og systkini sungu við ymiskum kirkjukórum. - Sangur hevur altíð fylt ein stóran part í mínum lívi. Vit vóru ein syngjandi familja. Ein systir hjá mær syngur sum stuðulsrødd í mínum bólki, sigur David. David [...] USA, og tað hoyrist eisini á málinum hjá honum. Hann tosar eins og cowboy´arnir í filmunum. Hann er blíður at tosa við. Hann hevur sett ein hálva tíma av sínari pakkaðu skrá av til at tosa við meg. Trúgvin [...] David Phelps er eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í ár. Hann er ein av kendastu kristiligu sangarum í USA. Hann er eisini vorðin kendur í Evropa gjøgnum Gaither Vocal Band, sum hann sang við
hevur roynt so at siga allar veiðihættir. - Eg havi havt eitt brennandi ynski um at sleppa ein svartkjaftatúr við einum av pelagisku skipunum. Hendan túrin havi eg nú verið, og eg eri ógvuliga ovfarin av teimum [...] fiskað fyri umleið 4,5 mió kr. hesar dagarnar, og tað gevur ein dekkarapart upp á einar 65.000 krónur, sigur hann. Mettur av døgum - Nú eg havi fingið hetta ynskið uppfylt, eri eg mettur av døgum á havinum [...] Fríða og Eivindi, tá ið skipið kom á Fuglafjørð um 22-tíðina mánakvøldið, fulllastað við svartkjafti. Ein dreymur - Hetta hevur bara verið eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at vita,
komnir fram á tey. Onkuntíð havi eg ikki trúð mínum egnu eygum, tá eg havi sæð okkurt domænenavn, sum onkur stór fyritøka átti at havt tikið fyri langari tíð síðan, og so havi eg sjálvsagt keypt tað. Tí [...] com er leyst at keypa, so kundi tað verið ein dýr og strævin søga hjá føroysku fyritøkuni at fingið domænenavnið. ? So høvdu teir verið noyddir at saksøkt ein russa, sum eingin visti navnið á og sum búi [...] nevniliga skrásett í USA, og eru soleiðis umfatað av amerikanskari lóggávu, so tað kann lætt gerast ein longri søga at draga málið um til dømis www.foroyabanki.com í rættin. Áttu heldur at sagt takk ? Men
nóg nógv. Vit hava so eina nýggja test um ein mánað, og tá fellur hamarin, um teir ikki standa seg nóg væl. Eingin neyðsemja Tað skilst alt fyri eitt, at tað er ein hampuliga kontantur venjari, sum HSF hevur [...] fyri, verða søgd uttan so mikið sum ein blunk, og Lars leggur eisini dent á, at fyri at vera á landsliðnum, so skulu leikararnir eisini geva tað, sum krevst. - Eg havi alla tíðina sagt, at eg bara vil hava [...] batnað. - Ikki tí. Eg havi einki ímóti, at útlendskir leikarar koma í føroyskan hondbólt, og sum útgangspunkt skuldi hetta bara verið gott. Men tað skal ikki vera soleiðis, at ein ungur evnaríkur leikari
Jóhannus frá, og tekur í sama viðfangi eina masku, sum liggur á borðinum við síðuna av. Hesa havi eg altíð, og eisini havi eg eina ordiliga, sigur hann og peikar á eina rættiliga gassmasku. Maskinurnar eru komnar [...] fínasta slagi, men ein skal vita, hvat gerast skal, tá farið verður undir eitthvørt. Líka mikið hvat tað nú er. Eisini skósmið. Bara at fáa nakrar lidnar sollar og hælar at líma undir ein skógv, er ikki altíð [...] fimm-seks skósmiðir bara í Vági, og teir høvdu nokk at gera. Í dag er eingin i Suðuroynni, sigur hann. Ein byrjaði herfyri, men gavst skjótt aftur, tí ov lítið var at gera. Sama lagið er í Vágum. Fólkagrundarlagið
