hvassliga at mannagongdini, at tingið skal viðgera og samtykkja uppskot frá einum einstøkum løgtingsmanni, meðan teir halda, at landsstýriskvinnan í almennamálum, Eyðgunn Samuelsen, vera setta púra út at spælinum [...] Tað varð roknað við, at stóra orðaskiftið í tinginum í dag fór at vera um fíggjarlógina fyri 2019. Fríggjakvøldið varð álit til fíggjarlóg lagt fyri tingið, og formaðurin setti tað á skrá sum mál nummar [...] viðgerðini av hesum málinum. Uppskot um at einskilja P/F Postverk Føroya er á skrá, áðrenn tað verður farið undir viðgerðina av fíggjarlógini. Tað man vera rættiliga sannlíkt, at tað verður tingfundur í morgin
- Vit høvdu vónað og væntað, at tað fór at verða søga síðst á sumri í ár, at neyðugt er at draga oljutunnur úr bátinum og niðan í bygdina í Mykinesi. Men, leingi er tað, ið væl skal verða. Enn eru vit [...] oljufeløgunum fer at selja til kundarnar. Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Hendrik Old, var við bygdaráðnum á vitjan í Mykinesi og hugdi at viðurskiftum, sum [...] kann gerast liðugt. Í Sørvágs kommunu siga tey, at kommunan aftur í ár í skrivi til landsins myndugleikar hevur víst á, at neyðugt verður sum skjótast at bøta um atløgusíðuna við eitt nú longdum bryggjukanti
kjalarvørrinum av, at illgruni er reistur seinastu mánaðirnar um, at kinesiska stjórnin brúkar felagið at njósnast við. Tað skrivar BBC. Fundurin við altjóða miðlar var einans triðju ferð, at stovnarin hitti [...] stjórnin hevur í longri tíð ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er Huawei undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum. Huawei hevur [...] um. Men eg hevði aldrin gjørt nakað fyri at skaða heimin, segði stovnarin á fundinum og legði aftrat, at stjórnin hevur aldrin heitt á hann ella felagið um at deila óhóskandi upplýsingar um sínar sams
er betri at teir skjóta útifrá. Les eisini: U21 landsliði ger eina útskifting - Suðurkorea spælir við smáspæli og enda mangan við at koma ígjøgnum til skot tætt at málinum. Eg kann ímynda mær, at vit skulu [...] landsliðsvenjari, sigur at dysturin í kvøld móti Suðurkorea verður ein spennandi og ikki minst øðrvísi dystur. Orsøkin er, at Suðurkorea hevur ein heilt serligan spælistíl. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin [...] Suðurkorea tapti við tveimum móti Noreg, sum verður mett at verða væl betri enn Føroyar. Tað kemur heldur ikki óvart á venjararnar hjá Føroyum, at teir spælararnir hjá Suðurkorea ikki vita, nær teir hava
2006 - 2014. Úrslitini vísa, at millum teirra, sum tóku blóðtynnandi heilivág í eina ávísa styttri periodu eftir at kanningin varð byrjað, høvdu 29 prosent minni kjans fyri at fáa demens. Tóku tey tað í [...] siga, at klinisku kanningarnar eru neyðugar fyri at kenna orsøk og virkna í sambandi við nýggju avdúkingina. Sterkastu viðvirkandi orsøkirnar til demens er vantandi blóðtynnandi heilivágur, at fólk gerast [...] Institut í Stokholm sigur, at órógvandi nógv fólk steðga við at taka teirra blóðtynnandi heilivág eftir fá ár. - Fyrsta árið eftir tey ery byrjað, eru tað 15%, sum steðga við at taka heilivágin og eftir
Festivalinum er, at tað er ein familju festivalur. Her kunnu øll hugna sær og fáa tíðina at ganga, men eg má erliga siga at okkara tíð fer tað mesta við at vera í Silvalandi. Eg haldi at festivalurin í ár [...] eisini fingið barnagentu, soleiðis at tey kunnu fara heim í song tá tey eru ov móð. Tey bæði hava verið á festivalinum so at siga síðan hann byrjaði og ætla sær eisini at vera so leingi tey orka. - Nú búgva [...] ár, við á festival. Henni dámar betur at fylgjast við vinfólkið og er eisini í ár saman við pápa sínum á festival, so hon gongur eitt sindur ímillum. - Vit royna at hava børnini við so leingi tey orka,
um Daniel Craig fór at taka eitt tørn aftrat, men í 2015 segði hann, at hann heldur vildi beina fyri sær sjálvum enn at gera ein nýggja James Bond film. Sjónleikarin hevur tó lov at broyta hugsan, og við [...] greiddi frá, at avgerðin bleiv tikin fyri nøkrum mánaðum síðan. Daniel Craig legði tó dent á, at hetta verður síðsti filmurin við honum í høvuðsleiklutinum. - Eg haldi hetta er tað. Eg ynski at enda við einum [...] við Stephen Colbert játtaði hann, at hann aftur verður at síggja í leiklutinum. - Eg havi verið rættiliga varin við hesum. Eg havi gjørt samrøður í allan dag og fólk hava spurt meg, men eg havi einki sagt
eru so góðar, verður tað eisini nógv lættari at fara væl um bátarnar, sum so aftur fara at krevja minni viðlíkahald, sigur formaðurin. Marni E. Joensen sigur, at tá tiltøk verða í Hósvík, sum eitt nú regatta [...] sum gjørt hevur verið onnur ár, men undir Streymoyarlandinum. - Vit hava góðar vónir um, at tað fer at ganga væl at avgreiða kappróðurin á sundalagsstevnu leygardagin, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag [...] framúr. Pláss er fyri tveimum róðrarbátum á bátadráttinum í senn, umframt at gott pláss er á nýggja og stóra plattinum. Hann sigur, at tørvur hevur verið á einum veruligum bátadrátti undir róðrarneystinum
Dahl fer at greiða frá gomlu tíðini - og Sámal Petersen fer at siga frá um nýggju tíðina. Sunnudagin klokkan 12 verður kirkjugongd í tjaldinum, tá Emil Olsen, prestur, fer at prædika. Talvan fer at ganga [...] fyrireikarunum, at tjaldið kemur upp at standa í Funningi í seinasta lagi í dag. Sum skilst á fyrireikarunum, hevur tiltakið fingið rættiliga stóra undirtøku, og út við 600 fólk hava longu sagt, at tey ætla sær [...] fer eisini at syngja nakrar sangir undir gudstænastuni í tjaldinum. Í Funningi verður eisini hugnaligt hjá børnum, meðan Várhugnadagar eru. Spøl verða spæld, og børnini eru longu biðin um at hava hoppiband
takksom og glað fyri, at báðar kommunurnar eru við til at stuðla, og komandi ár fara vit at royna at fáa eitt breiðari samstarv við næmingar og foreldur við skúlan á Giljanesi, soleiðis at hetta vakra og góða [...] og foreldur verða báðar kommunurnar í Vágum eisini við til at skipa fyri. – Fyri okkum er tað umráðandi at gróðurseta hetta tiltak, soleiðis at »Jól við Vatnið« kann blíva afturvendandi mong ár fram yvir [...] k og endurtikið ár eftir ár. Tað styrkir bæði samanhaldið og samstarvið – umframt at næmingar í báðum kommunum koma at kenna hvønn annan enn betur, sigur Niclas Heri Jákupsson. »Jól við Vatnið« verður