Red Barnet í Ukraina sigur í tíðindaskrivi, at eitt russiskt loftálop í vikuni rakti skrivstovuna hjá felagsskapinum í ukrainska býnum, Sumy. Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður [...] varð ein barnagarður í Kharkiv-regiónini í Ukraina raktur í russiskum loftálopum, og hetta var í einum øki, har Red Barnet hevði virksemi. [...] eru rakt í loftálopum. - Øll starvsfólkini eru óskalað, og skaðarnir á skrivstovuna eru avmarkaðir, sigur barnahálparfelagsskapurin. Álopið, sum rakti skrivstovuna, hendi í nátt, men fyrst í vikuni rakti
liðnum, FC Thun í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League. Tað liggur á ljóði, at Gunnar skal skifta til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men tað forðar ikki Gunnari í at gera sítt [...] aftur á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Longu sunnukvøldið klokkan 19 spælir Víkingur dyst á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti ÍBV, ið hevur Ára í Haraldsstovu Petersen í málinum. [...] allarbesta fyri Víking. Soccerstand gevur Gunnar karakterin 7,2 (av 10 møguligum), ið er besti karakterurin nakar leikari hjá Víkingi fekk í dystinum móti Thun. Thun hevði væl fleiri málroyndir enn Víkingur
Argir eru í løtuni tað skjótast vaksandi stóra bústaðarøkið uttan fyri miðbýin í Havn. Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at fólkatalið á Argjum vaks úr 2.565 upp í 2.675 frá 1. juli í fjør til [...] til 1. juli í ár. Vøksturin var 110 fólk, svarandi til 4,3 prosent. Til samanberingar vaks fólkatalið í Hoyvík við 52 fólkum – úr 4.701 upp í 4.753. Prosentvísi vøksturin í Hoyvík var 1,1 prosent. Argir fingu [...] 14.180 upp í 14.400 íbúgvar. Tórshavnar kommuna sum heild fekk 370 fleiri íbúgvar. Fólkatalið fór úr 23.403 upp í 23.773, ein vøkstur á 1,6 prosent. Kommunan tók harvið ímóti 58 prosentum av øllum fólk
síðani fóru av rossunum í Margaretehof í Svøríki, skrivar Ríðisamband Føroya á síni heimasíðu. Hóast eina langa ferðing í mun til hini rossini, so kláraðu tey seg sera væl. Valborg og Stæll komu í B finaluna [...] koma í A finaluna. Valborg Laksafoss sigur at hetta er fyrstu ferð hon kappast í Gæðinga í altjóða kapping og sigur hon at hon vónar at vinna B finaluna og harvið kunna kappast móti Knút og Kára í A finaluni [...] ð, men ikki heilt nøgdur við úrslitið á degnum og vónar at úrslitið í sjálvari finaluni verður betri. B finalan verður hósdagin - í dag, og A finalan verður fríggjadagin.
klaksvíksingur. Hon hevur longu í sínum unga aldri luttikið í fleiri sangkappingum og sungið almenn í Klaipéda og heimlandi sínum Litava, har hon býr og gongur í skúla. Men í Føroyum og aðrastaðni við, kenna [...] sangirnir og videoløgini Eg tími ikki í skúla og Gott at vera barn í Føroyum givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini í røðini eru Mister Áttabein og Tú ert hon. [...] Men seinni í árinum verður sangurin at finna á Spotify, og hann verður eisini við á nýggjari útgávu saman við fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað. Fyrr í summar eru sangirnir
gerð var í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld. Á Víkingavøllinum í Reykjavík tóku Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti ÍBV, ið hevði Ara í Haraldsstovu Petersen í málinum. Víkingur [...] fremst í deildini við 45 stigum. ÍBV er fjórðaftast við 17 stigum. Hóskvøldið klokkan 18.30 skal Víkingur á heimavølli royna at heinta inn 3-0 leiðsluna sveisiska liðið, Thun fekk í fyrra dystinum í triðja [...] Víkingur hevði bóltin næstan tveir triðingar av tíðini, og teir høvdu fýra ferðir so nógvar royndir innanfyri málrammurnar. Kortini endaði dysturin við javnleiki 2-2. Víkingur var leingi á sigurskós, men
til Tjaldrið og Brimil aftur verða sett í sigling. Tíverri eru vit komin í ta óhepnu støðu, at bæði vaktar- og bjargingarskipini hjá okkum liggja vegna umvælingar í løtuni. Politiska skipanin má ásanna, [...] endurnýggjan av flotanum hjá Fiskiveiðueftirlitinum átti at verið framd fyri langari tíð síðani. Vit koma ikki uttanum, at nú eru vit í hesi støðu, so má hon má loysast. Tað ivist eg onga løtu í, at tað fer [...] so tætt knýtt at hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum, sum vit eru í dag. Ríkisfelagsskapurin gevur tryggleika, og eg haldi, tað er gott, at vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum í einari truplari støðu. Anna Falkenberg
krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum [...] Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin [...] sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur
Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak. Summar Festivalurin verður hildin fyri 21. ferð í Klaksvík, og áhugin fyri ársins festivali er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum í ár er tann størsta í [...] spælir Signar í Homrum á Torginum. Høvuðsnøvn á Vágsbø í kvøld vera føroyski rockbólkurin Hamradun og tyski poppbólkurin ItaloBrothers. Sámal & Benjamin og Alias Morera hava konsertir í Tjaldinum Silvaland [...] festivalurin verður útseldur. Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum 2026 verður á Torginum klokkan 19 í kvøld, tá ið Tórfríð Tavsen hevur konsert. Hon verður samstundis tann fyrsti tónleikarin, ið framførir
fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, [...] nógv fólk ongan bústað. Í summum førum hava fólk bústað í nakrar mánaðir, men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ó [...] stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa