tónleiki. Vit gera okkara egna tilfar, skriva egnar sangir og løg. Onkran av kjólunum, eg havi við á framsýningini her, havi eg eisini gjørt sjálvur. Á vegginum hanga málningar, hann hevur gjørt av sær sjálvum [...] fyrr, og fleiri hava latið verk inn, sum bróta frá stílinum, tey annars eru kend fyri at arbeiða við. Ein av hesum, er Pól Skarðenni, ið hevur nøkur forvitnislig verk við á framsýningini. Trash Drag Dennis [...] av nylonsokkum, hann hevur brúkt gjøgnum árini sum tónleikari og framførari. Í miðdeplinum stendur ein brúðarkjóli, ið er svartur niðast av skitti, frá tí hann hevur gingið í honum eftir gøtunum í Keypmannahavn
Havi tó varhugan av, at fólk ikki gera so nógv burturúr rótakáli longur. Kanska ov nógv stríð, - veit ikki. Minnist sjálvur aftur á rótakálgarðin, ið ommubeiggjarnir høvdu í Víkarbyrgi. Vit plagdu at kóka [...] kóka róta-súpan, bæði í ræstari súpan og eisini feska. Væl smakkaði! Ikki havi eg smakkað føroyskar røtur á hvørjum ári og kanska smakki eg tær somu vælkendu, men í ár varnaðist eg hesar stóru ”kanón-kúlurnar” [...] sjóndar. Úr smærri hvítarótunum fært tú sera neyvt og reint smakkandi djús, ið hóskar sera væl sum ein ”snapsur” at leska sær við millum rættirnar í einari máltíð. Rótakálgarðarnir fækkast í tali, men kortini
brot úr samrøðu í Norðlýsinum 28.09.07 Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Norðlýsið m.a. : ”Eg havi ongar møguleika til at grípa inn móti Tórshavnar Kommunu” ”Hettar er ikki í tráð við tað sum eg og [...] avlaga alt samfelagið.” ”Eg kann bara staðfesta, at komandi fíggjarlóg hjá Tórshavnar kommunu bert er ein staðfesting av, hvussu óvjant livikorini eru hjá borgarunum í ymisku økjunum í landinum.” ”Við at hækka [...] sum umsitur kommunumál ikki kann gera nakað við hendan fíggjarliga ørskap, so er nakað púra galið. Ein kommuna eigur ikki at kunna hóvreiggja sær á tann hátt, sum Tórshavnar Kommuna ger, púra hensýnsleyst
at taka okkum við, sigur ein í ferðalagnum. - Ja, eg haldi, at nógvir danir eru forvitnir at vita, hvat Føroyar eru fyri nakað. Sjálvur havi eg verið her fleiri ferðir, so eg havi roynt at reklamera fyri [...] fyri Føroyum viðhvørt, sigur William Husted. Ein av kendu sjónleikarunum í Danmark er Margretha Koytu. Hon stavar eisini – sum eftirnavnið bendir á – av Sandi, og William veit at siga frá, at hann einaferð [...] ð vóru tey í høvuðsstaðnum at uppliva tað eisini. Og tey eru øll samd um, at talan hevur verið um ein framúrskarandi túr. - Tað hevur verið fantastiskt. Náttúran er bergtakandi, og vit hava bara møtt fittum
helst ikki tikið so langa tíð at funni fram til eina loysn. Eg havi vanliga megnað at fingið samráðingarnar skjótt frá hondunum, har eg havi leitt tær. Vit hava týsdag í dag, og tað vil siga, at vit hava [...] hesaferð. - Vit eru jú ein vinnuflokkur, so tað skuldi náttúrliga ligið til okkum, at ynskt fiskimálaráðharran. Men tað er sjálvandi einki avgjørt framman undan, sigur Jørgen Niclasen. Ein annar spurningur er [...] fara til samráðingar við púra blonkum pappíri. Tað eru teir tríggir floksleiðararnir samdir um, nú ein roynd verður gjørd at endurskipa ABC-samgonguna, sum var undan CHE-royndini, ið nú er søga. Á tingfundinum
