strekkjast og nær ferjan á leið kom at loysa núverandi Smyril av. Hetta vóru øll glað og takksom fyri. Nú hoyrist so, at landsstýrið hevur ætlan um at keypa Norrønu til at sigla uppá Suðuroynna. Norrøna er [...] seg við tankan um, at hetta kostar pening, men tað samanbindur tað føroyska samfelagið, soleiðis at fólkið kann búgva runt um í landinum. Hugsandi kundu suðuroyingar sett krav um at fáa undirsjóvartunnil [...] er skjótt 30 ára gomul og er als ikki egnað at sigla uppá Suðuroynna. Hetta at seta nýggjar motorar í Norrønu og siga at skipið er so gott sum nýtt til nýtslu í áleið 15 ár til suðuroyingar, tað dugir bara
árgangir til U?18 liðið, og at nakrir av bestu monnunum ikki eru tøkir, hevur við sær, at aðrir fáa høvi at royna seg, og at stóra ábyrgdin, sum omanfyri nevndu spælararnir plaga at hava, verður løgd á aðrar [...] Jørgensen úr HB verður tøkur. Tað veldst um, hvussu tað fer at ganga hjá Hans á Lag og Andrew av Fløtum at koma fyri seg aftur, soleiðis at teir verða tøkir til Europa Cup fótbólt. Men Jógvan Martin Olsen [...] landsliðunum at sleppa upp í part, uttan tá talan er um undankappingarnar. Men nú hevur Fótbóltssambandið fingið eina innbjóðing frá Wales. Walisar vilja fegnir hava føroyska U?18 landsliðið at koma niður
Tíðindafundurin lá so tætt upp at evstamarkinum, at ikki var gjørligt at fáa nakra gjøllari viðgerð av tí áhugaverda taltilfari, sum varð lagt fram, við í blaðið hesaferð. Tað verður at bíða til seinni útgávu [...] avgjørt hava sínar fyrimunir at brúka hagtølini heldur enn telfonsamrøðurnar, tá eitt nú verður roknað út, hvat brúkið at tubbaki og rúsdrekka er. Tá fara hagtølini helst at geva eina rættari mynd av nýtsluni [...] grundarlag. Ymiskar áhugaverdar samanberingar eru at finna í nýggju prístalsútrokningini. Til dømis verður ofta hildið, at íslendingar brúka nógvar pengar upp á at klæða seg. Tað gera teir kanska eisini. Men
2. deild Eftir at teir fingu eina byrjan, sum má sigast at vera væl undir tí, sum roknað varð við, tykjast fuglfirðingar loksins hava rætta skútuna, soleiðis at hon nú stevnir móti bestu deildini. Sunnudagin [...] sumbingar á vitjan, og flest øll mundu rokna við, at hesin dysturin fór at geva eina greiða ábending um, hvørt fuglfirðingar veruliga hava góðskuna til at vinna seg upp aftur í fremstu røð, har teir sjálvir [...] í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki tóktist tó skjótt greitt, at tað vóru fuglfirðingar, sum høvdu betri orku at spæla. Teir royndu at halda leikferðina á sama støði, sum hon hevði verið fyrra umfarið
allastaðni verður roynt at stytta siglingarleiðir, tí tær eru dýrari í longdini. Harafturat er ómakaleysari at koyra og til ber at koma aftur og fram alt samdøgurið. Tí verða brýr reistar og undirsjóvartunnlar [...] firðir og sund. Valdi samferðslumyndugleikin eina loysn við t.d. Norrønu, so er lítið at ivast í, at farið varð skjótt at fyrireika eina leið um Sandoynna við tunnli undir Skopunarfirði, samferðsluhavn á Sandi [...] Tað kom hálvavega sum ein bumba, tá tað týskvøldið frættist, at P.f. Smyril hevur bjóðað landsstýrinum at keypa eina høvuðsumvælda Norrønu fyri umleið 120 mió.kr. til suðuroyarsiglingina. Serliga suðuroyingar
