fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú skalt hava útbúgving, um tú ætlar [...] sigur, at sum er, ber Grønland ikki meira enn umleið 50.000 áseyðir. Men enn er skipanin kortini bert umleið 20.000, sigur hon. Tað ber kanska til at fáa skipanina upp um tey 50.000. Men tað kemur nógv ann [...] djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda sukursjúkuni
við eini viðmerking. Magni Arge sigur, at tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Blue Atlantic - Føroyaferðir noyddist at lata aftur orskað av kapping frá Atlantsflog. Fólk kunnu fáa ta fatan, at A [...] hevur latið ferðaskrivstovu upp í Keypmannahavn í beinleiðis kapping við Blue Atlantic. Men hetta er als ikki so, sigur Magni Arge. Hann harmast hinvegin um, at Blue Atlantic noyðist at lata aftur, tí
Tórshavn. Býurin er rættuliga nógv broyttur í mun til tað hann er í dag. Í søguni fylgja vit fleiri persónum, ið allir eru rættuliga ymiskir. Søgan er skriva í triðja persóni. Tað er skiftandi sjónarhorn [...] Lortur verður nýttur sum tøð. Ódnin er eisini eitt afturvendandi evni. Tað er í grundini út frá ódnini at vit hitta persónarnar. Tað triðja afturvendandi evni er morðið á Gogo. Høvdið á Gogo verður funnið [...] kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini brot, sum tað á kirkjuloftinum, sum ger søguna so frálíka. Tað er kenst sum verður tú skriktur úr dvala, tá ið tú lesur brot sum
nýggi leikstjórin, at hon er ein teirra, sum ikki hevur fastar ætlanir. - Tað hevur verið sera spennandi og áhugavert, men strævið at leikstjórna. Tað krevur eisini, at ein er strangur, um nakað skal spyrjast [...] leygarkvøldið 22. november kl. 19. Eyð Matras er leikstjóri. Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga veik, at hon hevur lagt [...] leikarar. Tað eru Jytte Joensen, Hilmar Joensen og Karlot H. Jacobsen. Eyð Matras, leikstjóri, vil ikki siga meir um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda. Leikurin er skrivaður út frá gomlum
roynd frá honum at halda fast um maktina fyri ein og hvønn prís og vísa á, at við einum slíkum manni á odda er ómøguligt at føra politikk. Og er so, kann man ikki annað enn geva teimum rætt, og tað ger so [...] leggja á júst hetta, sigur tað seg sjálvt, at samráðingarandin ikki er tann besti longur. Hin høvuðsorsøkin er tann, at sitandi stjórn við Netanyahu á odda vegna innanhýsis klandur er meira ella minni virkislamin [...] So støðan í Likud beint nú er tann, at har finnast tveir bólkar: ein, ið heldur við Netanyahu (Bibis fanklubbur ? Bibi er kelinavn Netanyahus) og ein, sum vil hava hann frá. Nevnast kann, at Jossi Olmert
alt fólk, sum einans hugsa um fótbólt og lítið leggja í, hvussu aðrar ítróttagreinar hava tað í Føroyum. Tað er tvætl, sum hesir snævurskygdu fótbóltspersónar royna at billa fólki inn um Tórsvøll. Rennarin [...] Gundadali. Vit hava framvegis møguleikan at flyta heimadyst ímóti Spania ella øðrum inn á Svangaskarð, um tað er rennibrytin sum ger, at vit tapa ov nógvar heimadystir. Annars haldi eg, at dulnevndu persónarnir [...] tann rætti fótbóltsstemningurin ongantíð verður um nýggja grasvøllin, tí áskoðararnir sita ov langt frá vøllinum. Eisini hoyrdu vit í Útvarpinum sunnukvøldið, at niðurstøða á norðurlendskum fótbóltsfundi
parabol í hvørjum húsi. Sjónvarið er ikki longur eindarsjónvarp okkara. Tí er neyðugt at menna tað og styrkja tað, so tað ístaðin verður meginsjónvarp okkara. Tvs, at hyggjarin í Føroyum skal náttúrliga [...] órøttum, at tað kemur ikki útum Havnina. Alt politiskt og umsitingarligt vald er í Havn. So Tað er ikki ónatúrligt, at nógv verður sent út Havn. Men gongdin í teknikkinum fer at gera tað nógv lættari [...] hví føroyskt sjónvarp er óáhugavert. Tíðir broytast Johan Petersen leggur dent á, at Øravíkarskjalið er ikki eitt endaligt skjal. Tað eru ikki eini boð til sjónvarpið. Tað er skrivað í samstarvið við
inntøkunum tó at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin. Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum javnaðarflokkurin er komin við í seinastuni í sambandi [...] standa enn sterkari saman. -Tað besta forum at menna samstarvið haldi eg er Útnorðursamstarvið heldur enn at londini sínamillum á landsstýrisstøði arbeiða við hesum. Og nettup tað at Jonathan Motzfeldt hevur [...] at fíggja eina umvæling av mongum av teimum bygningum o.ø. , sum danir hava verið við til at byggja frá fyrstan tíð. -Vit tosaðu eisini nógv um tær báðar ymisku skipaninar, sum bæði londini hava á oljuøkinum
eydnaðist tað liðnum, sum vanliga er við undirlutan, at verða omaná. Í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri við fimm málum, og hóast Neistin togaði seg inn á Kyndil í seinna hálvleiki, og helt Kyndil frá at skora [...] Tá tveir minuttir vóru eftir at spæla javnaði Inga Danberg til 15-15. Men seinastu minuttirnar var tað Kyndil, sum fekk tvey mál og sostatt vann 17-15. Hjá monnunum vann Kyndil 32-28 eftir 19-13 í hálvleikinum
tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum. Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. Oljuvinnan er so umfatandi, at tað førir ikki til [...] nakað burturúr oljuvinnuni, er at sigla við oljuskipum, útgerðarskipum og ?stand by skipum. Men harmiligt er tað, at vit ikki klára at standa fyri nøkrum sjálvir. Kanska er tað av penganeyð. Men hví selja [...] reiðiliga uppá, fer at eydnast okkum. Tí tað plaga vit ikki, sigur Olaf Olsen. Hann sigur, at hann veit ikki um tað er tað, at føroyingar eru so illgrunasamir ímóti hvørjum øðrum. Hann vil heldur ikki at siga