Leygardagin var Finnur Fríði á Tvøroyri við umleið 1300 tonsum av sild, og sama dag var Fagraberg - eisini við 1300 tonsum av sild - á Kollafirði. Bæði skipini royndu hendan túrin í føroyskum sjógvi.
Hóast Grønland er stórt, er verkætlanin hjá Alcoa so stór, at hon liggur á borðinum hjá bæði politikarum, arbeiðsgevarum og tí vanliga fólkinum. Í Maniitsoq eru fólk sum vera man fegin um verkætlanina