spurningin fyri hann, viðgongur hann, at hann átti at havt meldað. Tað sama heldur støðleiðarin í Havn, Jón Klein Olsen, sum ígjár segði við Útvarpið, at Karsten Hansen átti at havt meldað hendingina. Hann gjørdi [...] stórur, at hann verður meldaður til annað tryggingarfelagið, ella annar av pørtunum átekur sær at gjalda fyri skaðan, so skaðaelvarin ikki missir avsláttur í tryggingargjaldinum. Tað kann hugsast, at Karsten [...] vísti myndir av bilinum, sá skaðin ikki út til at vera so heilt lítil kortini og kostar óivað nakrar túsund krónur at umvæla. Teir avtala, sambært Sjónvarpinum, at "orðna tað á staðnum", sum tikið verður til
aftur. Eftir at Dráttur tók fyrsta settið, var annars líkt til, at KÍF av álvara fór at skunda sær. Tær vunnu greitt í næsta settinum, og tó at trijða settið var javnt, so eydnaðist eisini at fáa hetta til [...] vit, at talan var um hampuliga greiðar favoritt-leiklutir í øllum dystum hetta vikuskiftið. Her roknaðu vit millum annað við, at tað skuldi eydnast Drátti at fáa sigurin til høldar móti KÍF, tó at júst [...] dystunum, sum báðir vórðu leiktir sunnudagin, eydnaðist Mjølnir og TB at vinna væntaðu sigrarnar, tó at tað ikki var væntandi, at bæði liðini mistu eitt sett hvør. Á Kambdsdali var Mjølnir enntá aftan
á Mýrunum hevur ætlanir um at seta sólfangara uppá takið á barnagarðinum. Hetta kann eisini tykjast sum ein stórur bitið at gloypa, men er Runavíka kommuna sannførd um, at hetta er ein burðardygg loysn [...] kommuna er eisini farin undir at betra um vatnveitingina. Nógvar ætlanir eru um, hvussu vatnveitingin kann gerast tryggari og støðugari. Millum annað kann nevnast, at ætlanir eru um at fara yvir um fjørð eftir [...] umfarið. Meginreglan í hesum verkætlanum er, at tær taka hædd fyri umhvørvinum og harvið Agenda 21 skjalinum. Áhugavert verður tískil eisini at síggja, um hetta fer at ávirka hinar kommunurnar, ið eftir nýggjár
seinni, at liðbondini í knænum eru toygnað nakað, og tí er ikki væntandi, at hon verður aftur á vøllinum fyrstu tveir mánaðirnar. Og tó at hetta so ikki bilti hesaferð, so er einki at ivast í, at tað fer [...] fer at merkjast hjá Søljuni, at tær soleiðis mugu vera ein av stuðulsleikarunum fyriuttan í komandi dystunum. Login burturi Hjá Kyndli tykist støðan nú vera tann, at login í stríðsviljanum, sum annars hevur [...] góður í heyst, spakuliga er um at slókna. Berandi kreftirnar á liðnum eru snøgt sagt ov fáar, og tá talan samstundis er um blaðungar leikarar, kann vera skjótt, at høvdini fara at hanga. Trý stig eru tó komin
Ellintur segði, at felagið hevur heitt á Fiskimálaráðið um at dagføra sjólógina og sjómanslógina, har felagið metir, at tað týdningarmesta við sjómanslógini er at broyta hana soleiðis, at hon verður galdandi [...] fundir hava verið millum feløgini. Ætlanin var at koma til eitt úrslit tíðliga í samráðingunum, men av ávísum orsøkum hava samráðingarnar drigið út. Hann segði, at FSN legði síni krøv fram á fyrsta fundi. - [...] vóru reiðararnir ikki klárir við sínum krøvum ? burtursæð frá, at teir søgdu seg ikki góðtaka nakað, sum kostar pening. Ellintur segði, at Føroya Reiðarafelag á øðrum fundi, sum var millum feløgini, legði
