lagt upp til ein spennandi dyst. Ikki færri enn 10-11 danskir landsliðleikarar vóru á vøllinum, so tað borgaði fyri flogbólti á høgum stigi, og so var. Dysturin var sera spennandi [...] HIK Ålborg. Úrslitið av tiebreakaranum var, at HIK Ålborg vann so greitt sum 15-7 og harvið var ein sensatión komin til høldar. Fyri fyrstu ferð í longri tíð var tað ikki Holte sum vann steypakappingina
ein góðan mánaða og tað var eitt sindur longri, enn Ejler Jacobsen, reiðari, hevði roknað við. Men nú er hon so liðug og fer til fiskiskap nú um vikuskiftið. Ejler Jacobsen sigur at tað er gjørt nokk so nógv [...] við skipið. Ikki minst er rækjuvirkið umborð gjørt meiri nýmótans, enn tað var. ? Vit hava sett nýggjan skiljara í, sum er longri enn hin og tí skilir nógv betri. Hesin nýggi hevur bara eitt handtak til [...] Fyrr var eitt handtak til hvørja rist. Teir hava eisini sett ein kókara í afturat. Orkan at kóka hevur verið ov lítil, og verða rækjurnar ikki kókaðar livandi versnar dygdin, og prísurin munandi. Tað sæst