savnaðust í bólkum alt eftir, hvar tey fóru at lesa. Tey tosaðu saman í ein tíma. - Tað er gott at hitta fólk, sum fara at lesa á sama stað sum tú. Tað hjálpir kanska til at gera lestrarbyrjanina lættari. - Vit [...] er dýrari at lesa í Onglandi enn í Danmark, so fært tú meira stuðul. Soleiðis skal tað ikki vera fíggjarligir trupulleikar, sum forða fólkum í at fara longur út at lesa, sigur Holger Arnbjerg at enda. [...] eisini at kunna um lestrarmøguleikar uttan fyri Danmark. Tað ber til at ringja til mín ella e-meyla. Ella kanst tú fara inn á heimasíðuna www.ask.fo. - Tað eru summi, sum ivast í, hvat land er best at fara
eydnast okkum at fáa endaliga úrskurðin í trætuni millum Koda og Salong Tótu. Tóta Sørensen var ikki ov bjartskygd um, at tað skuldi eydnast henni at vinna sakarmálið. - Í upphavslógini stendur, at upphavsrættur [...] Sørensen greiðir frá, at hon sýtir fyri at gjalda tær 700 krónurnar hvønn ársfjórðing, sum Koda krevur av henni. ? Eg rindi bæði útvarpsgjald heima og fyri salongina. Tað er ikki so, at eg havi nakað diskotek [...] púrt onga meining, at eg skal betala hasar 700 krónurnar fyri hvønn ársfjórðing, sigur Tóta Sørensen. Hon leggur afturat, at fyri miðal fyritøkur er tað ein ómetaliga tung byrða at skula gjalda Koda pengar
sigur, at hetta var ikki einasti seyður, sum hundur hevur verið eftir. Tvær ær vóru farnar oman á helluna á Høvdanum í Froðba. Hann ivast ikki í, at tær eru farnar útav undan hundi. ?Vit noyddust at síga [...] mikið ovaliga, at henni fór brimið ikki við. Somuleiðis saknar hann eina aðra ær. Hon er horvin og hann ivast ikki í, at hon er farin í havið. Ikki óvanligt Hetta er ikki fyrstu ferð, at hundur er eftir [...] lambskotnar eftir at hundur hevði verið á teimum. Eisini í vetur hava teir verið og tikið seyð upp, sum teir meta, at hundur hevur verið eftir. Eftir hesa hendingina, er komið fram, at tað eru fleiri, sum
Tað, sum Keynes royndi at fáa politikkarar at skilja, var, at hóast ein í princippinum er fyri marknaðarbúskapi, so koma støður og viðurskifti, sum gera, at statsvaldið noyðist at taka ábyrgd av búskapinum [...] fyri bróstið, at teir flokkar, sum nú mynda landsstýri, hava boðað frá, at teir ætla at fremja tiltøk, sum skulu bøta um hjá teimum trongdu pørtunum av vinnulívinum. Hetta verður lagt út sum, at nú verður [...] Hetta kann einhvør vissa seg um við at lýta at arbeiðsloysistølunum. 700 fólk eru nú arbeiðsleys, og tølini ganga tíverri skjótt tann skeiva vegin. Her má nakað gerast! At sita hendur í favn, meðan landsmenn
ómetaliga stórum týdningi, at komandi samgonga letur vinnuna sleppa at laga seg til tær broyttu umstøðurnar, sum eru galdandi. -Politikararnir mugu fram um alt halda seg frá at fremja panikkloysnir, tí tað [...] Sparikassanum heldur, at tað er týðandi, at kreppan í alivinnuni ikki verður gjørd verri enn hon er. -Longu í 2002 var prísurin lágur, og sjúka gjørdi um seg, so ábendingarnar hava verið at sæð í eina tíð. Væntandi [...] Jacobsen vísir á, at føroyska samfelagið er ikki á veg í eina djúpa kreppu. Hann veit fullvæl, at alivinnan, rækjuvinnan og flakavinnan hava tað torført í løtuni, men hann leggur dent á, at við røttum tillagingum
sum eru demens sjúk í dag, og um 20 ár fara út við 600 fólk at hava hesa sjúku. Hetta fer at stilla stór krøv til kommunurnar, tí er neyðugt, at økið verður væl skipað frá byrjan. Í vár fingu 18 starvsfólk [...] avvarðandi o.o. eiga at standa í tøttum samstarvi. Verður hetta samskipað skilagott, og peningurin nýttur á rættan hátt, er nógv at spara. Hin sjúkurakti fær eina betri lívs-góðsku, soleiðis, at hann kann verða [...] maktasleys. Vit vilja tí heita á teir politikkarar, sum verða valdir at stýra, at hesar hugsjónir gerast veruleiki. Vit síggja, at hetta ber væl til í londunum rundan um okkum.
Tey flestu munnu halda, at tað er gott fyri lokala fólkaræðið, at leiðslan skiftir við millumbilum, í hesum føri millum ymiskar politiskar flokkar. Søgan vísir okkum, at tá tey somu sita við valdið í ov [...] byggisamtyktir. Í øðrum førum hevur leiðslan verið skjót at broyta byggisamtyktir fyri at ganga ávísum ynskjum á møti. Til býráðsins rós sigast, at Tórshavnar býráð hevur nátt fleiri setningum. Tørvurin [...] stórum tali. Men nú fær so nýggi meirilutin høvi at royna seg, tí partar av honum hava støðugt víst á skeivleikar og aðrar loysnir. So er bara at vóna, at hesi fáa gott áralag við komandi borgarstjóran,
veruligur høvuðsstaður Í takkarrøðuni vísti Heðin Mortensen á, at honum var víst eitt stórt álit við at gerast borgarstjóri, og at hann ætlaði at leggja stóran dent á loysa hesa uppgávuna væl. Hann kann taka [...] sum uttan at blúgvast kann bera heitið sum høvuðsstaður. - Tað verður tí uppgávan hjá okkum, sum nú manna býráðið at halda fast við hesa menning og skipa soleiðis fyri at kommunan er før fyri at taka ímóti [...] í ta sjáldsomu støðuna, at kvinnurnar í veruleikan hava meirilutan. - Og hetta fer tí eisini at seta síni spor á býráðsarbeiðið, segði hann. Í setanaðarrøðu síni nevndi hann, at kynsbýtið í nýggja býráðnum
tískil ikki at verða so “intens”, sum hon hevur verið, tí sildin kanska er á veg úr føroyskum sjógvi. Kristian Martin Rasmussen sigur seg vóna, at hesin møguleiki fer at merkja, at skipini fara at fáa uppaftur [...] sildini tað, ið eftir er av hesum árinum. Gevur fyrimunir - At vit nú kunnu veiða ein fittan part av sildakvotuni í norskum sjógvi, fer at gera, at vit betur kunnu leggja veiðina til rættis. Nú kunnu vit fylgja [...] fiskiskapurin eftir svartkjafti ikki roynist so væl longur, verður farið útaftur at leita. Á seinasta túri var lítið at fáa, og skipini hava sum heild havt slakan fiskiskap í seinastuni. Norðborg, sum
til uppskotið um at taka av ætlaða skattalættan hjá Landsstýrinum - Tað er neyvan komið fyri oftani, at ein andstøðuflokkur, tá bert 10 mánaðir eru eftir til val, leggur fram uppskot um at strika skattalættar [...] verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008. Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur ? og hetta fer í minsta lagi: - at spara landskassanum [...] kommununum 13 mió. kr. árliga, - at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum, - at minka eitt sindur um sosialu gjónna, - at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum