borgarar. Vit fara at arbeiða áhaldandi fyri at røkka hesum málum og gera Føroyar til eitt enn betri stað at liva, arbeiða og eldast í. Vit bjóða øllum at stuðla okkara ætlanum og taka lut í at skapa eina bjartari [...] sum ger, at tey kunnu búseta seg. Núverandi løn er ov lág, og tað ger tað torført hjá mongum at finna ein bústað, tey hava ráð til. Pensionistar á arbeiðsmarknaðinum: Vit standa fast við, at pensionistar [...] fíggjarliga mótroknaðir, um teir velja at arbeiða. Teir hava rætt til fulla pensjón óansæð arbeiðsstøðu. Bústaðarviðurskifti: Vit vilja tryggja, at allir borgarar hava ráð at ogna sær ein bústað ella leiga ein
við skrivaða orðinum. Tekningin megnar at seta fokus á fyribrigdi og á viðurskifti, ið mangan eru torfør fyri ikki at siga ómøgulig at lýsa í teksti. Hartil kemur, at tekningin ofta er eitt sera týðandi íkast [...] eitt gamalt demokratiskt amboð. Tað er væl kent, at einaræðisharrarum dámar ikki blaðteknarar. Blaðteknarar fáa fólk at flenna einaræðisharrum dámar ikki at flent verður ov nógv. Láturin er sum kunnugt eitt [...] aldargamalt fyribrigdi. Vit kundu lagt afturat, at hesin formur er og hevur altíð verið sera vældámdur í almenninginum. Men tað má samstundis ásannast, at blaðtekningin mangan kann vera ein rættiliga bonskur
realismu. At búgva á útoyggj verður ongantíð tað sama sum at búgva á meginøkinum. Tey, ið vilja búsetast á útoyggj, gera tað, tí okkurt annað enn høgligt ferðasamband dregur. Tað fer ongantíð at verða so [...] so hevur samfelagið skyldu til at tryggja hesum fólkum eitt líkinda ferðasamband, streym, telefonsamband og almennar tænastur annars. Tað er órealistiskt at halda, at vit kunnu blása lív í útoyggjarnar [...] har tunnlar og annað raplar úr tí almenna, at beinleiðis lækka tænastustøðið á útoyggj. Tað er eitt fátækt land, ið ikki er nóg stórt í sinni til at tryggja, at korini eru rímilig í útjaðaranum. Her tosa
matstovu at hitta ein italskan granskara. Fanst at Putin Alexander Livinenko flýddi úr Russlandi og fekk politiskt friðskjól í Bretlandi, eftir at hann hevði lagt russisku trygdartænastuna FSB undir at hava [...] november, og sjúkueyðkennini bendu á, at hann var vorðin eitraður. Tann 17. bleiv hann fluttur til University College Hospital. Læknarnir har fingu beinan vegin illgruna um, at Alexander Livinenko var eitraður [...] -Læknarnir gjørdu alt fyri at bjarga lívi hansara, men tað eydnaðist tíverri ikki, segði talsmaðurin hjá sjúkrahúsinum í gjárkvøldið. Alexander Livinenko fanst fleiri ferðir at russiska forsetanum, Vladimir
funnu tá út av, at næmingarnir í skúlunum als ikki dugdu nóg væl at lesa og skriva bæði danskt og enskt, og eisini í rokning stóð ikki væl til, fortelur Jan Andreasen og vísir harvið á, at trupulleikarnir [...] Jan Andreasen. Í samband við at uppskotið frá PISA-arbeiðsbólkinum varð handað í gjár, varð Jógvan á Lakjuni spurdur, um hann ikki var bangin fyri at PISA-uppskotið fór at detta burtur úr millum, nú valið [...] eru eisini samd um, at í skúlanum skulu vit læra okkurt. Tí nyttar lítið, at vit í Danmark hava heimsins glaðastu skúlabørn, um tey ikki duga nakað, sigur Jan Andreasen og vísir á, at nú tíggju ár eftir