virðiligt samband við danir. At røkka hesum málið krevst ein dugnalig telving. Tað nyttar onki at ganga runt har niðri, sum ein onnur finna og lata aðrar flyta teg politiskt. Tú noyðist at vita, hvagar leiðin gongur [...] stjórnir hava altíð tvíhildi um at varðveitt donsku ríkiseindina, ? tað er skrivliga prógvað, at peningurin til Føroya hevur havt eittans endamál, at gera okkum fíggjarliga heft av donskum pengum - men hvat [...] Her er talan um at taka ábyrgd á tí politiska, sosiala, búskaparliga og mentanarliga vígvøllinum. Tað merkir, at vit vilja rudda upp í frumskógini, sum tað sokallaða sambandið byggir á, og knýta eitt verðuligt
Jú her er nógv at tosa um. Sambandsflokkurin fer á heystfundi um vikuskifti at viðgera støðuna og síðani at føra síni greiðu sjónarmið fram í einum siðiligum valstríði. Málið skal vera at fáa umboð aftur [...] hetta, men tað snýr so sanniliga eisini um tær avleiðingar, tað hevur fyri okkum at vera við í einum felagsskapi og at loysa uppgávurnar í felag. Tær skyldur og tey rættindi, vit hava. Besta dømi um týdningin [...] varð okkum givið gjøgnum Heimastýrislógina, megnaðu vit at stýra landinum út av tí búskaparligu eggini og vit høvdu ongan møguleika fyri sjálvi at koma uppaftur. Landið var á húsagangi, kreditvirðið = 0
lokkin og Fólkaflokkin boða frá, at tey ætla at leggja seg út í danskan innlendis politikk. Hetta kan bara takast sum enn ein roynd at gera seg inná skipanina, ella at gera enda á skipanini innanífrá [...] fara eisini at royna at byggja upp aftur tað sum er brotið niður í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark Men vit fara ikki at leggja okkum beinleiðis út í danskan innlendis politikk, fyri at fremja broytingar [...] hana til. Vit kunnu hyggja at okkara egnu stýriskipanarlóg, hvussu hon er viðfarin undir hesum landstýrinum. Dømini tróta ikki. Eitt sambandsumboð fer á fólkatingi av øllum alvi at virka fyri betran av vi
pláss og plásstrot fyri gomlum, visti DR1 í eini DR-Dokumentar at siga hyggjarum sínum undir yvirskriftini »Det store babykrak« at Evropa er við at gerast »Heimsins ellisheim«. 15 lond í Evropa fylla fleiri [...] heima tosa um strangan innflytarapolitikk, visti sendingin at siga frá, at næstu 24 árini hevur Evropa tørv á 225 milliónum innflytarum til tess at varðveita fólkagrundarlagið. Gongdin í løtuni bleiv samanlíknað [...] Vit hava eisini boðið dugandi fólki til at greina spurningar um mannavirðið á medicinsketiska økinum og onnur samanberandi evni, so sum fosturdráp, horvni pápin, at vera foreldur til barn við Downs syndrom
við at gerast væl størri. Havandi í huga, at skattalættin á 50 mió. ikki er innroknaður í fíggjarlógaruppskotið og at rakstarútreiðslurnar væl kunnu væntast at vaksa meira enn ætlað, er skjótt at yvirskotið [...] ngd er greitt, at skal vælferðarsamfelagið Føroyar verða rikið við yvirskoti komandi árini er alneyðugt, at rakstrarútreiðslurnar ikki halda á við himmalferð síni. Tí verður neyðugt at fremja rationaliseringar [...] verða nærri inn á hetta í komandi greinum. Tað er ongantíð ov skjótt at farið verður í holt við at fremja nýhugsan og nýskipan soleiðis, at grund verður løgd undir einum sjálvberandi føroyskum vælferðarsamfelagi