gav H71 Drammen ein skarpan gang í høllini á Hálsi og tapti við bert tveimum málum 22-24, men á útivølli í Drammen í dag gekk ikki eins væl hjá H71. Drammen vann 32-20, og harvið ein samlaðan 56-42 sigur [...] Fremsta mansdeildin í hondbólti er ein liga á sera høgum støði, og givið er, at toppliðini í Noregi eru framúr sterk. Hetta vóru hoyvíkingar greiðir yvir tá teir ferðaðust til Drammen í Noregi at spæla
Í hesum døgum er ein stórur partur av miðbýnum í Havn avbyrgdur fyri ferðslu. Tað er í sambandi við arbeiðið at leggja fjarhitarør, at ein partur av miðbýnum er avbyrgdur. Tað merkir, at vegurin í Steinatúni [...] eftir Tróndargøtu – men tað eru tað nógvir bilførarar, sum ikki akta. Í øllum førum hevur tað verið ein trupulleiki hjá teimum, sum arbeiða í brekkuni, at bilførarar akta ikki skeltini, men halda á niðan [...] bilførarar tiknir fyri at koyra framvið forboðsskeltunum og fara niðan ígjøgnum brekkuna. Men tað er ein dýrs søga, tí løgreglan sigur, at teir teimum eina bót, umframt at teir fáa eitt klipp í koyrikortið
leirskriðulopið, sett seg inn ein hóp av skjølum um byggimál og jarðfrøðiligar frágreiðingar. Nevndin hevur eisini snakkað við fleiri av teimum, sum yvirlivdu skriðulopið, eins og nevndin hevur snakkað við [...] við fólk, sum hava havt ein leiklut í útbyggingini av økinum. Tíggju fólk og eitt óføtt barn lótu lív, tá ein miljón rúmmetrar av jarðartilfari leyp undan íbúðarøkinum í Gjerdrum í Noregi hin 30. desember
upp á ein bestemtan máta. – Vit skulu sjálvandi taka avgerðina í beinleiðis samráð við ST, sigur Høgni Hoydal við Sosialin. Tað er annars væl møguligt at gera eina avtalu við danir um at taka ein part av [...] ger ongan mun í Føroyum, um Føroyar taka ein part av donsku kvotuni. Um Føroyar vilja taka lut og ábyrgd, so mugu vit taka ta ábyrgdina, sum ger mun. At taka ein part av danskari kvotu ger hvørki til ella
Hetta tykist eitt sindur óveruligt knappliga at hava vunnið ein so dýran og flottan bil. Beinta Sørensen sigur við In.fo í kvøld, at tey eiga ein góðan bil sum er. Spurningurin er so, um tey fara at selja [...] Tað var Beinta Sørensen í Hoyvík, sum í kvøld tryggjaði Antoni Egholm ein spildurnýggjan Volvo C40, sum hevur eitt virði av 419.000 krónum. - Vit eru ordiliga glað, og Anton er eisini ógvuliga glaður fyri [...] ella bara hava báðar. - Vit bæði hava koyrikort og kunnu tískil brúka báðar bilarnar. Tað er eisini ein dóttir, sum kann hava brúk fyri bili. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur hon. Hon sigur, at
men seinastu dagarnar eru teir aftur hækkaðir. Í dag kostar ein litur av bensini 12,58 krónur, ein litur av diesel kostar 10,78 krónur og ein litur av olju til húsarhaldini kostat heili 10,38 krónur. Finn [...] tíðindunum á FM1, sum er hækka prísirnir hvønn dag og prísirnir í Føroyum hækka aftur í kvøld. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av russisku innrásini í Ukraina og aðrastaðni stúra greinarar fyri, at prísirnir
legði landsstýrið fram ætlan, um hvussu vit aftur skulu fáa ein vanligan gerandisdag, har vit ikki bara skulu hugsa um koronu alla tíðina. Ein av teimum stóru broytingum er, at frá í morgin eru tað bara [...] Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. ístaðin fyri skulu tey brúka snarkanningar [...] krav, at tú lýkur minst eina av hesum treytum: - Tú hevur sjúkueyðkenni - Tú ert í sama húski, sum ein ið hevur fingið smittuna - Tú hevur fingið positivt svar upp á eina snarkanning
Ein bretsk kanning, sum er almannakunngjørd í vikuni, vísir, at vandin fyri endursmittu, tá tú hevur havt omikron, er rættiliga stórur, eins og frábrigdið ikki hevur víst seg at vera linari enn delta- [...] 29. november og 11. desember. - Vit finna eingi prógv fyri, at smitta við omikron ikki kann gerast eins álvarslig og smitta við delta-frábrigdinum - við sjúkueyðkennum og innleggingum. Dentur verður tó [...] á, at talgrundarlagið undir kanningini fyri innleggingum er ógvuliga avmarkað. - Kanningin er enn ein týðilig ábending um, at omikron í stóran mun stýrir uttan um verjuna, sum fólk hava, tá tey hava havt
Ein 57 ára gamal maður í lítlu grønlendsku bygdini, Niaqornat, doyði fríggjadagin, eftir at hann varð raktur av skotum frá einari riflu. Grønlands Politi sigur, at tey hava handtikið ein persón í samband [...] var í gjár, at Grønlands Politi fekk fráboðan um tilburðin, og nú er ein persónur skuldsettur fyri manndráp. - Tvey løgreglufólk og ein lækni eru í dag send til Niaqornat, og ætlanin er, at hin handtikni
liðug. Av teimum smáu trolbátunum er ein á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini, og ein er eystanfyri. - Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfisk. Ein landar fyrst í hesi vikuni, og hinir landa [...] gongur. - Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska makrel, verður lagt aftrat. In.fo kann leggja aftrat