um at verða felagið, sum fer at leypa av, tá ið fasittlistin verður liðugur, og tvey nøvn fara at standa niðanfyri niðurflytingar strikuna. Í morgin verður staðfest, um EB/Streymur fer at megna at varðveita [...] sum kanska fer at bjarga teimum undan niðurflyting, men tað fer at valdast um úrslitini hjá B68 og VB/Sumba. Motivatiónin hjá KÍ á Eiði verður at varðveita fjórða plássið og rættin at luttaka í Intertoto [...] varðveita styrkina og støðufestið, sum krevst fyri at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, ella um HB á málstrikuni fer at snýta felagsliðið. EB/Streymur vinnur FM, um felagsliðið megnar javnleik á heimavølli
hava møguleika at meta sjálvstøðugt um fyritøkurnar og ikki dúva upp á litaða ávirkan. Tá Vinnuhúsið fyri nøkrum árum síðani byrjaði at leggja tíðindir á heimasíðu sína, var tað tí, at vinnuviðurskiftir [...] í almenninginum. Her kann verða staðfest at vend er komin í, og størstu broytingini stendur blaðið Vinnuvitan fyri. Tað er út frá hesum, at nevndin hevur valt at heiðra Vinnuvitan sum ársins átak 2006. [...] Vinnuhúsið greiðir á heimasíðuni frá grundgevingunum til at velja Vinnuvitan sum Ársins Átak 2006: Ársins átak verður givið fyri at heiðra eitt virki ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak
endurstovnanina. Hann metti, at síðani eykaaðalfundin í januar hevur felagið fingið einar 50 limir. Og tey eru sjálvandi til reiðar at gera sítt til at vaksa um flokkin, og ikki minst at hjálpa til, tá valið stendur [...] útbúgving, og vísti á, at Vinnuháskúlin er við at verða álaður sundur. Hvørki lærarar ella næmingar trívast, sum viðurskiftini eru nú eftir samanleggingina. Eisini fíltist hann á, at skúlastjórin slapp so [...] drignar út, samstundis sum tær eisini eru vorðnar munandi dýrari. - Tá talan er um at byggja eitt ellisheim er altavgerðandi, at tey gomlu hava eitt útsýni, sum tey kunnufrøast yvir. Útsýni yvir havnalag, yvir
verðsliga regimenti at gera. Tá í samlaðu lógirnar eru komnar upp á pláss, so eigur verðsliga regimentið einki at hava við kirkjunnar lív at gera, og kirkjan (andaliga regimentið) eigur einki at hava við verðsliga [...] ni; men eftir so nógv ár og royndir á Føroya løgtingi átti hann at vitað, at verðsliga valdið hevur einki við innara lívi í kirkjuni at gera (andaligt regimenti). Men í sama andadrátti vil eg bera yvir [...] fríkirkjumaður alt sítt lív, sigur við internetsosialin seg vera samdan við dómpróstin í, at tað ber ikki til at evsta politiska valdið er í hondini á politikara sum ikki er limur í fólkakirkjuni. Nú veit
sólstrálan er slóknað fyri eygum okkara. Góða Unn!! tú ert tann sólstrálan, og eg velji at siga “ert”, av tí at eg eri vísur í, at tín bjarta glæma nú fyllir himmalrúmið í tí æviga staðnum, har tú nú hevur tað [...] hóast eg av heilum hjarta hevði ynskt, at tú vart ímillum í okkum í nógv, nógv ár afturat. Góða Unn!! eg fari at sakna teg ómetaliga nógv, og tað verður tungt at liva víðari í komandi tíðum, men eg troysti [...] illa, at heimurin uttanfyri so lættliga fer víðari, sum um onki serstakt er hent, sum um hettar bert er ein hending av so nógvum. Hjá mær kennist tað, sum um alt er steðgað á, og eg skilji ikki, at ikki