heilsumálum, vísir als ikki aftur, at hann hevur brúkt meiri pening, enn Løgtingið hevur játtað honum. Men hann følir seg eitt sindur hongdan út. Hann sigur, at so at siga øll landsstýrisfólkini hava brúkt ov [...] staðfestir hann. Hann sigur, at hetta verður høvuðsinnihaldi í tí svari, hann fer at senda landsstýrismálanevndini. Men fyri tað um onnur hava brúkt ov nógv, forsvarar tað so eisini, at tú brúkar meiri, enn tú [...] hava vit fingið greið boð um, at meirnýtsla verður ikki góðtikin longur. Ov einfalt Tað harmar hann eisini, at Landsgrannskoðarin ikki nevnir tað í síni meting av málinum, at talan er um ein vanligan trupulleika
heilsumálum, vísir als ikki aftur, at hann hevur brúkt meiri pening, enn Løgtingið hevur játtað honum. Men hann følir seg eitt sindur hongdan út. Hann sigur, at so at siga øll landsstýrisfólkini hava brúkt [...] staðfestir hann. Hann sigur, at hetta verður høvuðsinnihaldi í tí svari, hann fer at senda landsstýrismálanevndini. Men fyri tað um onnur hava brúkt ov nógv, forsvarar tað so eisini, at tú brúkar meiri, enn tú [...] hava vit fingið greið boð um, at meirnýtsla verður ikki góðtikin longur. Ov einfalt Tað harmar hann eisini, at Landsgrannskoðarin ikki nevnir tað í síni meting av málinum, at talan er um ein vanligan trupulleika
hevði verið við til at vunnið gullið. Samanhaldið helt Hinar á liðnum vóru heldur ikki seinar at fagna henni, og tað lýsti av teimum, at tær vóru fegnar hennara vegna og ernar av, at Føroyar eisini á All [...] m. Meðan bíðað var eftir, at heiðursmerkini skuldu handast, fóru tey undir at almannakunngera, hvørjir spælarar yvir alla kappingina høvdu verið teir bestu. Ikki so løgið, at Saaremaa átti fleiri teirra [...] brádliga ljóðaði navnið Guðrið Syderbø í hátalaranum, og hon var ikki sein at leypa upp í loft og renna fram at taka ímóti heiðrinum. At hetta var nakað, hon ikki hevði væntað, sást langan veg, og tað viðgekk
Tí er tørvur á at samstarva við fleiri lond og at hjálpa menningarlondum at styrkja teirra førleika at taka lut í samstarvinum, sigur Fiskimálaráðið. - Ráðharrarnir vóru samdir um at skipa fyri eini felags [...] arbeiðnum verður at skipa sporføri fyri at avmarka marknaðaratgongdina hjá fiski, sum er fiskaður ólógliga, uttan at leggja forðingar fyri lógliga fiskaðan fisk. - Ráðharrarnir staðfestu, at ólógligi fiskiskapurin [...] Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at tað er umfatandi samstarvið ímillum londini kring Norðuratlantshavið og í gjøgnum NEAFC og NAFO um eftirlit, sum hevur elvt til, at ránsveiðan í altjóða sjógvi í No
so, so merkir tað væl, at orðini um, at dómarin hevði gjørt av, hvør skuldi vinna dystin, hava kostað ein dag. Er tað ikki ein utsøgn, sum er grovari, enn at dómarin dugir hvørki at floyta ella renna? - [...] fyrsta degi. At verður hetta tilfeldið, so fær Kappingarnevndin nokk at síggja til. Og eg skal viðganga, at tað er óheppið, um linjan ikki er greið. Tað er eitt mál, sum vit altíð royna at halda, og sæð [...] samlaðari meting, at vit tá góvu tveir dagar. Í hesum førinum við Bartali hava vit so eisini mett, at talan skuldi verða um tveir daga leikbann, sigur Karl Vidtfeldt. Hann viðgongur samstundis, at ikki visti
