venjingina undan steypafinaluni. - Eg havi framvegis eina lítla vón um, at tað skal bera til at spæla. Eg royndi at venja í dag, uttan at eg hevði tikið nakað pínustillandi, og tað gekk heilt væl. Men skal [...] leggi eg kanska ikki heilt so nógv fyri, men nú fáa vit at síggja. Her og nú vildi eg sagt, at tað er á leið 50/50 ella kanska 40/60 møguleiki fyri, at eg spæli, sigur Hans Jørgen Djurhuus. [...] í dystinum hjá Víkingi móti B36, at Hans Jørgen Djurhuus kom illa fyri í einum nærdysti. Miðvallarstríðsmaðurin varð alt fyri eitt skiftur út, og staðfestingin var, at økslin var farin úr lið. Skaðarnir
almennu fyrisitingina at dúva uppá. Í slíkari gongd fer føroyski útflutningurin at fleirfaldast í virði, eins og føroyska bruttotjóðarúrtøkan fer at vaksa í ovurstórum lopum. Hetta fer at síggjast aftur í munandi [...] Hóast hetta mugu vit ásanna, at føroyski útflutningurin av hálvvirkaðum fiskavørum minnir ikki sørt um útflutningin hjá einum menningarlandi. Tí má næsta takið verða at fáa burtur ovurstóru tollforðingarnar [...] støðu sum útflytari av lidnum vørum. Tá fer okkara útflutningur at minna meira um útflutningin hjá einum framkomnum ídnaðarlandi. Tað fer at hava við sær hundraðtals nýggj arbeiðspláss her á landi. Bróð
Nólsoyarfirði, skamt uttan fyri Hoyvík. Sea Shepherd siga, at tey hava tikið royndir av vatninum, men at føroyskir myndugleikar ikki vístu stórvegis áhuga í at kanna málið. In.fo hevur tosað við Mjólkavirki Bú [...] niður í kloakkina, sigur Rógvi Weyhe. Hann sigur, at fólk vóru skjót at siga frá, hvat tey sóu og at feilurin varð uppdagaður tíðliga, so skaðin var ikk serliga stórur. - Talan er um eini túsund litrar av [...] Hann sigur, at tað kemur fyri av og á, at mjólk rennur niður í kloakkina, men sum oftast sæst hon ikki aftur, tí streymur og annað førir hana burtur beinanvegin. - Í gjár var so stilt, at mjólkin varð
ófantaliga parkeraður at kalla mitt á landsvegnum við Syðrugøtu, at tey vildu hava bilin burtur. Hann var til so stóran ampa fyri ferðsluna, at hann kundi ikki verða standandi og tí royndu vit at fáa fatur á eigaranum [...] ikki vist, at tað er tí hann hevur verið so í ørviti, at hann ikki minnist hvat hann setti bilin. Bilurin stendur nevniliga ikki longur í sama stað, har hann setti hann. Løgreglan sigur, at í nátt komu [...] sigur løgreglan. Løgreglan stúrdi serliga fyri, at onkur skaði kundi standast av, tí bilurin stóð so árendur at kalla mitt á vegnum. Men tað bar ikki til at fáa fatur á tí, sum átti bilin, og tí varð sent
ovast, og fyritøkan vil, at viðskiftafólk skulu merkja, at arbeitt verður fyri teirra áhugamálum. Umframt at vera ein dyggur el-innleggingarveitari, bjóðar El.fo sær eisini til at leggja øll sløg av netverkum [...] fyritøkuni stendur, at 6-7 fólk starvast hjá El.fo, men tá tú skiftir orð við Jógvan Elias Jacobsen í dag, sigur hann, at samlaða talið av fólki í fyritøkuni í løtuni er 17. Brosandi sigur hann, at virksemið er [...] er so nógv vaksið, at stundir ikki hava verið til neyvt at dagføra henda partin av heimasíðuni, men tað verður gjørt um ikki so langa tíð,nú felagið fer at dagføra heimasíðu og snið. - Í løtuni eru vit
