liggja tí øll á jøvnum við tveimum stigum í part. Langt er upp til hini liðini í kappingini, sum eru StÍF, Kyndil og Neistin. StÍF hevur nú 8 stig, tað sama sum Neistin, og Kyndil hevur seks stig. Mikukvøldið [...] ongum stigi. Stjørnan spældi á heimavølli móti StÍF, og eftir ein javnan fyrra hálvleik, dróg StÍF frá Stjørnuni í seinna hálvleiki. Endin var at StÍF vann 25-21. Á Kambsdali var spennandi botndysturin
Hetta er 57. ferð, at Jólaboð kemur sum ein trúgvur og kærkomin jólagestur til fleiri heim í Føroyum. Aftur hesa ferð, eins og fleiri tey seinastu árini, er tað Guttorm Zachariasen, sum hevur lagt til [...] Einars Prent hevur prentað og Bókbindaríið hevur heft. Alt arbeiðið líka frá uppseting til liðuggerð er sera snøgt. Jólaboð er 72 síður og hevur eitt sera fjølbroytt innihald, bæði upprunaligt og týtt
árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki [...] eru farnir heimanífrá, tí tað hevur verið ov torført at siga sínum nærmastu frá teirra støðu. Tað hevur tí heldur ikki verið lætt hjá teimum at siga familjuni í Føroyum frá, um tey eru vorðin sjúk, sigur [...] møguleika vitja í Føroyum, ella at familjan er komin til Danmarkar at vitja tann sjúka, sigur yvirlæknin. Tey ungu læra at hugsa seg um Hann heldur, at tað nú er umráðandi at upplýsa og kunna tey ungu um
Samuelsen. Hon er sera fegin um tiltakið, tí sum tað vísir seg, so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum. Hóast talan ikki var um stóra upphædd, so hjálpti tað um, at Lívstrygging [...] fríggjadagin. 1. desember er altjóða AIDS-dagur, har evnið er: ?AIDS og børnini³. Í Føroyum er støðan øðrvísi, og tí verður dagurin hildin undir heitinum: ?Vit í Norðuri: AIDS er her framvegis³, sigur Anna [...] tiltøkum, men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum. Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum, og at tað er avmarkað, hvussu nógv tíð er til AIDS-arbeiðið. Hon
okkum frá kommununnar síðu, liggur uppá ikki minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær [...] »nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin [...] hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum. Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum. Eg hevði ikki væntað, at SvF og Útvarpið
Nýtt evni og so ein onnur rødd eisini, sum dugdi at greiða frá. Henda morgunsending hevur leingi trongt til eina endurnýggjan og nýtt fólk. Eg havi ongantíð skilt, hví sami persónur skal hava tvær tón [...] vit kvinnur at hoyra í hesum sendingunum? Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan [...] gerandislív og dagsins ókendu hetjur. Eg kundi ynskt at hoyrt líknandi sendingar aftur. Kórsendingin er ofta góð, og unga daman í ungdómssendingini riggar væl. Ungfólkið í húsinum situr trúliga og lurtar
olju um tvey ár. »Tað hava vit avtalað vit Statoil,« segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, við Sosialin, tá hann í gjár byrjaði almennu vitjan sína í Føroyum. Tað er Edmund Joensen [...] tiltak, tí einans hálvur tími er settur av til vitjanina. Men allir limirnir í felagnum er bodnir til døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið saman við landsstýrisformanshjúnunum. Tað eru løgmaður og frúa, sum [...] Skipasmiðjan er í ferð við at smíða. Vitjað verður í Kirkjubø og Norðurlandahúsinum. Kristjana Motzfeldt, landsstýrisformansfrúa, fer at vitja á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har greitt verður frá um føroyskan
sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, [...] av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið. Tað sigur seg sjálvt [...] sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd
framtíðar samanbrest (te. sakarmál) Tað áhugaverda við hesum er, hvat bretar fara at gera í einum øki, sum føroyingar ikki útiloka, at teir fara gera krav uppá! Tað er eisini greitt, at eitt slíkt einvíst [...] millum bretskt og føroyskt øki. Tað danir hava gjørt er ein sokallað ?reservatión?, tvs. at vit gera vart við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður [...] gera tað. Árni Olafsson vil heldur ikki avsanna, at tað kann vera nakað um hesi tíðindini, tí slíkt kemur heldur ikki av ongum. Keldan til hetta eru jú oljufeløgini, sum hava fingið fyrispurning frá myn
sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast [...] innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan [...] semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar vónir til at finna eina samráð