Eidesgaard royndi at halda upp á sínar egnu, men so gleppur – og í staðin at fara til sínar samstarvsflokkar og leggja kortini á borðið, so leggja tey í Javnaðarflokkinum ráð saman um at royna ABC og turka [...] verður gjørt púra ósmæðið, eftir at Javnaðarflokkurin kolldømdi eina vinstrasamgongu, har veruliga grundgevingin var, at flokkurin ikki hevði politiskan rygg, og enntá valdi at gera sínar samstarvsfelagar til [...] og umheiminum, at hann misti álitið á formanni Tjóðveldis. Við einum meira ella minni skemtiligum máli um eina skrivstovu, nýtti Jóannes Eidesgaard tiltikna “dropan”, sum fekk bikarið at flóta yvir. Eftirsum
fegnast um at skjøtil nú er settur á einskiljingina av Atlantsflog. Vit meta, at nýggju partaeigararnir fara at fáa eina jaliga ávirkan á felagið og fegnast um, at so nógv av starvsfólkunum ynsktu at gerast [...] gongdini var dentur lagdur á, at starvsfólkini skuldu sleppa at keypa sín part av felagnum. Slíkt er ikki óvanligt í samband við einskiljingar, og endamálið er oftast at geva starvsfólkunum eitt herðaklapp [...] Landsins myndugleikar staðfestu, at øll partabrøvini, sum vóru lýst til sølu, blivu seld í ásetta tíðarskeiðnum, sum var 19. til 27. november 2007. Tilsamans 1370 íleggjarar valdu at seta pengar í føroyska flogfelagið
Kass frá Smyril Line sigur, at høgu aldurnar førdu við sær, at skipið fekk sonevnt black-out, tað er, tá alt umborð steðgar og slóknar. - Orsøkin til, at slíkt kann henda, er, at ferjur eru ikki eins tungt [...] hon fór í gongd stutt eftir, at skipið fekk black-out. Men meðan alt var svart, rullaði Norröna ógvuliga illa, og tað førdi við sær, at hon legði seg so mikið á liðina, at trailarar og bilar á fraktdekkinum [...] ur, tá skipið rekur fyri vág og vind uttan at kunna manøvrera. Kortini sigur Jákup Sverri Kass, at bæði ferðafólk og manning alla tíðina vóru rólig, og at eingi tekin nakrantíð merktust til nakran panikk
Vestaruvág. Víst verður í tilmælinum á, at av tí at talan er um arbeiði í gomlum býarpørtum, kann verða trupult at fáa kostnaðarmetingina at halda, og tí verður mælt til, at veg- og kloakkdeildin hjá kommununi [...] millón krónur. Tá er tikið við í metingina, at neyðugt verður at leggja nýggjar gongubreytarkantar millum J. C. Svabosgøtu og Fróðskaparsetrið. Arbeiðið verður mett at taka tveir mánaðir. Málið varð so endaliga [...] kommununi hýsa áleið 600 smábátum, og hesir verða pumpaðir so at siga hvønn dag. - Øll, sum hava við smábátar at gera, vita, at tað altíð liggur nakað av olju í kjølinum. Tað slepst ikki undan. Men hendan oljan
blivið so, at spælarar verða nervaðir av, at ov fá mál spyrjast burturúr? - Ja. Enn einaferð fáa vit fleiri møguleikar. Og tað er ikki frítt, at vit byrja at irriterast um tað. Men eg rokni við, at fyrr ella [...] heilt nær við at geva mál. Men eg var ikki nøgdur um avrikið hjá mær hesaferð. Og so er væl ikki so nógv annað at siga um tað. Tú varð skiftur út í seinna hálvleiki. Var hetta ein avleiðing av, at orkan var [...] effektivir, tá tað ræður um at avslutta. Men tað verður kanska móti Fraklandi! Mynd: Súni Sjálvur var Súni ikki nøgdur um sítt egna avrik, og hann helt eisini, at liðið átti at fingið meira burtur úr tí