møguleikar. Sjálvur metir Árna Gregersen, at komandi løgtingsval, fer at verða eitt virðistíð millum bý og bygd. - Eg vænti, at komandi val verður eitt virðisstríð, ið fer at snúgva seg um hvussu ognirnar hjá [...] greitt, at kanningini hjá løgtinginum, ið Gammeltoft gjørdi, um leiklutin hjá løgmanni, hevur havt eina avleiðing við sær, nevniliga nýval. Tað kann tykjast, at løgmaður útskrivaði val fyri at sleppa undan [...] Harumframt tykist, at samgongan er lammað. Tað sæst millum annað í málinum um fiskivinnunýskipanina. Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, um avgerðina hjá løgmanni at útskriva nýval í dag
Bjarni Djurholm, at hagtølunum sum hava verið frammi um familjurnar í fátækraváða. Hann viðgekk, at fíggjarliga støðan hjá hesum var framvegis ikki góð, men hann vísti eisini á, at hagtølini vórðu skeiv [...] sum eisini er fegin um at Fólkakirkjan við Jógvan Fríðriksson á odda stuðlar átakinum. At 'Í menniskjum góður tokki', yvirhøvur er eitt neyðugt átak, merkir fyri Lasse Klein, at politiska skipanin hvørki [...] Sjálvsstýrisflokkin, Lasse Klein, undrast í dag á, at boðskapurin hjá átakinum, Í menniskjum góður tokki, ikki hevur vakt størri politiskan ans. Lasse heldur, at tey neyðstøddu í føroyska samfelagnum ikki í
Tað er greitt, eftir at fíggjarnevndini hevur viðgjørt uppskotið hjá andstøðuni um at hækka barnafrádráttin við 1.500 krónur. Samgongan havnar uppskotinum, sum hevði til endamáls at hækka barnafrádráttin [...] landsstýrismaðurin at hugsa um at hækka barnafrádráttin. – Grundarlagið undir framtíðarvælferð hjá øllum borgarum er ein sterkur familjupolitikkur og nú tykist gongdin í fólkatalinum at vera vend, tí fólkatalið [...] siga, at í 2012 varð skattaskipanin broytt, og í tí sambandi hækkaði barnafrádrátturin 1.000 krónur. Samstundis verður arbeitt við enn fleiri broytingum, og tinglimirnir í samgonguni halda, at í hesum
Endamálið er at virka fyri at samansjóða verkfrøðislesandi úr Føroyum, umframt at skapa samstarv við føroyska vinnulívið. IDA FØR-ING fer soleiðis at styrkja møguleikarnar hjá lesandi at skriva uppgávur [...] Danmark. FØR-ING er partur av danska felagnum IDA og saman við teimum fara vit at skipa fyri ymiskum tiltøkum sum hava til endamáls at styrkja kervið millum tey lesandi og menna tey fagliga. IDA FØR-ING hevur [...] verður eitt tiltak har møguleiki er at hoyra Hera Schwartz Jacobsen frá Defined Energy greiða frá royndum sínum sum íverkseti. Eisini kemur Øystein Patursson frá Fiskaaling at greiða frá teirra virksemi, og
beint uttan fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði. Tað, sum nú restar í at gera, er at leggja el og vatn oman á brúgvarnar til bátarnar, sum koma at liggja har. Tað er P/F Petur Larsen, sum hevur leverað brúgvarnar [...] ði skal eisini gerast við hylin. Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at ætlanin er at leggja bátarnar, sum lógu í bátahylinum, men sum seinastu tíðina hava ligið í ytra bátahyli [...] brúgvarnar, áðrenn mentanarvika verður í Fuglafirði. - Vit arbeiða eisini við at snøgga enn meira um bátahylin, og eitt nú er ætlanin at byggja eina atløgusíðu fram við innaru síðu av bátahylinum. Vit hugsa okkum