ein áleypara Tað er einki at ivast í, at hópurin hjá B36 er sterkur, men tað skerst ikke burtur, at á pappírinum manglar liðið áleyparar, og hetta viðgongur Sigfríður Clementsen eisini. - Vit mangla ein áleypara [...] men Sigfríður leggur í hesum sambandi dent á, at tað var eitt ynski frá leikarunum, at lagt var til brots so tíðliga, og í hesum sambandi heldur hann, at tað er farin ein hugburðsbroyting fram millum føroyskar [...] Tað er lítið at ivast í, at kravið til nýggja B36-venjaran og hansara menn komandi ár er eitt meistaraskap, men hetta tykist ikki verða nakað, ið ávirkar yngsta venjaran í fremstu deildini. Mangla ein
grundarlagið undir kanningum og loksins leiting. Og soleiðis fer søgan helst at halda fram nakað væl aftrat, nevniliga at vit neyvt fara at fylgja tilgongdini hinumegin markið og alla tíðina ímynda okkum, hvønn [...] eina framtíðar føroyska gassvinnu. Tað er greitt, at kunnu bretska stjórnin og oljufeløgini, sum arbeiða á Atlantsmótinum, semjast um at fara undir at byggja upp ein infratstruktur í økinum, sum skal rudda [...] olju- og gassframtíð. Tí hendir tað, at nógv gass verður funnið á føroyska landgrunninum, so er stóri spurningurin, hvussu vit fáa gassið á marknaðin. Og her er tað, at ein komandi infrastrukturur á bretskum
óheppið, at dómararfelagið hevur valt tvey pør, sum vera sett í samband við Kyndil, at døma finalurnar. - Eg haldi, at dómaraásetingarnar til mansfinaluna eru ógvuliga óhepnar. Tað er keðiligt, at tvey pør [...] Um dómarafelagið heldur, at kyndilspørini eru tey einastu, sum kunnu døma mansfinaluna, so skuldu teir verði so mikið at sær komnir, at teir fingu dómarar úr øðrum landi heim at døma seinnu finaluna. So [...] dømt Neistan. - Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi dømt Neistan í bestu deildini. Eg má eisini siga, at tað vildi eg helst sleppa undan. Hjalmar Petersen ásannar tó, at lága dómaratalið í bestu føroysku
er tað eitt mál at kjakast um, men um orsøkin er, at býráðslimir halda uppskot borgarstjórans vera fjant og fjas, so er tað stórt spell. Heðin Mortensen hevur verið talsmaður fyri, at meira skal gerast [...] Bergen og Stavanger, hvussu tað hevur eydnast teimum at fríðka og hugna um umhvørvið við sjóvarmálan. Á sama hátt kunn vit fegnast um, at tað hevur hepnast at varðveita gomlu Havnina, sum er ein unikk perla [...] ætlanunum, sum eru at bøta um torgið. Soleiðis fæst ein heild um allan sjóvarmálan á Havnarvág úr Lágabø og heim á Kongabrúnna. Tá nú ætlanirnar hjá býráðnum er brostnar, so er bert at vóna, at nýggju eigararnir
fóru boð til bæði tyrlu og verjuskipið, Tjaldrið, um at fara at leita á Hvalbiarfirði. Somuleiðis fóru boðini víðari til skip og bátar á leiðini, um at teir skulu vera vaks og boða frá, um tey vistu nakað [...] harmast tey um, at tílíkt kemur fyri, tí tað setir eitt so øgiliga stórt apparat í gongd til onga nyttu. – Tað er ótrúliga óheppið, at slíkt verður gjørt. Tað kann hava tað óhepnu avleiðing, at ein neyðrakett [...] og heita samstundis á fólk um at lata vera við at senda neyðrakettir, tá tað ikki er neyðugt, tí tað er ólógligt. Finna ábyrgdarhavara Løgreglan á Tvøroyri arbeiðir nú við at finna út av, hvør tað er, sum