spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Soleiðis verður tað ikki. NSÍ skrivar í kvøld soleiðis: NSÍ og ÍF spæla dystin í Runavík sunnudagin kl 15.00! Veðrið ávirkar í vikuskiftinum, og tí er dysturin fluttur til [...] fara at heita á øll um at møta í góðari tíð, og at gjalda við kortið. Atgongumerkini verða seld í kioskini, og heita vit tí á øll at gjalda við gjaldskortið, og møta í góðari tíð. Sum tað sæst á myndini,
um gjørdi NSÍ sáttmála við 26 ára gamla norska leikaran, Peder Nersveen, sum heima í Noregi eitt nú nú hevur spælt við Elverum og HamKam. Peder Nersveen hevur fingið fulla spælitíð fyri NSÍ í teimum báðum [...] báðum fyrstu dystunum í Betrideildini. Sáttmálin ímillum hann og NSÍ er galdandi fyri kappingarárið 2019. Meðan Peder er í Føroyum fæst hann eisini við at gera ein Vlog, ið er ein røð av egnum framleiddum [...] viðurskiftum, upplivingum og øðrum úr gerendisdegnum. Higartil hevur Peder Nersveen gjørt fýra vloggar úr Føroyum. Teir snúgva seg eitt nú um royndarvenjingina, gerandisdagin, umstøðurnar og føroysku náttúruna
millum NSÍ og HB, sum fyrst var útsett frá í dag og til í morgin, nú er útsett til mánakvøldið klokkan 18. Og nú er tað greitt, at tað heldur ikki verður steypafótbóltur á Tórsvølli í morgin. B36 og Víkingur [...] heimavølli. NSÍ er frá fyrsta bríksli omaná, tí tað endaði 2-2 á Tórsvølli, og tá ið tað stendur á jøvnum eru mál skorað á útivølli avgerandi. NSÍ – HB: Petur Reinert mánakvøldið kl. 18.00 B36 – Víkingur:
tørn um bronsuplássið og harvið at vit vinna okkara dystir, og tað gera vit eisini hesaferð, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Eftir góða gongd og stóra úrtøku hevur NSÍ tvær tær seinastu ferðirnar [...] ferðirnar tapt toppdystir 2-0 – ímóti Víkingi og B36 – og harvið er møguleikin fyri silvuri og gulli burtur. Jens Joensen og Pól Jóhannus Justinussen eru leikbannaðir ídag. AB venjarin Trygvi Mortensen hevur [...] niður. Trygvi Mortensen og hansara menn hava síðani vunnið á HB og KÍ, og nú eru argjamenn á veg til Runavíkar, har tey fegnast um greipuna, sum U-18 dreingirnir hava tryggjað NSÍ. Um tað ikki eydnast AB
greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann undan kappingina var styrkismettur at gerast nummar 8 í 200 frí, nummar 2 í 400 frí, og nummar 1 í 800 og 1500 frí. Teir báðir Jón Bjarnason og Pál fóru úr Føroyum [...] 9. apríl, og hava brúkt teir fyrstu dagarnar til at koma fyri seg aftur eftir longu flogferðina, og til at venja. Í gjár vóru teir hartil og hugdi at kapping í 5 km havsvimjing, har Chad Ho og Troyden Prinsloo [...] Prinsloo vunnu gull hjá monnum, við júst somu tíð 1:01.00 (éin tími og éin minuttur). Chad Ho og Pál kennast frá ?Battle Camp? venjingarleguni í Potsdam í januar, har fyrstu avtalur eisini vórðu gjørdar
Tað var blandað gott og ringt hjá NSÍ í dag. Tað kundi liðskiparin, Klæmint A. Olsen staðfesta í samrøðu við Rás2. Tað ringa var, at NSÍ megnaði bert javnleik 0-0 ímóti TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági [...] at hesaferð riggaði verjan hjá NSÍ, og helt tætt. Klæmint A. Olsen ásannar, at nú snýr tað seg ikki um at hugsa um FM, men at fáa eina so góða endastøðu sum gjørligt. Og byrjað verður at arbeiða fram ímóti [...] ímóti tí í heimadystinum ímóti HB komandi mikukvøld. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Klæmint A. Olsen, sum heldur, at talan var um eitt rættvíst úrslit í einum dysti við fáum
Pól Johannus Justinussen er eisini nøgdur við leikliga avrikið hjá NSÍ, og hann trýr uppá, at NSÍ kann fara yvir til Hvítarusslands og fáa eitt gott úrslit í komandi viku. [...] PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Pól Johannus Justinussen á Rás2. Samrøðan var gjørd aftaná óuppiborna 2-0 sigurin hjá Shakhtyor Soligorsk ímóti NSÍ í fyrsta undanumfarinum [...] bróstið. Pól Johannus Justinussen hevur upplivað nógv í fótbólti, eisini við føroyska landsliðnum, og hann staðfestir, at hann hevur ongantíð upplivað ein so vánaligan dómara: - Tað kendist, sum vóru vit
vóru leikliga omaná, og høvdu nóg mikið av málmøguleikum at vinna dystin í Runavík í kvøld. Árni Frederiksberg heldur dystin í kvøld vísa, at NSÍ er við at fáa tak á tí aftur, og NSÍ-arnir blivu væl brýndir [...] TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Árna Frederiksberg aftaná 0-0 javnleikin millum NSÍ og KÍ í Runavík í kvøld í seinnu hálvfinaluni, sum gav ein samlaðan 4-1 sigur
ikki luttikið. Við ístaðin fyri teir, eru NSÍ. Og nú er greitt, hvussu spælast skal til kappingina, sum byrjar leygardagin. Fyrsta dystin leygardagin spæla HB og NSÍ. Tann dysturin byrjar klokkan 12:45. Annar [...] dysturin leygardagin verður millum føroyameistararnar úr B36, og vertirnar KÍ. Tann dysturin verður klokkan 15:00. Sunnudagin verður fyrst bronsudystur, og síðani finalan í kappingini. Bronsudysturin verður [...] verður klokkan 12:45 sunnudagin, meðan finalan verður klokkan 15:00. Dystirnir leygardagin: HB-NSÍ (Klokkan 12:45) B36-KÍ (Klokkan 15:00) Dystirnir sunnudagin: Bronsudystur (Klokkan 12:45) Finalan (Klokkan 15:00)
Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er ósigrað – tveir sigrar og ein javnleikur. Nú besta deildin heldur frí, vóru onkrir, sum oftast eru á listanum í bestu deildini, á vøllinum. Hjá NSÍ vóru tað eitt nú Per [...] Per Langgaard, Karl Løkin og Jann Martin Mortensen. Hjá HB vóru tað Hjalti Kárason Djurhuus, Jógvan Skeel Nolsøe og Niklas T. Kruse. HB hevur vunnið ein dyst og tapt tveir dystir. [...] triðja umfari í næstbestu deildini var tíðliga seinnapartin. Teir næstbestu hjá HB vóru gestir hjá NSÍ við Løkin í Runavík. Mikukvøldið vann HB útsettan dyst á Skála 1-0. Í dag noyddust havnarmenninir suður