Eg havi eina samfelagsfrøðiliga útbúgving, og visti eg tí beinanvegin at hesi tíðindini vóru skeiv. Men útvarpið ber so nógv onnur tíðindi, um viðursskifti, sum eg lítlan ella ongan kunnleika havi til [...] hægstarætt, var triði hvør dómur broyttur. Hetta er nakað heilt annað enn tað útvarpið segði. Talan er um ein mun uppá góðar 1600 dómar. Av uml. 1700 dómum hjá eystara landsrætti vóru færri enn 100 kærdir til [...] uppá, at útvarpið eingi skeiv tíðindi hevur borið. Hann undirbyggir hetta við, at tíðindini vóru ein endurgeving av eini grein í danska blaðnum Politiken, og at danska útvarpið eisini hevði borið tíðindini
gjørdi alt og nógvar feilir til at spæla ein kappingarførnan dystin. Stóripinnur var ikki komin runt eina ferð, so stóð Eina S. Kalsø við FM steypinum í hondini Ein staðfesting av, at Mjølnir er einaráðandi [...] fyri hetta kappingarárið við greipuni, sigur Sofía Purkhús, sum hevur verið ein lyklaspælari hjá Mjølni seinnu árini. Hon er ein týdningarmikil partur í álopsspælinum og er ikki til at steðga, tá hon fyrst [...] stuttligt sum FM fyri trimum árum, sigur Lena Í Buð. Urd T. Traðará: - Havi lært nógv í Mjølni Tað sigur Urd T. Traðará, sum er ein av “innflytarunum” á Mjølnir liðnum. Hon kom til Mjølnir fyri tveimum
KVF – ein almennur miðil KVF skal vera fyri øll, tí tað er ein almennur fjølmiðil, sum bjóðar bæði tíðindir, upplýsing og undirhald – eg setti tað í hasa raðfylgjuna, tí eg haldi, tíðindi skal hava fyrstu [...] eisini ein rúgva av tónleiki, sum er amatør-kendur við einkisigandi lagi ella vánaligum sangi og teksti. Vit hava fáar føroyskar miðlar at undirhalda okkum; og bara tú eigur eina teldu ella ein bil, ja [...] líkasæl, men nøkur elska tónleik. Eg eri ein av teimum, sum elskar tónleik, og tí vil eg fegin, sum KVF-gjaldari, siga mína hugsan um tónleikin, sum útvarpið spælir. Ein sera stórur partur av tónleikinum er
Atlantic Airways merkir eisini, at tú ert ein almennur persónur. Ein leiklutur, sum Magni Arge ikki hugsar stórvegis um. - Tað er ikki nakað eg hugsi um, tí eg havi verið ein almennur persónur í nógv ár eftirhondini [...] - Eg má tola at fáa kritikk. Tað er ein partur av arbeiðinum, og nakað eg má taka við. So leingi eg havi góða samvitsku við tí, eg geri og avrikið hjá felagnum, havi eg tað gott, sigur Magni Arge, sum tó [...] mínum arbeiði og í ein ávísan mun eisini mín uppgáva at kunna fólk um felagið. Setir høg krøv Starvið sum stjóri í Atlantic Airways fer við nógvari tíð og orku, og fyri stjóran telur ein vanlig arbeiðsvika
Tá tú velur ein frásøguhátt, har tú netupp ikki skalt stýra gongdini, er ikki so nógv annað at gera, enn at bíða, til tingini henda. Eg legði rættiliga skjótt merki til, at Hans Pauli er ein, sum tosar [...] viðgongur Katrin, sum á ein heldur øvutan hátt samstundis mátti tryggja, at modellin kendi seg trygga. - Hon hevur staðið modell fyri Hans Paula nógvar ferðir, men tað, at eg – ein kvinna við einum upptøkutóli [...] hátíðarligir, at vanlig fólk hava hug at bakka í hurðini. Eg havi gjørt mítt til at lata hurðina upp við mínum býttu spurningum, men eg havi eisini verið heppin við høvuðspersóninum. Hans Pauli letur veruliga