teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu lagnu. A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917. [...] ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni, varð trúlovað enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílagrímsferð til Róm. Hon fer avstað og henni fylgja 11000 moyggjar,
oktober. Gallus, deyður í 640. Írskur munkur, sum læt kleystrið St. Gallen við Bodenvatnið byggja. Doyði 95 ára gamal. 17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525. Biskupur í orange í Fraklandi; kendur úr [...] hendan dagin í 1879. 18. oktober. Lukas. Evangelistur og ápostlasøguskrivari. Halgisøgan sigur, at hann eisini var listamálari og málaði eina mynd av Mariu Moy. Eisini verður sagt, at hann doyði friðarliga
Sankta Sabas, ið er kendur kleysturbyggjari í Palestina. Hann doyði umleið ár 532. 6. desember. Nikolaus, deyður umleið ár 350. Hann var biskupur í Myra, sum er í Lítlaasiu. Hann varð tikin av døgum sum [...] pínsluváttur, men við grøv hansara í Myra hendu so mong undurverkini, at hann skjótt varð roknaður sum halgimenni. Niklasar- ella niklasmessa hevur verið hildin í Føroyum. Og ein gomul føroysk vísa er [...] Halgisøgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga. Navnið
við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára [...] 27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu. 28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu [...] teir talan vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í Fraklandi, sum varð tikin av døgum um ár 257. Á grøv hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig kirkja, sum í miðøld var nógv vitjað av pílagrímum.
og merkir friður og harri. Johan Henrik Schrøter doyði hendan dagin í 1851. 15. november. Leopold, deyður í 1136. Greivi í Eysturríki, sum varð skírdur halgimenni fyri mongu góðgerðir sínar og fyri tær [...] sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum. 14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður sipað til ein biskup í Utrecht, [...] sum varð myrdur av leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði sent teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran til at skiljast frá henni. Navnið er tað upprunaliga gotiska Fripareikes,
kosin til páva í árinum 307. 17. januar. Antionius, róptur hin Mikli. Føddur í Herakles í Egyptalandi umleið ár 250. Býtti allar ognir sínar út millum tey fátæku og livdi síðan sum einbúgvi í oyðimørkini [...] , men stóð í brævaskifti við mætar kirkjumenn og gjørdi eisini vart við seg í stríðinum um ta kristnu kirkjulæruna, sum Arius íbirti. Antonius doyði í 356. Grikska navnið merkir hin blómandi.
Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius [...] Hilarius doyði í árinum 367.
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia, sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur stylos á grikskum. Hebráiska
varð Jesus sum allir jødiskir dreingir umskorin. Hákun kongur Sverrason (føddur í Føroyum) doyði í Bergen hendan dagin í 1204. 2. januar. Ábal. Dagurin verður nevndur Ábal eftir øðrum soninum hjá Ádami
prædikaði eftir at ápostlarnir skiltust í Lítluásiu. Hann livdi eina tíð í Efesus. Á oynni Patmos skrivaði hann Opinberingina. Halgisøgan sigur, at hann doyði í Róm á 90 ára føðingardegi sínum 27. desember [...] merkir maður, menniskja, er gjørt eftir orði, ið merkir jørð, akurjørð. 25. desember. Jóladagur. Tað var í 4. øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir [...] hildnar vórðu um hetta mundið. Hjá Norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla heidna jólahaldið. 26. desember. 2. jóladagur. Stefan. Hildin til minnis um fyrsta