umhugsað møguleikan at koma aftur í boksiringin. - Hetta er sum ein lítil glóð, sum er blivin til eitt stórt bál. Og eg ynski inniliga at gerast ein partur av ítróttini aftur, sigur Brian Nielsen. Hann sigur [...] seg um at fáa nakrar lættari dystir, so hann kann koma í gongd aftur, men tá tað er gjørt, er málið ein dystur móti Evander Holyfield. Sjálvur sigur Holyfield, at hann er til reiðar at møta Brian í Keypmannahavn
íbúðarhús, sum vóru í fimm hæddum, eru rapað í belgiska býnum Liege í nátt. Fólk siga, at tey hoyrdu ein brest, beint áðrenn húsini rapaðu. Tíðindastovan AP skrivar, at minst 20 fólk hava fingið skaða, og [...] at tvey fólk liggja undir teimum rapaðu húsunum. Fólk hava greitt myndugleikunum frá, at tey hoyrdu ein harðan brest um tveytíðina í nátt, og sambært borgarstjóranum, Willy Demeyer, er vandi fyri, at enn [...] enn fleiri hús kunnu rapa. Sambært Reuters halda myndugleikarnir, at bresturin, sum fólk hoyrdu, var ein spreinging, ið stóðst av einum gassleka.
dag. Í Spania og Portugal kravdi ódnarveðrið minst fýra mannalív, og í Suðurtýsklandi doyði ein maður, tá ein grein datt oman yvir hann. [...] Evropa um vikuskiftið. Veðrið var serliga ringt í Fraklandi, har millum 45 og 50 fólk eru deyð. Umleið ein millión fronsk húski mistu streymin, og terminalurin í Charles de Gaulle-floghavnini í París fekk skaða
skal hava rætt til ein sakførara at verja seg, tí tað týdningarmesta er at fáa allar upplýsingar burtur úr honum, sigur senatorurin við CNN. Hann heldur, at maðurin eigur at koma fyri ein hernaðardómstól [...] ákærdur fyri at hava roynt at spreingja eitt amerikanskt ferðamannaflogfar jóladag, eigur at koma fyri ein hernaðardómstól. Tað heldur í hvussu er senatorurin John McCain, sum var forsetavalið hjá republikanarunum
Sosialinum mikudagin 21. november 1979 er ein grein um ein nýggja sjónleikin “Øll verða góð við Opal”, sum verður frumsýndur leygarkvøldið í Sjónleikarhúsinum. Leikurin er ein skemtiligur leikur um eina gamla konu
Ein nýggjur fylgisveinur skal halda eyga við skipaferðsluni kring Grønland, skrivar KNR. Verkfrøðilesandi á lærda háskúlanum í Aalborg hava gjørt ein fylgisvein, sum verður sendur upp við einari ballón [...] teimum sokallaðu AIS-tekinunum, sum størri skip skulu lata frá sær við jøvnum millumbili. Talan er um ein royndarfylgisvein. Tann endaliga útgávan, sum skal skal sveima í 700 kilometra hædd og halda eyga við
Tað er ikki bara Taliban, sum er ein hóttan ímóti trygdini í Afghanistan. Ovastin fyri amerikonsku herleiðsluni, admiralurin Michael Mullen, segði í einari hoyring í Kongressini í gjár, at vantandi álit [...] álit á afghonsku leiðsluni er ein minst líka álvarssom hóttan sum Taliban. Admiralurin segði, at skuldsetingar um valsvik á forsetavalinum tann 20. august gera, at afghanska fólkið hevur ilt við at hava [...] Michael Mullen legði afturat, at korrupsjónin í afghonsku umsitingini og landsins ovastu leiðslu er ein líka stór hóttan sum Taliban.
fjallið. Um somu tíð datt ein maður oman, tá hann royndi at sleppa niðan á Aiguille Noire, sum er ein tindur á Mont Blanc. Tann triði tilburðurin var á italska fjallinum Pasubio, har ein 75 ára gamal maður datt
Frá 1. september, týsdagin, verður málsøkið Børn og ung ein partur av Nærverkinum. Tað er ein politisk avgerð at flyta málsøkið Børn og Ung frá Almannastovuni til Nærverkið, fyri at øll stovns- og stu [...] stan undir Nærverkinum lagdar saman undir eina leiðslu. Endamálið við at flyta málsøkið er at fáa ein skynsamari rakstur bæði á Almannastovuni og Nærverkinum, tað vil siga at spara. Yvirskipaða málið er
Tveir meksikanskir fiskimenn fingu ein rættiligan hvøkk, tá teir fyri nøkrum døgum síðani fingu ein óvanliga stóran háv. Talan var um ein hvítháv, og tá hávurin bleiv vigaður, vísti vektin meiri enn 900