politikarar nevnt ES-limaskap og evruna sum ein møguleika at sleppa burtur úr kreppuni, sigur Edmund Joensen. Hann heldur, at ES møguliga er áhugað í at brúka ein føroyskan limaskap sum fordømi fyri Noregi [...] upplýsa um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa limaskap í ES. Hetta, sum eg havi gjørt, er nakað, allir fólkatingslimir kunnu gera, og eg havi eisini undirstrikað, at talan er um óformellar samrøður við Olli Rehn [...] um vilji er til at arbeiða fyri hesum. - Alt bendir á, at føroyskir myndugleikar fáa eina serskipan eins og Áland fekk tað, tá teir fóru upp í ES sum partur av Finnlandi, sigur Edmund Joensen. Sonevnda Álendska
ár samman við tær afturat. Men títt tímaglas er runni út. Eg veit gott at ein dag møtast vit aftur góða. Vit skulla verða ein stórur flokkur av glaðum fólkum, saman heima hjá Guði, og inntil tá fara eg [...] Í 8 ár hevur tú verið ein stórur partur av mínum lívi. Eg eri sloppin at verða “eyka babba” hjá tær og hettar hava verið míni bestu ár. Í 19 ár og 10 dagar vart tú eitt knúta punkt fyri mammu og babba [...] tú vart. Títt pena langa krúlluta hár, tíni djúpu bláðu eygu og títt deiliga smíl. Eg hugsaði, hví havi eg ikki set størri prís uppá mítt lív? eg kundi so nógv meira enn tú likamliga. Alt hevur eina meining
sigur tað við brosi á kinn: - Eg havi eina eskju við okkara fiskafrikadellum heima við hús. Tá ein sjálv ikki dugir at fáa tær eins góðar sum tær her á virkinum, so má ein bara keypa tær! Úr kvørnini fer [...] reinskerari, men tá eingin fiskur er til tað, plagar hon at luttaka í øðrum arbeiðum á virkinum. - Eg havi arbeitt her í trý ár. Og her er gott at vera, sigur 35 ára gamla flakakvinnan í og úr Norðdepli. Smakkur [...] ongantíð betri, enn tá hann er nýfiskaður. Tí er neyðugt við neyvari og skjótari viðgerð. Hetta er kanska ein orsøkin til, at Sunrid og øll hini á virkinum hava merkt til eina øktan áhuga frá føroyingum fyri
ófatiliga fjarðir. Men ein partur av lívinum er at doyggja, men sum eg segði við Inga, er hann alt ov livandi til at doyggja. Í mínari verð er Ingi ikki egnaður at vera deyður. Eg havi bert góð minnir um Inga [...] Ingi var tann, ið tordi alt og segði alt uttan at leggja fingrarnar ímillum! Hann hevði ein harðan tóna í almenna politiska kjakinum. Óansæð harða tónan, var hann samstundis eitt elskandi menniskja. Ingi [...] sera væl at balansera millum hesar ymsu persónligheitirnar í øllum lívsins viðurskiftum. Um tú hevði ein trupulleika av einum ella øðrum slagi, og fortaldi Inga hettar, kundi hann virka at standa í øðrum
hildin við manér. Tí var tað ein nýggj uppliving hjá Hans Peturi at halda ólavsøku í Keypmannahavn. Men hann heldur ikki, at hann hevði tíð til at sakna føroysku ólavsøkuna. - Eg havi satt at siga einki fingið [...] møguleiki hjá ólavsøkugestunum var, at leita sær inn onkrastaðni at kroka. Hans Petur í Brekkunum var ein av fyriskiparunum. Sum stjóri í Føroya Húsinum í Keypmannahavn er Hans Petur limur í ólavsøkubólkinum [...] frek æl vóru seinnapartin. Tær løturnar tað regnaði nýttu fólk høvi at fara inn í teltið at fáa sær ein bita ella til at fara inn í sjálvan Bryggju bygningin at hyggja at framsýningini hjá Zachariasi Heinesen