og njóta gott av í dag. Eftir Heina sita Kirsten og børnini Turid (f. 1959 í Kermanshah), Roar (f. 1961 í Hamadan í Iran), Marianna (1962 - 1998 f. í Skanderborg) og Annika (f. 1969 í Skanderborg) og Annika [...] kringvarpinum um vegagerð og samferðslu í eldri tíðum í Føroyum. Á kommunuvalinum í 1972 varð Heini valdur inn í Tórshavnar býráð og varð har valdur til formann í Havnanevndini. Heini var millum aðrar góðar [...] Heini var føddur inni á Fjørð í Vestmanna 2. juli 1930 og vóru foreldur hansara Dagmar og Haldor Olsen. Heini varð útbúgvin verkfrøðingur í Noreg og á Horsens Teknikum í Danmark. Lívsleiðin hjá Heina var
Tað er í kvøld klokkan 20:00 at fyrra FM-finalan millum VÍF og H71 verður spæld. Hon verður spæld í høllini í Vestmanna. Í fjør hittust somu liðini í FM-finalununum, tá vestmenniningar drógu longra stráðið [...] hóast H71 í landskappingini hevði verið omaná. Í ár hevur talan verið um somu søgu. H71 hevur verið einaráðandi í landskappingini, meðan VÍF ímóti endanum so spakuliga hevur vundið seg upp í landskappingini [...] landskappingini. Í H71 ætla teir at hevna ósigurin frá í fjør móti vestmenniningum. Málverjin hjá H71, Ári Egason Dam, letur væl at fyrireikingunum til FM-finaluna í kvøld. - Fyrireikingarnar hava gingið sera væl
hevur tikið í líknandi máli. Tað ger ikki støðuna betri, at tað er fútin sjálvur, sum er ákæri í hesum máli. Hetta kemur í kjalarvørrinum á øðrum russaramáli, har ákæruvaldið gjørdi arrest í russiskum skipi [...] fiskimenn í Føroyum. Dómurin og viðferðin hesir hava fingið er út um alt mark. Fyri hetta sera avmarkaða lógarbrot eru teir stemplaðir fyri restina av lívinum og eingin veit, hvat bíðar teimum í heimlandinum [...] ikki eisini at stinga fingurin í jørðina í slíkum máli. Hvønn rætt hava teir til at viðgera slíkt smámál, sum var talan um stóran kriminalitet. Eiga teir ikki eisini at hava í huganum relatiónir millum s
Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir í hesum døgum ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini [...] eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, ið herfyri hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu [...] Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, meðan vit mánadagin vóru í Saksunardali og Saksun. Í dag hava vit myndir úr Sundalagnum
vakrast í verðini? Eru vit ikki fittast í verðini? Eru vit ikki blíðast í verðini? Eru vit ikki raskast í verðini? Eru vit ikki skikkiligast í verðini? Eru vit ikki tey einastu, sum gera alt rætt í verðini [...] Einki mark er fyri hugflognum yvir spurningunum frá høgum og lágum, sum settir verða útlendingum, ið vitja okkum. Hetta var tað, sum frægasti teigurin í Dimmu, Hinvegin, so beinrakið nært við í vikuni [...] verða savnað á sama staði við Tinghúsvegin í Havn. Meira rundstykkir Nú fingu tingmenn aftur eitt stórmál í rundstykkjaflokki at viðgera. Nøkur ung lesandi í Norðurlondum, sum eru skapt eftir sama leisti
olju í tangunum, tá tað rendi á sandrivið, men nakað av olju varð punpað umborð í eitt annað skip fyri at gera tað lættari at fáa skipið leyst. Smádrongur í fongsli Ein seks ára gamal smádrongur í Zambia [...] fyrrakvøldið endaði við morði. Vaktarmenninir í einum vøruhúsi í miðbýnum í Stockholm sóu, at ein maður stjól ein pakka av svínakjøti í einum kølidiski. Tríggir vaktarmenn fóru aftan á manninum, tá hann [...] kt mark, sama um tað er á landi, á sjónum ella í luftini. ES hevur seinastu dagarnar roynt at fáa semju millum Norðurkorea og USA. Uttanríkispolitiski samskiparin, Javier Solana, hevur júst verið í Suðurkorea
fyrisiting av fiskiskapinum í ávikavist 1998 og 1999. Stovnurin vaksin ? Í nítiárunum er stovnurin av norðhavssild vaksin nógv. Sildin er farin aftur í Norska Havið at ferðast og er komin í føroyskan og íslendskan [...] egnu sildakvotu. Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 og [...] taka hóskandi stig í framtíðini til tess at tryggja, at veiðistøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan fyri stovnin, og at veiðistøðið, um neyðugt, verður minkað í mun til verandi
dystirnar. Og í morgin sleppa vestmenningar at royna seg ímóti liðnum, sum er beint í hølunum á teimum, og sum tykist verða einasta liðið, sum kann kappast við teir. H71 var við í oddinum í fjør, men teir [...] riggaði einki hjá H71, og hendur nakað líknandi aftur í morgin, tapa teir stórt. Dysturin ímillum tey bæði oddaliðini verður í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00. Mikukvøldið vann StÍF tryggan [...] Neistin og Kyndil grannadyst í Havn. TÍ verður bert ein dystur í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið. GÍ má vinna Hjá kvinnum verða tveir dystir í vikuskiftinum, meðan stóri dysturin í hesum umfarinum ikki verður
unum, sum fer at taka lán framyvir. Í løtuni er mark fyri, hvussu nógv, sethúsaeigarar kunnu fáa í rentustuðuli. - Hvørt hús kann í mesta lagi fáa 120.000 krónur í rentustuðuli, men ígjøgnum tíðina er [...] krónur í rentustuðuli í part, so at húsið í veruleikanum kann fáa heili 240.000 krónur í rentustuðuli, sigur Jóannes Eidesgaard. Nú ætlar hann sær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at tátta í, so at [...] landsstýrismaðurin afturat, at í hesum árinum fer hann at seta eitt arbeiðið í verk fyri at lýsa rentustuðulin út í æsir og møguliga verða onkrar aðrar broytingar sett í verk seinni. Hann ásannar nevniliga
tó verið, men í dag eru tey við sviðið soð. Í Klaksvík er støðan heldur ikki frægari. Lognbrá lat aftur í 2001, og í yvir eitt ár, var onki diskotek í býnum. Tað gav at bíta á Føstulávint í 2002, tá ungdómar [...] fyri tey ungu undir 18 ár upp á beinini yvirhøvur í Føroyum. Um vit nú hyggja at støðuni hjá teimum ungu í trimum teimum størst kommununum í landinum. Í høvuðsstaðnum hevur ungdómurin havt Badmintonhøllina [...] fáa eina byrjan upp á eina broyting í hugburðinum hjá teimum ungu. Hendan møguleikan millum annað nevnir Mark Joensen í stuttum práti við $?$end$!$ph_1$?$end$!$ inni í blaðnum. Ikki er gott at vita, hví